Mongu skattabroytingarnar stimbra ikki íløguhugin

sigur alivinnan

Fyri at føroyska alivinnan skal kunna áhaldandi menna seg, er neyðugt at hon gevur eitt ávíst avkast. Tí heldur Havbúnaðarfelagið, at vinnan einans skal gjalda skatt av yvirskoti og ikki av umsetningi.

 

- Við nýggju skipanini er reellur vandi fyri, at alifyritøkur noyðast at gjalda skatt, hóast virksemið skuldi givið undirskot. Tá verður trupult yvirhøvur at hava nakað yvirskot at reinvestera í fyritøkuna, um verandi avgjaldsskipan verður varðveitt, skrivar Havbúnaðarfelagið.

 

- Eitt avkast í alivinnuni er ein fortreyt fyri, at føroysk alivinna kann vaksa og gera tær íløgur, sum eru við til at skapa enn meiri virksemi og arbeiðspláss. Tað er umráðandi, at støðugir og góðir karmar kveikja áhugan at fremja íløgur her á landi. Seinastu árini er avgjaldsskipanin broytt á hvørjum ári, og ofta við sera stuttum skotbrá. Hetta stimbrar ikki íløguhugin í alivinnuni, sigur Havbúnaðarfelagið.

 

Annars letur felagið væl at støðuni í vinnnuni. Í 2015 útflutti Føroyar 66.000 tons av laksi, fyri eitt virði á 2,8 milliardir krónur. Hetta er eitt lítið vet lægri enn í 2014, tá vit útfluttu um 70.000 tons fyri eitt virði á 2,9 milliardir krónur.

 

Alilaksurin er tó framvegis størsta einstaka útflutningsvøra Føroya og stendur fyri góðari helvt av samlaða føroyska fiskavøruútflutninginum.

 

Nøgdin av útfluttum laksi er minkaður meiri enn prísurin og vísir hetta, at prísurin á føroyskum laksi er voksin nakað. Føroyska alivinnan marknaðarførir føroyskan laks sum eina hágóðskuvøra, og sambært Havbúnaðarfelagnum er prísurin á føroyskum laksi hægri fyri hvørt kilo enn í mun til laksin hjá kappingarneytunum.

 

Marknaðurin er eisini broyttur nógv seinastu árini. Í 2006 fór knapt 80 prosent av útflutningsvirðinum av aldum laksi til ES, men í 2015 er hesin parturin minkaður til undir 30 prosent. Nú verður alsamt størri partur seldur til Russlands, USA og Kina.

 

Í ársfrágreiðingini nertir Havbúnaðarfelagið eisini við lúsatrupulleikan og sigur, at laksalúsin framvegis má takast í størsta álvara.

- Fyri at minka um tørvin á medisinskari viðgerð, eru feløgini farin undir at nýta m.a. rognkelsi, feskvatnsviðgerð, lúsaspularar og termolúsarar til at halda lúsatalinum niðri, skrivar felagið.

 

Fyribils letur Havbúnaðarfelagið væl at royndunum við bæði rognkelsi og brunnbátinum Hans á Bakka.

 

Havbúnaðarfelagið væntar, at globala framleiðslan av laksi fer at minka nakað í 2015, millum annað orsaka av, at Chile hevur fingið stórar trupulleikar av sjúku í sínum aliøkjum.

- Prísurin á laksi hevur higartil í 2016 verið óvanliga høgur, og væntast eisini at vera góður tað, sum eftir er av árinum, sigur felagið, men minnir tó á, at prísurin søguliga sveiggjar nógv og tí kunnu koma tíðir, tá torført verður at vinna pening á marknaðinum.