Eitt stórt arbeiði liggur fyri framman

-Eg hevði verið kløkkur, um teir eftir bara ein avmarkingarbrunn høvdu kunnað svarað spurninginum, um Marjun-fundið í fjør er rakstrarverdugt. Tað hevði verið sera bjartskygt sigur Statoilstjórin, sum viðgongur, at tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman fyri at skilja jarðfrøðina í øllum økinum

Oljuleiting



-Enn hava vit fáar upplýsingar at halda okkum til. Vit hava bara tíðindaskrivið, sum ikki sigur so nógv. Men vit fara at royna at útvega okkum data um brunnin og úrslitið av boringini og brúka tað í okkara framtíðar kanningum og samanbera við tilfar og data vit longu hava. Hetta sigur Rúni Hansen, stjóri í Statoil og hann, sum stendur á odda fyri oljuleitingini við Føroyar í eini viðmerking til úrslitið av tí seinastu boringini hjá Amerda Hess oø. á bretskum øki.

Hann vil sjálvandi ikki og og kann heldur ikki gera viðmerkingar til ein brunn, sum onnur feløg hava borað, men staðfestir út frá fleiri av boringunum, sum hava verið gjørdar, at vit hava eina virkna oljuskipan í økinum men at tað krevur meira arbeiði til at finna út av, hvussu jarðfrøðin sær út. Uppgávan hjá jarðfrøðingunum er so at finna tann rætta samanhangin í hesi skipanini, um og hvar oljan er likin og hvussu stætt er við reservoiri, lofti og øðrum týðandi fortreytum fyri at kunna gera rakstrarverdug fund.

Fyri Statoilstjóran er tað eingin ivi um, at tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman.

Um onkur fer at tveita handklæðið í ringin, nú enn ein boring ikki hevur staðfest lønandi fund, vil hann ikki úttala seg um.

-Men eg hevði verið kløkkur, um teir eftir bara ein avmarkingarbrunn høvdu kunnað svarað spurninginum um Marjun-fundið í fjør er rakstrarverdugt. Tað hevði verið sera bjartskygt.

Rúni Hansen vísir á, at hevði brunnurin verið testaður, so vistu teir eisini meira. Men feløgini hava so tikið avgerðina um ikki at testa brunnin, og hvat liggur aftanfyri, hvussu nógv olja var í osfr. tað vita vit ikki. Men tað er so tað sum Statoil fegið vil hava meira at vita um og brúka í kanningunum í framtíðini.

Statoilstjórin viðgongur, at tá tað er talan um at leita eftir olju og gassi í einum nýggjum øki sum við Føroyar, so ræður um at vera nokk so úthaldandi. Men hetta er partur av oljuleitingingi, hvar tú enn er stæddur í heiminum. Onkunstaðni er tú hepnari við at finna rætta svarið skjótari og øvugt. Hann loyvir sær tó at ivast í, um nakað oljufelag út frá brunnunum, sum higartil eru boraðir, fer at royna at sleppa sær úr aftur økinum.

-Men hvønn psykologiskan týdning hetta seinasta úrslitið kann fáa veit eg ikki. Vit fara sum sagt at fáa hendur á tilfarinum at brúka í okkara framtíðar arbeiði við økinum.

Rúni Hansen sigur víðari, at tað er ringt at siga, hvat øll hini feløgini hugsa og um tey taka hetta sum eitt afturstig. Sjálvur heldur hann tað vera alt ov tíðliga at siga, at hetta er eitt afturstig. Til tess má man hava meiri vitan um brunnin.

Statoil og Amerada Hess hava skotið nýggjan 3D seismikk í summar, og tulkingin av hesum fer at fáa stóran týdning fyri víðari gongdina. Brúk er sum er fyri fleiri upplýsingum um økið og tíð til at viðgera og tulka hesar upplýsingar.