tri Føroya er kosin at vitja risastóru tele-fyritøkuna Huawei og at fáa innlit í nýggja tøkniliga menning á tele-økinum. Í august fer Gunnar S. Knudsen at pakka ferðataskuna og at flúgva til heimsins [...] fyri at vera í fremstu røð á tele-økinum. - Eg eri heilt “over the moon” fyri at fáa hendan møguleikan, sigur Gunnar S. Knudsen í síni fyrstu viðmerking til tíðindini um, at hann er kosin til at vitja [...] Uppihaldið fer vónandi at víðka mín sjónarring. Eisini vænti eg at fáa samband við onnur, ið hava somu áhugamál sum eg, og at hetta kann hjálpa mær í mínum lestri og framtíðar starvi. At síggja hvussu ein tøknirisi
skipanini er reellur vandi fyri, at alifyritøkur noyðast at gjalda skatt, hóast virksemið skuldi givið undirskot. Tá verður trupult yvirhøvur at hava nakað yvirskot at reinvestera í fyritøkuna, um verandi [...] fortreyt fyri, at føroysk alivinna kann vaksa og gera tær íløgur, sum eru við til at skapa enn meiri virksemi og arbeiðspláss. Tað er umráðandi, at støðugir og góðir karmar kveikja áhugan at fremja íløgur [...] Fyri at føroyska alivinnan skal kunna áhaldandi menna seg, er neyðugt at hon gevur eitt ávíst avkast. Tí heldur Havbúnaðarfelagið, at vinnan einans skal gjalda skatt av yvirskoti og ikki av umsetningi
løgreglan lítlan møguleika at gera nakað við málið. - Vit heita sjálvandi á fólk um at melda tilburðin, soleiðis at vit kunnu kanna málið, tí tað er heilt greitt brot á revsilógina at leggja ónærisligar myndir [...] tíverri ikki gjørt nógv við at strika myndirnar, um tær fyrst eru sendar í umfer, sigur Hildur Hentze. - Tað einasta, vit kunnu gera fyri at strika myndirnar, er at heita á fólk um at melda myndirnar til Facebook [...] parlagið endar. Míni ráð eru, at tú ikki tekur myndir av tær sjálvum, sum tú ikki vilt at omma tín skal síggja, sigur Hildur Hentze. - Síðani vil eg eisini heita á fólk, um at hugsa seg um, áðrenn tey deila
fara tey so, jú at reka lokalpolitikk og kommunalpolitikk - tí er ov lítið skil í landspolitikkinum. Vit í Tórshavnar Býráð hava valt at fara undir at útbyggja Tórshavnar Havn, fyri at skapa møguleikar [...] sum hevur búskaparliga styrki at menna seg, meðan smáu kommunurnar bara gerast veikari og detta burturímillum. Hetta er samgonguni og landsstýrinum fyri at takka. Tað at hava stórar kommunueindir hongur [...] Jákup Mikkelsen sær ikki út til at virða tað kommunula sjálvræðið og avgerðarættin, sum er hjá kommununum. Hann er farin at føra lokalpolitikk. Tá nú tey, sum eru vald at leiða og stýra landinum ikki megna
Føroyskar handverkarar at støðast í Føroyum, heldur enn at fara uttanlands. Samstundis vísti felagið á, at tað er neyðugt at gera tað lagaligari hjá føroyskum fyritøkum at fáa fatur á útlendskari arbeiðsmegi [...] heldur, at Havnar Handverkarafelag skuldi heldur tikið lógvatak saman við arbeiðsgevarunum og roynt at fingið teimum sum arbeiða og gjalda skatt í Føroyum, fyri at lækka skattin, soleiðis, at tað ikki [...] sum ger, at føroysk vinna ikki er kappingarfør við útlendsku vinnuna um at fáa góðar handverkarar. - So leingi sum vit skatta føroyingar av landinum, hevur vinnan ongan annan møguleika enn at seta útlendska
