Plimsollarin á Vestaru vág – CIP(2)

Tórbjørn Jacobsen
fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Tjóðveldi
------
Fyrsta ferðin, eg við berum eygum sá “Magnus Heina­son”, var á onkrum havmiði í Barentshavinum. Í 1978. Framtungur, við fullari vomb av salti, kom hann tóvandi eystureftir í góðveðrinum hendan várdagin. Fiskiskapurin var slakur í norskum og russiskum sjógvi um hetta mundið, og flestu togararnir komu heimaftur við einum sjatti og meginpartinum av saltinum á banj­aranum. Vit fóru í ísfisk undir Føroyum, rokaðust dúgliga í ups­anum, teir brestust átøkir nýsum í pavninum, tað stóð bara á at skjóta, hála, bøta og spleysa, - bløðga, kryvja og ísa, og Magn­us gjørdi somu royndina, men nakað eftir frættist, at Heðin M. Klein fiskimálaráðharri hevði keypt hetta lutfalsliga nýggja skipið til havrannsóknir. Myndugleikarnir hava helst hildið, at áneyðir vóru á munabetri fari enn “Jens Christian Svabo”, sum Erlendur Patursson, fiski­mála­ráð­harri keypti landinum í 1964. “Ternan” var lutvíst brúkt ta fyrstu tíðina, eftir at hin vitugi slóð­arin Jákup Sverri Joensen, fiski­frøðingur, í 1959 burturav varð settur at stjórna fiskifrøðini í Før­oy­um. Í væl meiri enn hálva øld hevur fiskivinnutjóðin Føroyar ikki hildið seg hava ráð til at smíða sær eitt skip, sum burturav er sneitt og snákað til hav- og fiskirannróknir.

Helst var tað heldur ikki av tilvild, at Erlendur Patursson skipaði fyri at flyta fiskimarkið út á 12 fjórð­ing­ar fyri hálvari øld síðani, á Græk­arismessu í 2014, og at læknin, vinnu­motorurin og politikarin Petur Reinert fekk tað í lag í 1977, at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar umframt at fáa í lag eina nationala vaktar- og bjargingartænastu. Tað snúði seg um at tryggja búskapar­liga grundarlagið undir tjóðini. Fiski­markið. Og eisini at laða grund­ina undir eini sjálvstøðugari tjóð, Republikkini, táið hon kemur. At stika inni spísikamarið, sum føroyingar kunnu liva av í øldir frameftir, um vit bert megna at reka ein fiskivinnupolitikk, sum tryggjar, at optimal stovnsrøkt gevur okkum mestu lívfrøðiligu rent­una, uttan at tað verður ging­ið stovnunum ov nær. Hetta veld­uga bassin, undir teimum 275 túsund ferkilometrunum av hav­leiðum, sum nú vóru okkara, fóru sjálvsagt at seta stór krøv til hav- og fiskifrøðingar, fyri at fáa til vega mestu vitanina um støðuna, gongd­ina, broytingarnar og útlitini í lív- og vistfrøðini. Um vit ikki geva gransk­ingini í hesum segmenti fremstu raðfesting, so fattast okk­um vísdómur. So frægt bleiv tað nú kortini, at Fiskirannsóknar- & seinri Havstovan gjørdist flagg­skipið í føroyskari gransking, við­ur­­kend alla staðni uttan kanska júst í heimlandinum, har hin mest víðgongda høgrastjórnin í heim­in­um hesi bæði seinastu tvey árini hevur útmerkað seg við at sýna hes­um meginstovni mestu forakt og vanæru.

Mær untist at sita í fiski­mála­­ráð­­num í nakrar kráku­mán­að­ir í 2008. Eftir at hava kannað eftir hvussu standurin var við hesi flótandi eindini hjá Hjalta & Co., kundi eg bara staðfesta, at okk­urt mátti gerast sum skjótast, tí longu tá var “Magnus Heinason” farin at líkjast einum ússaligum plim­sollara, ið gnaddaði alt meira av gummiringunum við mon­tasju­­bryggjuna á Vestaru vág, for­­fatn­ingurin versnaði, og um­væl­ingar­nar vóru skjótt vaksandi og kostnaðarmeiri enn vit kanska væntaðu. Skipið var komið inn í ta fasuna, har eigarin fer at hyggja seg um eftir einum krambakalli í skrotti, sum hevur tørv á illa tardum gomlum stáli fyri lítið og lætt.

