Fimta árið á rað hevur Fiskidaganevndin gjørt samrøður við fiskimenn umborð á skipum, sum virka innan karmarnar av fiskidagaskipanini og sum fiska botnfisk undir Føroyum.
Samrøðukanningarnar eru liður í arbeiðinum hjá Fiskidaganevndini at gera tilmælið til landsstýrismannin í fiskivinnumálum um fiskidagaskipanina komandi árini.
Í ár hava umboð fyri meiri enn helvtina av skipum og bátum í bólkunum 2 til og við 5 luttikið í kanningini, og geva teir eina nakað annarleiðis meting av støðuni hjá botnfiskastovunum enn kanningarnar hjá Havstovuni vísa.
Sum heild tykist tað vera breið semja millum fiskimenn, at náttúruviðurskiftini í sjónum eru um at broytast.
- Náttúruviðurskiftini í sjónum hava tey seinastu árini ikki verið tey røttu, og hetta hevur havt ávirkan á botnfiskastovnarnar. Í samrøðukanningini hevur ein heilt stórur meiriluti eisini víst á, at støðan hjá botnfiskastovnunum ikki er orsaka av ovurfisking, skrivar fiskidaganevndin í frágreiðing síni.
Nógvir av sjómonnunum, sum fiskidaganevndin hevur tosað við, vísa á, at nógv lív er í sjónum og at støðan sum heild er góð ella hampilig.
- Tendensurin er rættiliga greiður: Fiskimenn meta, at støðan við æti er góð ella hampilig, og at tað er meiri lív í sjónum enn fyrr. Ikki minst, so vísa nógvir fiskimenn á, at teir síggja nógva nebbasild, og verður hetta mett at vera eitt gott tekin, stendur at lesa í frágreiðingini.
Í stuttum verður annars sat, at kanningin gevur greiðar ábendingar um, at støðan hjá toskinum er batnað í mun til undanfarin ár. Hetta er annað árið á rað, at fiskimenn meta, at toskin er betri fyri enn áður.
- Fiskimenn lata væl at støðuni, tað er nógv meiri toskur til, toskurin er sera feitur og hevur nógv at eta, ikki minst nebbasild. Fiskimenn meta eisini tilgongdina seinasta árið hava verið betur enn undanfarin ár, skrivar fiskidaganevndin.
Fiskimenn lata eisini væl til at støðuni hjá hýsuni.
- Mett verður, at meiri er til av hýsu, hýsan er feit og tað er ein góð blanding av øllum støddum. Mett verður eisini, at tilgongdin er hampilig ella góð í mun til undanfarin ár, stendur í frágreiðingini.
Hetta er í andsøgn við tað, sum Havstovan hevur sagt, at toska- og serliga hýsustovnurin er illa fyri í ár, meðan upsin hevur tað gott.
Fiskimenninir er ei heldur samdir við Havstovuni um støðuna hjá upsanum. Tvørtur ímóti meta nakrir teirra, at støða upsans er verri enn áður, men fleiri ymiskar fatanir eru.
- Ein partur av fiskimonnunum vísa á, at støðan ikki er góð, ein partur at støðan er hampilig ella góð. Upsin er stórur og feitur, men tilgongdin tykist framvegis ikki vera góð, skrivar fiskidaganevndin.