Lærarafelagið hevur ein grundaðan mistanka um, at Mentamálaráðið ikki spælir við opnum kortum, tá tímatillutanin til skúlarnar fer fram, ella tá skúlaleiðarar venda sær til ráðið við ivaspurningum, skrivar Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, í Skúlablaðnum.
Hann sigur, at tepra játtanin til fólkaskúlan er ein vaksandi trupulleiki fyri skúlaleiðarar og lærarar og nevnir, at ein skúlastjóri, sum hevur sitið í skúlaleiðsluni í 25 ár, fyri kortum kærdi sína neyð og segði, at hetta var truplasta árið at fáa alt at hanga saman, sum hann visti um.
- Politikarar og Mentamálaráðið eiga at gloyma øll føgur orð um fólkaskúlan, tí fólkaskúlin verður niðurpíndur av ov lítlari játtan á fíggjarlógini, skrivar hann í oddagreinini í Skúlablaðnum.
Herálvur Jacobsen vísir á fleiri dømi, har Mentamálaráðið herðir krøvini til skúlarnar, tó uttan at nøkur eyka játtan fylgir við.
- Samsýningin, sum lærarar leingi hava fingið, fyri at ansa næmingum í matarsteðginum varð skorðin niður í ein triðing. Vikutímatalið til alisfrøði í 8. flokki varð hækkað við einum tíma um vikuna, uttan at samlaða tímatalið hækkaði samsvarandi. Trygdin í sambandi við svimjing skuldi raðfestast uttan at tímar fylgdu við, ella at táttað varð í ásetingarnar annars. Harmasøgan er longri, men úr Mentamálaráðnum eru boðini, at tað bert er ein spurningur um raðfesting. Men hvussu skulu skúlaleiðslur raðfesta, tá tímajáttanin longu frammanundan er ov lág? Skúlaleiðslur hava skrivað og óskrivað krøv at ganga undir, umframt arbeiðstíðaravtaluna millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Tað hevur verið frammi, at nú skulu skúlaleiðslur fáa munandi útbúgving, men øll leiðsluskeið í heiminum gera ongan mun, um leiðslan einki tilfeingi hevur at arbeiða við, skrivar Herálvur Jacobsen.
Hann ákærir mentamálaráðið fyri ikki at spæla við opnum kortum og at spæla myrkaspæl.
- Lærarafelagið hevur ein grundaðan mistanka um, at Mentamálaráðið ikki spælir við opnum kortum, tá tímatillutanin til skúlarnar fer fram, ella tá skúlaleiðarar venda sær til ráðið við ivaspurningum. Dømi er um tímar, sum sambært arbeiðstíðaravtaluni eru oyramerktir til ávíst virksemi, sum, eftir ráðgeving úr Mentamálaráðnum, verða fluttir til annað virksemi. Mest ítøkiliga dømið um myrkaspælið er, at Mentamálaráðið í vár, av sínum eintingum, gav stórum parti av tímunum vegna serligan tørv annað heiti, fyri á tann hátt at sleppa undan eyka fyrireikingartíðini, sum er tengd at hesum tímunum. Ætlanin varð seinni slept, men talan var í hvussu er um eina roynd. Mentamálaráðið minnir mest um ein forherðing, sum Lærarafelagið alla tíðina má hava undir umsjón. Skúlaleiðarar hava í nógv ár kært sína neyð, og nú boða skúlaleiðarar frá, at ivasamt er um til ber at røkja bara vanligu ansingarskylduna við eini tímajáttan, sum støðugt tódnar, sigur hann.
Les meiri í Skúlablaðnum.