Tað hevur so mangt verið sagt og illgitt um CHE-samgonguna, men ongin ivi er um, at hon uttan saman­ber­ing er mest progressiva ískoyti til føroyskan politikk hesi seinru mongu árini. Vit settu okkum m.a. fyri at seta skjøtil á at smíða tjóðini eitt skip, sum burturav varð smíðað til hav- og fiskirannsóknir. Gongd varð sett á málið alt fyri eitt. Skitsuprosjekt var tilevnað og seinri detailprosjektið. Burturav ein føroysk loysn laðað eftir tørvinum nakað nógv ár fram í ókomna tíð. Havstovan og Skipasmiðjan Mest orkestreraðu niður í minstu smá­lutir eitt valaskip, sum modell sæst av á síðuni. Nú ráddi bara um at finna fíggjarligar útvegir fyri at fremja verkætlanina. Hetta mest neyðuga átak, sum áliggur eini fiskivinnutjóð. Eini tjóð, hvørs exportur stórt sæð bara er sam­an­skrúvaður úr produktum, sum eru fingin upp úr havinum. Av heimaleiðum, av fjarleiðum um­vegis tvílanda sáttmálar og av mið­leið­um úr strandalandasemjum, sum einaferð vóru, og vónandi koma aftur í aftur sum skjótast.
Á vári 2011 valdi Fólkaflokkurin at taka seg úr ABC-samgonguni seinru, undir ræði hansara Kaj Leo, og í nakrar mánaðir hetta árið samstarvaði Tjóðveldi við ampu­ter­aða regimið hjá løgmanni og Akseli. Eitt av mongum málum, sum vit funnu eina loysn fyri, var at smíðast skuldi eitt havrannsóknarskip. Sum skjótast. Føroya Løgting samtykti á vári 2011 uppskotið til fíggjarkarmar 2012, sum fíggjarnevndin legði fram, har fíggingin til skipið skuldi fáast til vega umvegis játtanir úr landskassanum. Í 2011 - 25 mió. kr., í 2102 - 30 mió. kr., í 2013 - 55 mió. kr. og í 2014 - 90 mió. kr. Løgtingið samtykti hetta árið eisini eina løgtingslóg um verkætlan, har heimild er fyri at byggja havrannsóknarskip fyri upp til 200 mió. kr., og hendan lógin er framvegis galdandi lóg. Skipið var harvið í allar mátar búgvið at bjóða út, og hevði verið klárt at tikið í nýtslu, og til at avloyst hin niður í botn slitna “Magnus Heinason”, í árinum, sum er í heinta um seks vikur, í 2014, um ikki avtalurnar við Sambandsflokkin, hendan eins og fleiri aðrar, blivu mishildnar uppá tað skammiligasta, eftir at Fólkaflokkurin totalabsorberaði Kaj Leo, sum nú av øllum alvi royn­ir at halda sær uppi í egnum flokki, nú aðrir so smátt eru farnir at fáa eyguni upp fyri, at flokkurin doyr strádeyðan, sleppur hann sær ikki burturúr hesum fascisto­ida hurlivasanum, sum Niclasen & Vestergaard hava komið hon­um í hesi seinastu tvey árini. Merki­ligasta politiska neyðtøka í nýggjari tíð, - fyri opnum tjaldi á alljósum degi.
Soleiðis lá landið, og so er spurn­ingurin, hvat er status í málinum ídag?

Einastu tíðindi um hetta eru at finna í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg 2014, sum eftir eina fyrstu viðgerð á tingi liggur í fíggjarnevndini, og sum skal samtykkjast fyri árs­skift­ið næsta, soleiðis sum tað er lagt fram ella í broyttum líki. Foraktin hjá landsstýrismanninum fyri øll­um, sum bara ber brá av vísund, hav- og fiskifrøði, sker í eyguni. Hav­rannsóknarskipið, sum var komið undir land í 2011, er foykt burt­­ur, fult og heilt, tað er ikki til í politiska universinum hjá Vester­gaard, og harvið heldur ikki í ditto hjá Kaj Leo. Alt er strikað, sum vit við hond og fót stríddust fyri í ár so mong, og sjálvt tær støðl­aðu krónurnar, gott og væl 20 mió. kr., eru rændar inn í kassan aftur saman við teimum 10 milliónunum, sum skilagóða nevndin í Forskotsgrunninum, við Jákupi Sólstein á odda, flutti nýggja havrannsóknarskipinum, vælsaktans tí at hesir skilamenn úr vinnuni mettu, at stórar áneyðir vóru fyri at fáa veruliga megi út á feltið, til tess at gera neyðugu rannsóknirnar í føroyskum sjógvi.

