Hugleiðingar um eina heimsferð

- Ein ferð kring knøttin snýr seg um aldri at geva skarvin yvir, og at læra at tálma óttan, sum av og á kemur undan kavi, sigur Erik Torjusen, heimssiglari og høvundur í bókini En saga i blått


 

ÚTGÁVA

Á forlagnum Freyja hevur heimssiglarin Erik Torjusen givið út bókina En saga i blått. Ferðin hjá Erik Torjusen byrjaði á sumri í 1995, tá ið hann sjálvur annar setti kósina út í heim við 28 fót stóra seglbátinum Medusa. Sigliroyndir teirra vóru sera avmarkaðar, men hugurin, eldhugurin og dirvið tess størri.

Í bókini greiðir hann frá, at einki gekk sum tað skuldi. Eina myrka nátt í Karibia fer báturin til botns. Stutt eftir fáa teir fatur á eini aðrari skútu, sum teir síðani halda ferðina fram við út í Kyrrahavið. Har hittir Erik Torjusen ungu føroysku kvinnuna, Duritu Holm, sum ikki er minni djørv og eldhugað á síni ferð um bláu gongustjørnina við Sølku Vølku. Í Avstralia fara vinirnir hvør til sítt eftir eina sera dramatiska hending, og heilt óvæntað verður hald lagt á skútuna í Brisbane. Erik Torjusen heldur leiðina fram kring knøttin umborð á Sølku Vølku saman við Duritu Holm, sum tá er við barn.

Í fororðunum til bókina En saga i blått sigur Erik Torjusen, at bókin á ongan hátt er ein tradisjónell bók um eina ferð kring knøttin. En saga i blått fer djypri, og roynir í størri mun at lýsa tankar og hugleiðingar sum ein heimssiglari ger sær. Bókin lýsir umhvørvið, samanhaldið og innara lívið hjá teimum, sum sigla á høvunum í smáum, viðkvomum bátum. Hann setur spurnartekin við, hví fólk yvirhøvur fara eina slíka ferð, hvørjum leita tey eftir, hvat uppliva tey í grundini, og hvat ger ferðin við hesi fólkini.

- At gera ein dreym til veruleika er deiligt, men ikki heilt vandaleyst. Vandarnir eru nógvir. Tú kanst eitt nú uppliva at fáa ynski tíni eftirlíkað, nakað sum í sjálvum sær kann verða ein skelkur og harvið ringt at handfara. Vandin kann eisini vera, at tú situr eftir við brostnum dreymum, og tað er heldur ikki ein góð kensla. Eisini kanst tú koma út fyri, at dreymurin verður til eina marru...

- Ein ferð kring knøttin snýr seg um aldri at geva skarvin yvir hóast mótgang, sum øll koma út fyri. Tað ræður um at satsa, og tora at kasta seg út á 70000 favna dýpi, sum Søren Kierkegaard sigur. Tað ræður um at føla hjartað banka hart, føla adreanalinið súsa ígjøgnum æðrarnar og læra at tálma óttan og ræðsluna, sum av og á koma undan kavi, sigur hann.

Erik Torjusen, sum er føddur í 1963, er frá Stavanger. Hann hevur brúkt meginpartin av sínum lívi til at leita upp fjarskotin lond og fjarar mentanir. Størsta partin av sínum lívi hevur hann fjaðkað í Mið- og Suðuramerika, Asia, Miðeystri og Norðurafrika.

Høvundurin er útbúgvin cand. mag frá lærda háskúlanum í Bergen og hevur undirvíst í máli og samfelagsfrøði í miðnámsskúlum.

Síðani ferðina kring knøttin hevur hann arbeitt við sjónvarpsrøð um ferðina og skrivað um ferðina. Somuleiðis lesur hann á lærda háskúlanum í Oslo.

En saga i blått fæst í bókabúðunum.