Føroyar á heims-hitlista yvir verkføll

Stóra bretska blaðið hevur gjørt ein lista yvir nøkur av verðins stórstu verkføll. Five Heavyweight Strikes nevnist greinin, og har eru Føroyar komnar í part saman við Suðurafrika, Guinea, Columbia og Zimbabwe



Føroysk børn kundu ikki fara í skúla, tí skúlarnir vóru so skitnir, at vandi var fyri smittu. Eingir almennir bygningar vórðu vaskaðir, einki bensin var til keyps, og á leið ein triðingur av arbeiðandi føroyungum vóru í verkfalli í fýra vikur.

Henda støðumyndin av Føroyum í 2003 er orsøkin til, at Føroyar eru komnar á ein almennan hitlista í stórsta sunnudagsblaðnum í Bretlandi, The Sunday Times. Her eru vit komin í fínt selskap saman við Suðurafrika, Guinea, Columbia og Zimbabwe

Í seinastu viku vóru leikritahøvundar í Hollywood í verkfalli, og hetta fekk nógv spaltupláss í miðlum kring allan heim. Fronsku verkføllini enda eisini sum forsíðustoff um allan heim, men – staðfestir Sunday Times – tað eru eisini onnur minst líka stór og umfatandi verkføll aðrastaðni í heiminum. Blaðið hevur tí gjørt ein hitlista, og har hitta Føroyar.


Stórstu og blóðigastu verkføllini

Um hitlistan verður sagt, at hetta eru tey stórstu og blóðigastu verkføllini í verðini. Í Zimbabwe vóru kommunulæknar í verkfalli seinasta ár, har teir kravdu eina lønarhækkan á 8000 prosent. Hetta ljóðar himmalhøgt, men inflatiónin í landinum var yvir 1000 prosent. Tá ein hálv millión kolumbianarar fóru í verkfall í 1998, setti nýggi forsetin í landinum herðin inn, og tað endaði við blóðbaði.

Í Guinea mótmæltu fólk um inflatión, vatnmangul og arbeiðsloysi við at fara í verkfall í januar í ár. Hetta endaði í gøtubardaga og 59 deyðsføllum. Og í summar var stórsta verkfallið í Suðurafrika, síðani apartheid varð avtikið.

Føroysku verkføllini kunnu tykast lítil og friðarlig í mun til hini á listanum, men av tí at landið er so lítið, fáa tey stórar avleiðingar og kunnu leggja alt landið lamið. Tí hava vit fingið heiðurspláss á listanum.


Heimsmeistarar í serklassa

Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, at henda greinin als ikki undrar seg. Í verkfallinum í 2003 var ein kanning gjørd, har føroysk verkføll vóru samanborin við tey donsku, og har niðurstøðan var, at Føroyar er verkfallsmeistarar.

- Tað er eingin ivi um at hyggja vit at Europa, so hava vit álvarsamar trupulleikar. Og hóast verkføllini vóru fleiri fyri nøkrum árum síðani, so er hugburðurin ikki broyttur, heldur Jan Mortensen og vísir til verkfallið í føroyska bankasektorinum í ár.

- Einki bankaverkfall hevur nakrantíð verið í Danmark, og sum vítt sum eg veit, so er hetta heldur ongantíð hent í Europa nakrantíð.

Stjórin í Vinnuhúsinum vísir til, at amboðini til samráðingar á arbeiðsmarknaðinum ikki eru broytt. Semingslógin er frá 1928 og er ongantíð broytt. Í grannalondum okkara fingu tey sterk amboð fyri hundrað árum síðani, tí tey høvdu stórar trupulleikar við verkføllum, men hetta hava vit ongantíð fingið.

Spurdur um føroyska plaseringin millum triðaheimslond ikki kann siga nakað um vánaligu umstøðurnar hjá føroyskum arbeiðsfólki, sigur Jan Mortensen, at tað heldur hann avgjørt ikki.

- Tá eg hyggi út gjøgnum vindeyga, havi eg ringt við at síggja tað samanberinga, sigur hann.

Sosialurin hevur roynt at fingið viðmerking frá Samtak, men samskiparin, Sonja Jógvansdóttir, var ikki at hitta.