Landsstýrismaðurin ætlar Hav­stov­uni somu játtan í krónum í 2014 sum í verandi ári, og tað sig­ur ikki so lítið um hansara hug­burð, at tað í tekstinum til “Rakstrarjáttanina Magnus Heina­son” er sett av hin sama upphædd sum fyri 2013. Har­umframt er ong­in króna sett av á kontuni “Út­gerð til Magnus Heina­son”, og hes­in lakoniski tekst­ur­in sigur nú heldur ikki so lítið: “Eing­in játt­an er sett av til skipað við­líka­hald í 2014. Útreiðslur til við­líka­­hald verða hildnar av rakstrar­­játt­anini og siglingarætlan Magnus Heina­sonar verður tillag­að játt­anina.” Vit­andi um, at hes­in út­ransjeraði plim­sollarin helst kemur at hava tørv á milli­ón­um í ábótum í árin­um sum kem­ur, um flótast skal, so hevur landsstýrismaðurin í fiski- og havfrøðimálum longu tikið avgerðina um, at ein trivalig niður­raðfesting skal gerast á øki­num, og at gummignaddaríið á Vestaru vág skal gerast ein perma­nent loysn í føroyskari hav- og fiski­frøði. Alternativt kann Hav­stovan helst taka akutta fíggjar­tørvin av síni egnu rakstrar-játtan, og so er líka galið í manpower segmentinum, sum tað annars hevði verið í tí sum skal viðurfarast í rannsóknum á havleiðunum kring oyggjarnar.
Ongin hevði nú roknað við øðrum. Kortini eru eini stórtíð­indi í upp­skot­inum hjá lands­stýris­mann­inum. Undir gomlu kontuni “Nýtt havrannsóknarskip” sigur hann, at ætlanin, sum nevnd er omanfyri um bygging av nýggjum skipi, er slept. Víðari sigur hann, at: “...arbeitt verður við at gera langtíðaravtalu við privatan veitara um at leiga havrannsóknarskip til endamálið.”

Ikki sørt at hetta luktar langan veg, og er átøkt einum parallelli til vitleysa CIP-málið hjá av­tikna og marginaliseraða inn­lendis­mála­ráð­harranum. Sum tók ministeriið við sær í fallinum. Í duldum arbeiðir landsstýrismaðurin eftir øllum at døma, skal man trúgva hansara egnu orðum, nú við at gera eina avtalu við privatan veitara, sum skal leggja eitt havrannsóknarskip til eitt forkromað leigumál við tær almennu Føroyar tey næstu 30 árini. Segði nakar CIP(2). Tað frættist at sambandsmenn ikki vóru fegnir um loysn sum hesa, teir vóru jú mikil partur í semjuni og avgreiðsluni av almennu loysnini saman við okkum fyri tveimum árum síðani, men kanska hevur Vestergaard í eini klientiskari leitan funnið íløgufressin, sum høgraflokkarnir báðir halda skal forkromast við almennum fæi. Tað dýrari verður føroysk hav- og fiskifrøði í árunum sum koma. Og tess minni verður frøði­liga manøvrurúmið, táið Hav­stovan skal leggja sínar ætlanir í mun til kommerciellu áhugamálini hjá eksklusiva vinmanninum hjá høgramonnum, sum nú ráða fyri borgum okkara.

Tað finnast í løtuni bara tvær loysn­ir á málinum. Onnur er, at Sam­bandsflokkurin í fíggjar­nevndini vend­ir aftur til undirskrivaðu sátt­ina teir gjørdu við okkum um málið í 2011, ella at hendan samgongan skjótast gjørligt leggur frá sær, soleiðis, at progressivitetur aftur fæst í føroyskan politikk. Verandi gongd gongur beint út av eggini. Í tvey ár hava teir ráðandi flutt okkum aftur um ídnaðarsamfelagið, ella heilt aftur til steinøldina, har alt bara var skipað frá degi til dags, og glaðastur var hann, sum onki vitsti um annað enn næstu matar­tugguna.

Vælsignaðir menn, finnið eina al­menna loysn á hesum málinum sum skjótast, til frama fyri okkum sjálvi, og fyri ta virðing sum átakið gevur okkum í grannalondunum. Eitt havrannsóknarskip er sum flog­berin í einum herflota. Tað er ein almenn uppgáva at skipa hesa gransking í hav- og fiskifrøði, vit hava als ikki ráð at lata vera, tíans­heldur at geva hana upp til skutils sum eitt kommercielt spekulatiónsprosjekt hjá onkrum, sum eittans hevur peningaligan vinn­ing fyri eyga. Vónandi fær plim­sollarin á Vestaru vág ein avloysara sum skjótast, sum ikki fer út av vánni sum ein confidentiel CIP(2)-loysn, men sum ein svanur, hvørs ognarskapur er okkara alra. Maðurin, sum legði lunnarnar undir føroyska fiskifrøði, Jákup Sverri Joensen, doyði mettur av døgum fyri kortum, og tað kann ikki vera so út av lagi galið, at nationala fiskifrøðin av politiskum vansketni lítið meira enn yvirlivdi jarðiska lívið hjá manninum sjálv­um. Her krevst av álvara bót á borðið, skal arvurin eftir Frøðingin, sum vit plagdu at rópa hann, lyft­ast aftur sum bjarti kynd­ilin í broddi fylkingar - í føroysk­ari vísund, gransking og rann­sókn.