málrættaður og handfastur búskapar- og fíggjarpolitikkur nærmast hevur verið ikki-eksisterandi seinastu 10-15 árini - bara nýggjar, fleiri og betri tænastur frá tí almenna og stórar upphæddir til løgur. Ey [...] stóran dent vit løgdu á ein sterkan samskipandi leiklut hjá nýggja Fíggjarmálaráðnum, tí vit vistu m.a., at aðalráðini vildu onkursvegna royna at liva sítt egna fíggjarliga lív og tí skuldi samskipandi [...] Týðandi amboð í hesum arbeiði eru millum annað: 1. At greina búskaparlig hagtøl, sum Hagstovan kunnger 2. At greina hagtøl um landsins inntøkur og útreiðslur, sum Gjaldstovan og TAKS savna og kunngera 3. At
váttað av ICRC (Altjóða nevndini hjá Reyða Krossi) í eini frágreiðing frá 2007. Henda píning fataði um m.a.: at nokta fanganum svøvn við dagalongum áhaldandi larmi at noyða fangan at vera naknan í dagar at [...] brestandi inn í avhoyringarrúmið og “You´re going to Egypt!” he yelled. “And while you´re there, I´m going to find your mother and fuck her!” (Mayer s 106) Eg vóni ikki, at hetta orðalagið hevur eyðkent [...] samband var. Hansara “vitnisburður” var sjávt støðið undir avgerðini um at fara í kríggj við Irak. Og m.a. sum ein avleiðing av hesum kríggi standa Taleban nú til at vinna í Afghanistan. Um Al-Libi siga óváttað
Harra. Einki sjónvarp og 10 børn At koma til fjarskotnu bygdina, Port Ligar í Marlborough Sounds norðast á Suðuroynni, er ikki bara sum at siga tað. Antin mást tú koyra í egnum bili í 2-3 tímar á vánaligum [...] vera tann mest spennandi býurin, er stór. Í Aucklandi stendur hægsti bygningur á sunnaru hálvkúlu, 328 m høga tornið, Skytower. Wellington breggjar sær av at eiga heimsins besta forngripasavn, Te Papa Museum [...] í 8 tímar á jøklinum, í áum og í fjallasíðunum omanfyri, fyri at koma niðan til eina smáttu í 1600 m hædd, har vit skuldu sova um náttina. Útlúgvaður var ikki ringt at sovna, hóast tað var kalt í smáttuni
til merkis at grannar okkara seta upp góð 50MW uppá 2 ár. Aðrar varandi orkukeldur kunnu eisini verða við at avmarka útlatini av vakstrarhúsgassum, m.a. innsavnan av tøðum og lívrunnum evni frá fiskavirkjum [...] bak. Kanningar hjá jarðfrøðingum vísa, at globala oljuframleiðslan bert kann nøkta verandi tørv góð 10 ár afturat. Goymslurnar verða minni ár fyri ár, tí tilgongdin av nýggjum fundum ikki stendur mát við [...] umsita vegna allar kommunurnar í oynni, og fylgir tá við lógargrundarlag, ið tryggjar, at landsstýrið m.a. kann áleggja økisráðnum fyri Suðuroy at útvega upplýsingar til nýtslu í langtíðar- landsplanskipanini
okkum alsamt longur inn í ein talgildan veruleika, har sambondini ofta eru stýrd av algoritmum og skjótum tilfari, hevur hugvísindaliga granskingin - og millum teirra tónleikurin - eina áhaldandi [...] leiklut, men er eisini ein liður í einum demokratiskum og hugvísindaligum myndanararbeiði. ##med2## Tónleikafakið í føroyska fólkaskúlanum Hyggja vit eftir sjálvum tónleikafakinum í fólkaskúlanum [...] tíðarskeiðnum frá 2010 til 2023 vóru heili 114 hugvísindaligar útbúgvingar niðurlagdar, og seinastu 10 árini er upptøkan av hugvísindaligum lesandi minka niður í nærum eina helvt. ##med3## Danmark
