Handverkarar, sum arbeiða í Føroyum, eiga at hava líka lágan skatt, sum føroyskir handverkarar, sum arbeiða uttanlands.
Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum umboðar arbeiðsgevararnar, heldur enntá, at alt annað er tekin um manglandi virðing fyri teimum handverkarum, sum arbeiða í Føroyum.
Eftir aðalfundin í Føroya Arbeiðsgevarafelag herfyri, vísti felagið á, hvussu neyðugt tað er at fáa Føroyskar handverkarar at støðast í Føroyum, heldur enn at fara uttanlands. Samstundis vísti felagið á, at tað er neyðugt at gera tað lagaligari hjá føroyskum fyritøkum at fáa fatur á útlendskari arbeiðsmegi.
Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag, vendi kanónini aftur beint ímóti arbeiðsgevarunum, og vísir á, at tað eru teir, sum ikki vilja hækka lønina, og at lønin hjá einum, sum hevur lært í fýra ár, er bara eini 11 prosent hægri enn hon er hjá einum, sum einki hevur lært.
Hann vísti eisini á teir mentanarligu samanbrestir, ið kunnu standast av at fáa útlendska arbeiðsmegi til eitt land.
Les eisini: Øll arbeiðsleys í verðini hjartaliga vælkomin til Føroya
Men hetta skilja tey í Arbeiðsgevaravelagnum als ikki.
Marita Rasmussen heldur, at Havnar Handverkarafelag skuldi heldur tikið lógvatak saman við arbeiðsgevarunum og roynt at fingið teimum sum arbeiða og gjalda skatt í Føroyum, fyri at lækka skattin, soleiðis, at tað ikki skal vera tann høgi skatturin í Føroyum, sum rekur føroyskar handverkarar av landinum, og sum ger, at føroysk vinna ikki er kappingarfør við útlendsku vinnuna um at fáa góðar handverkarar.
- So leingi sum vit skatta føroyingar av landinum, hevur vinnan ongan annan møguleika enn at seta útlendska arbeiðsmegi í starv, fyri yvirhøvur at kunna loysa tær uppgávur, sum fyritøkurnar hava, og fyri yvirhøvur at kunna hava nakrar lærlingar, sigur Marita Rasmussen.
Felagið er heldur ikki samd í, at lønarlagið hjá lærlingum og handverkarum, er so ússaligt, sum formaðurin í Havnar Handverkarafelag, ger tað til
Ein lærlingur fær 9.613 krónur í miðal í løn um mánaðin og harumframt hevur hann sum oftast tryggjað starv eftir lokna útbúgving. Ein lærari, ein námsfrøðingar ella ein lesandi á Fróðskaparsetrinum fær 3.815 krónur um mánaðin, meðan tey eru undir útbúgving – uttan at hava nakra trygd um eitt starv eftir lokna útbúgving.
Annars fær ein handverkari eini 15 prosent hægri løn enn ólærdur, tá ið eftirlønin er tald við. Og harumframt krevst í alt fleiri førum ein útbúgving fyri yvirhøvur at fáa eitt starv, sigur Marita Petersen.
Trýst HER og les meiri um, hvat Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur um skattin í Føroyum og um at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya