Beint fyri jól varð nýggj kunngerð um makrelfiskiskap í ES-sjógvi sett í gildi. Umsóknarfreistin at fiska makrel var beint eftir jól og upprunaliga skuldi Fiskiveiðueftirlitið viðgera umsóknirnar tann 29. og 30. desembur.
30. desembur komu tó boð úr Fiskiveiðueftirlitinum um, at viðgerðin fór at verða eitt sindur drúgvari í ár. Nógvar umsóknir vóru komnar inn og herd krøv til skipini gjørdi, at allar máttu viðgerast av nýggjum í mun til farna ár.
- Fyri at allar umsóknir kunnu viðgerast eins og á nøktandi hátt, og fyri at formligu viðurskiftini við ES eru klár, tá loyvini verða útskrivað, verða loyvini ikki klár at skriva út fyrr enn í aðru viku í januar, skrivaði Fiskiveiðueftirlitið tá.
Høvuðsorsøkin til seinkingina var, at nógvu frídagarnir um høgtíðina argaðu viðgerðina og samskifti við aðrar stovnar, bæði í Føroyum og í ES, varð sagt tá.
Nú boðar Vørn so frá, at viðgerðin av umsóknunum sum so er liðug, men at nógv fleiri skip lúka treytirnar fyri at fiska makrel í ES-sjógvi, enn ráðiligt er at senda í ES-sjógv. Heili 37 umsóknir eru komnar inn, umframt nótaskip, og Vørn boðar frá, at enn er møguleiki at søkja um fiskiloyvi, so umsóknartalið kann hækka.
14 fiskifør fáa loyvi í hesum umfari. Vørn hevur avgjørt at nótaskipini, ið hava søkt, fáa framíhjárætt, so tey seks nótaskipini sleppa øll á listan.
So eru átta loyvi eftir, og hesi vera nú býtt við lutakasti.
- Avgerðin um lutakast er tikin, av tí at tað eru nógv fleiri umsóknir, enn tey 8 loyvini, sum kunnu veitast aftrat loyvunum til nótaskipini, smbr. § 17, stk. 2, sum uppfylla treytirnar smbr. § 17, stk. 1, og tí at Vørn ikki metir, at aðrar treytir lógliga kunnu setast, sum avmarka talið meiri enn kunngerðin ásetur, ella sum geva øðrum umsøkjarum enn nótaskipum framíhjárætt.
Sostatt eru 37 fiskifør fyribils við í lutakastinum, men av tí at umsóknarfreistin ikki er farin enn, kann tað talið veksa. Framvegis eru tó ikki fleiri enn tey átta loyvini tøk.
Lutakastið verður hildið týsdagin 6. januar klokkan 14.00 á skrivstovuni hjá Vørn. Skipini, sum fáa fiskiloyvi í ES-sjógvi, sleppa at gera ein túr í senn í ES-sjógvi, eftir teirri raðfylgju, sum lutakastið gevur.
Sambært fiskiveiðuavtaluni, sum Føroyar og ES skrivaðu undir 9. desembur, kunnu føroysk skip fiska 40.000 tons av makreli í ES sjógvi komandi ár.
Krøvini fyri at fiska eftir makreli í ES-sjógvi eru, at skipini fiska við nót ella uppsjóvartroli og sjálvi kunnu taka fiskin inn, umframt at tey hava útgerð og orku at hagreiða, køla og frysta veiðuna.