bygdarskúlan at vera í, og eftir einar 2-3 dagar makaði hann vindin aftur, og vit livdu sum tað tilkemur skótum, tað ið eftir var av ferðini. Vit fjakkaðu víða hesar dagarnar, m.a. gingu vit norður á oynna, har [...] kenna hesar dreingirnar og seinri menninar, eisini klaksvíkingarnar, heilt fram til hendan dag. ##med2## Okkara vegir skiltust aftur, táið vit stigu fótin á bulvirkið á havnarkei fyri norðurgangandi, og [...] við einum góðum árgangi í Klaksvík um tað mundið lógu teir væl fyri – í broddi fylkingar. Gjørdust m.a. føroyameistarar í unglingadeildini í 1973. Hartil var hann við til at gerast føroyameistari í hondbólti
spleysa, - bløðga, kryvja og ísa, og Magnus gjørdi somu royndina, men nakað eftir frættist, at Heðin M. Klein fiskimálaráðharri hevði keypt hetta lutfalsliga nýggja skipið til havrannsóknir. Myndugleikarnir [...] samanbering er mest progressiva ískoyti til føroyskan politikk hesi seinru mongu árini. Vit settu okkum m.a. fyri at seta skjøtil á at smíða tjóðini eitt skip, sum burturav varð smíðað til hav- og fiskirannsóknir [...] sjálvt tær støðlaðu krónurnar, gott og væl 20 mió. kr., eru rændar inn í kassan aftur saman við teimum 10 milliónunum, sum skilagóða nevndin í Forskotsgrunninum, við Jákupi Sólstein á odda, flutti nýggja
at allir finskir fólkaskúlalærarar, á báðum stigum, hava havt eina sera grundiga útbúgving í sínum 1-2 linjufakum, sum teir hava brúkt munandi meira tíð uppá enn teirra donsku starvsfelagar. Danskir lærarar [...] grundútbúgving hava í. Flokslærararnir mugu næstan altíð umframt móðurmálið undirvísa egna flokkinum í 2,3,4 lærugreinum aftrat, t.d. støddfrøði, ítrótti og náttúru og tøkni. Í ávísum føri eisini í fremmandamálum [...] til serundirvísing enn í Danmark. Verður hugt at teimum góðu finsku PISA-úrslitunum, so skyldast tey m.a., at tann “veiki” bólkurin er nógv minni enn í Danmark. Henda rúmligheitin til næmingar við ymsum
úr heildini at nýta til próvførslu, t.d. at rættvísgera egnan fordóm. Í Balslevs Bíbliusøgum stendur m.a.: "Jób var maður, ið óttaðist Guð. Hann var ógviliga ríkur, og átti sjey synir og tríggjar døtur. [...] skuldi føðast blindur?« Jesus svaraði: »Hvørki hann hevur syndað ella foreldur hansara .... « (Jóh 9,2-3) Tá ið onkrum prædikumanni her á landi hevði eydnast at dára einar 300 ungar sálir at taka undir við [...] fylgdu ongar treytir við: »Sonur min, hav tú gott treysti, syndir tínar eru tær fyrigivnar.« (Matt 9,2) Hesi orðini segði Jesus, tó at ørindini til hansara ikki vóru at biðja um syndafyri-geving, men at
serligt. Restin er gandur. --------- Loreena McKennitt og Jóannes Lamhauge í Rás 2 Í Rás 2 hjá Miðlavarpinum mánadagin 10. des. kl.11.00 bar til at hoyra tónleik hjá Loreenu McKennitt, umframt brot úr samrøðuni [...] avbjóðingum og møguleikum hjá einum málrættaðum og dugnaligum tónleikara og eftir bert fáum árum hevði hon m.a. spælt sangleikir og skrivað tónleik til fleiri filmsverkætlanir. Hon setti á stovn plátufelagið Quinlan [...] Lavelle. Lavelle er eitt stórt solonavn umframt at vera viðurkend í klassiskum tónleiki. Hon hevur m.a. arbeitt saman við nøvnum sum Radiohead, The Chieftains, Peter Gabriel, Vangelis, Massive Attack og