Trívist í kappróðar- og motorsúkkluveðri

Bogi hevur búð størsta partin av lívi sínum í Danmark, har trívist hann væl. M.a. fegnast hann um góðu líkindi til eitt nú kappróður og at koyra á motorsúkklu

Bogi Karbech Mouritsen

Hvar ert tú staddur?
Eg búgvi á Nørrebro í Keypmannahavn

Nær flutti tú til Danmarkar?
Eg flutti niður summarið 1994. Eg eri føddur og uppvaksin niðri. Aftaná at hava siglt við AP Møller úti í stóru verð, skuldi eg velja ein maskinskúla at taka restina av útbúgvingini á. Eg hevði møguleika at velja hvar í ríkinum eg gjørdi hetta, og valdi tí at granska mítt tilknýti til Føroyar. Hetta var í 1989.

Hví flutti tú til Danmarkar?
Eg fall væl til heima, men í byrjanini av 90’unum flutti nógv vinfólk niður. Eg ætlaði mær undir lestur á universiteti og valdi at flyta niður aftur.

Hvat dámar tær í Danmark?
Eg trívist væl niðri. Eg havi familju og nógv vinfólk her. Eg havi nógv ítriv – eg syngi í Mpiri (www.mpiri.org) ið er eitt føroyskt kór her. Eg rógvi við Knørri (www.knorrur.dk), ið er eitt føroyskt 6-mannafar í Hvidovre. Eg koyri eisini offroad motorsúkklu, tá veðrið ikki er alt ov vánaligt.

Er tað nakað tær ikki dámar við at liva í Danmark?
Eg eri uppvaksin her, og eg trívist væl. Man kann altíð finna okkurt sum kundi verið betri. Eg sakni alt tað fríska, ið fæst heima – veðrið, vatnið, fiskin og osfr.
Eg haldi eisini at frástøðan millum fólk er størri her niðri enn i Føroyum. Tað er bæði gott og ringt, men fólk og samfelagið heima eru meira viðkomandi. Eg haldi fólk eru meira persónliga engageraði í hvørjum øðrum í Føroyum.

Hvussu er mentanin í Danmark? – Líkist hon tí føroysku?
Danmark er eitt stórt multikulturelt land í mun til Føroyar. Gongur tú ein túr í Keypmannahavn, so er nógv, sum er øðrvísi, enn tað er í Havn. Hendan mun finnur tú aftur í fólki, ið her býr. Danskarar hava vant seg við, at altjóðageringin er komin. Eg haldi ikki Føroyar er komið so langt í altjóðageringini.

Hvussu er maturin í Danmark?
Hann er ikki føroyskur! Í Keypmannahavn er lættari at koma framat serligum matvørum, og tá mær dámar væl sterkt krydraðan mat, er hetta ein fyrimunur. Her er eisini størri úrval í grønmeti. Eg sakni tó føroyska matin.

Hvussu er veðrið í Danmark?
Veðrið er gott. Tað verður ongantíð líka frískt sum í Føroyum, men ein stóran part av árinum hóskar veðrið mær væl. Her er ofta kappróðrar- og motorsúkklu-veður
¬
Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya?
Eg trívist líka væl í Føroyum sum her, so tað verða aðrar umstøður, sum avgera, um eg flyti heim ein dag. Sum nú er, havi eg tað gott við góðum arbeiði, góðum kóri, góðum róðrarfelag, góðum vinum osfr., so eg flyti ikki við tað fyrsta.



Um Boga

Navn: Bogi Karbech Mouritsen

Føddur: 19. september 1967

Føðisstaður: Keypmannahavn

Besti matur
- Føroyskur: Ræst kjøt
- Útlendskur: Thai

Útbúgving: Maskinmeistari

Starv: Netverksteknikari

Motto: Liv lívið