fiskimenn á, at teir síggja nógva nebbasild, og verður hetta mett at vera eitt gott tekin, stendur at lesa í frágreiðingini. Í stuttum verður annars sat, at kanningin gevur greiðar ábendingar um, at støðan hjá [...] Hetta er annað árið á rað, at fiskimenn meta, at toskin er betri fyri enn áður. - Fiskimenn lata væl at støðuni, tað er nógv meiri toskur til, toskurin er sera feitur og hevur nógv at eta, ikki minst nebbasild [...] er í sjónum og at støðan sum heild er góð ella hampilig. - Tendensurin er rættiliga greiður: Fiskimenn meta, at støðan við æti er góð ella hampilig, og at tað er meiri lív í sjónum enn fyrr. Ikki minst
lúka treytirnar fyri at fiska makrel í ES-sjógvi, enn ráðiligt er at senda í ES-sjógv. Heili 37 umsóknir eru komnar inn, umframt nótaskip, og Vørn boðar frá, at enn er møguleiki at søkja um fiskiloyvi, [...] komandi ár. Krøvini fyri at fiska eftir makreli í ES-sjógvi eru, at skipini fiska við nót ella uppsjóvartroli og sjálvi kunnu taka fiskin inn, umframt at tey hava útgerð og orku at hagreiða, køla og frysta [...] viðgerðin fór at verða eitt sindur drúgvari í ár. Nógvar umsóknir vóru komnar inn og herd krøv til skipini gjørdi, at allar máttu viðgerast av nýggjum í mun til farna ár. - Fyri at allar umsóknir kunnu viðgerast
sigur landsstýriskvinnan. Hon sigur, at tað eisini er týðandi fyri hana at fáa sagt, at hon hevði ongar ætlanir um at broyta avgerðina. – Tí er spurningurin um at taka góðkenningina aftur ikki relevantur [...] hon. – Tá ið eg havi víst á, at mær tørvaði meira tíð til umrøðu av málinum, so var tað ikki í mun til sjálva avgerðina, men í mun til at fáa kunnað á landsstýrisfundi og at fáa nærri innlit í grundgevingarnar [...] stendur í lógini, at landsstýrisfólkið skal góðkenna eina slíka avgerð. Hon var jú farin út uttan góðkenning. Metingin í Heilsu- og innlendismálaráðnum var, at avgerðin stóð við, tó at eingin endalig góðkenning
25 ár, fyri kortum kærdi sína neyð og segði, at hetta var truplasta árið at fáa alt at hanga saman, sum hann visti um. - Politikarar og Mentamálaráðið eiga at gloyma øll føgur orð um fólkaskúlan, tí fólkaskúlin [...] hækkað við einum tíma um vikuna, uttan at samlaða tímatalið hækkaði samsvarandi. Trygdin í sambandi við svimjing skuldi raðfestast uttan at tímar fylgdu við, ella at táttað varð í ásetingarnar annars. Harmasøgan [...] Jacobsen. Hann ákærir mentamálaráðið fyri ikki at spæla við opnum kortum og at spæla myrkaspæl. - Lærarafelagið hevur ein grundaðan mistanka um, at Mentamálaráðið ikki spælir við opnum kortum, tá tímatillutanin
kur taka lógvatak, vísa vit í verki, at vit eru før fyri at taka okkum av øllum okkara borgarum. Hetta er fortreytin fyri, at fólk í dag og í komandi tíðum fara at hava álit á fullkomnum føroyskum sjálvræði [...] skulu hava møguleika at geva teirra íkast til tjóðarbyggingina - at menna vælferðarsamfelagið og taka ábyrgd fyri tí. Ein stór avbjóðing er at halda fast í okkara ungu og fáa tey at støðast í egnum landi [...] staðfest, at føroyingar flyta seg við fullari ferð ímóti at taka ábyrgd av egnum landi. Í yvirlýsingini verður sagt soleiðis: Í stjórnarsamstarvinum hava vit sett heimtøku av týðandi málsøkjum á skrá at fremja