Loreena McKennitt
Hon er fødd í kanadiska býnum Manitoba í 1957, men sum navnið avdúkar, er hon av írsk-skotskum uppruna. Hon er ikki so kend her um leiðir, men í keltiskt/eklektiskum tónleikasamanhangi eigur hon nokk eitt tað viðurkendasta og virðiligasta navnið í heiminum í dag.
Sum ung genta, kom Loreena tíðliga í samband við eitt livandi og fregið fólkatónleikaumhvørvi í Winnipeg í Kanada. Hon fekk her fyrimyndir sum The Bothy Band, Steeleye Span, Planxty og serstakliga bretska hørpuleikaran Alan Stivell. Og tað gjørdist henni skjótt greitt, at hesin tónleikurin fór at vera hennara kall. Hon gjørdi av at sleppa djóralæknalesnaði sínum, og flutti til Stratford, har hon av álvara fór undir at byggja sær eina karrieru. Her treyt ikki við avbjóðingum og møguleikum hjá einum málrættaðum og dugnaligum tónleikara og eftir bert fáum árum hevði hon m.a. spælt sangleikir og skrivað tónleik til fleiri filmsverkætlanir.
Hon setti á stovn plátufelagið Quinlan Road, og kom í 1985 út við teirri fyrstu útgavuni, ið hon kallaði Elemental. Bondini seldu hampuliga væl, og tey næstu árini komu tvær útgávur við Loreenu í sølubúðurnar afturat. To Drive the Cold Winter Away (1987) og Parallel Dreams (1989). Henda seinna útgávan var hin best móttikna indie-útgávan í Kanada um tað mundið.
Tað stóra internationala gjøgnumbrotið kom tó í 1991 við útgávuni The Visit. Loreena var greið yvir, at hon var av keltiskum blóði, og var hetta als ikki nakað, sum hon hirdi burtur í tónleikinum. Men á eini vitjan í Miðevropu hetta sama árið, fekk hon veruliga eyguni upp fyri teirri keltisku mentanini og søguni.
Hon setti sær fyri at granska ta fornu og gátuføru søguna hjá keltisku forfedrum sínum á longu útflytingarferð teirra úr Mið-og Eysturevropu upp til valisisku, írsku og skotsku norðurstrendurnar. Her var nógv at fara eftir, tá tað kom til tónleikin, tí her var talan um eitt gloymt fólkaslag við eini duldarfullari men vakrari og serstakliga ríkari mentan av vitan, vísind, heimspeki, tónleiki, list, átrúnaði, sagnum og vísum.
Hetta hugtók hana somikið nógv, at tann keltiski arvurin bleiv reyði tráðurin í øllum verkum hennara eftir hetta. The Mask and the Mirror (1994), A Winter Garden (1995) The Book of Secrets (1997) og An Ancient Muse (2006)
Tað, at hon kom fram á keltarnar, broytti lív hennara á nógvar hættir, ikki bara listarliga men eisini andaliga. Hon byrjaði nú eina langa pílagrímsferð, har hon ferðaðist kring knøttin í fótafetum forfedrum sínum. Hon dró íblástur og hugskot úr teimum søguligu støðunum, fólkasløgunum og landsløgunum hon kom fram á, og tók við sær søgur og løg umframt ljóðføri og tónleikarar. Innihaldsliga hevði tónleikur hennara eisini tikið eina líknandi vend yvir í eina andaliga leitan eftir nøkrum undranarverdum og gandakendum, ið vit menniskju tykjast at hava mist onkustaðni á leiðini. Leitanin eftir spiritualiteti og muninum millum spiritualitet og religión er eitt høvuðstema á øllum hesum seinastu fýra útgávunum.
Hetta er world music í sínum reinasta týdningi. Sjálv kallar hon tað Travel Music.
Loftkent og lokkandi
Konsertsalurin er stórur, og tá øll 1.820 fólkini hava funnið sín sess, verða ljósini doyvd heilt niður, og tað verður kvirt. Øll sita í niðuni og bíða.
Løgin ljóð koma krúpandi og leggja ein trølsligan dám á salin. Spakuliga verður tann stóri pallurin skýmingsbláur, og úr tokuni koma 13 skuggar sníkjandi. Ein teirra setist við eina hørpu mitt á pallinum. Hesin skuggin veit, at øll hyggja at sær.
Yndisligur hørpusláttur leitar varliga út í myrkrið, hann vinnur sær treyst og síðani floymir hann vágin út í rúmið eins og kennir hann onki óreint. Tónarnir fylla rúmið, og ljósið verður heitari. Loreena situr og spælir í stakki, sum hon plagar, og hitt eyðkenda reyða hárið hongur sítt og ývið niður á bringuna.
Ein djúp sello kemur inn í ljóðmyndina, og síðani ein einsamøll violin.
Við sær á pallin í kvøld hevur Loreena fleiri heimsnøvn. Hon, ið spælir sello, er ein vøkur ljóshærd kvinna, ið eitur Caroline Lavelle. Lavelle er eitt stórt solonavn umframt at vera viðurkend í klassiskum tónleiki. Hon hevur m.a. arbeitt saman við nøvnum sum Radiohead, The Chieftains, Peter Gabriel, Vangelis, Massive Attack og Muse, men tá ið høvi býðst er hon á konsertferð við Loreenu.
Høgi og berskølluti violinisturin eitur Hugh Marsh, og hetta er ein maður, ið av álvara hevur sligið navn sítt fast, bæði sum klassiskur og modernaður tónleikari. Hesin hevur óteljandi nøvn á sínum lista, so sum Bruce Cockburn, Peter Murphy, Daniel Lanois, Michael Brecker, Bonnie Raitt, James Blood Ulmer, Flea, Gregoire Maret, Kani Karaca, Sonny Stitt og Roberto Occhipinti. Marsh er eisini ein sera virkin og eftirspurdur maður innan filmstónleik, har hann javnan samarbeiðir við filmstónaskøldunum Hans Zimmer og Harry Gregson Williams. Hann hevur t.d. lagt sítt hegni í filmar sum Kingdom of Heaven, Armageddon, Narnia, The Number 23, Black Hawk Down og The DaVinci Code. Harafturat kann nevnast, at Marsh hevur vunnið National Jazz Award prísin sum ársins violinleikari fýra ferðir.
Á pallinum liggja tjúkk persisk teppi og úr erva hanga skreytiligar krúnur úr kronglaðum svørtum metalli við smáum blaktrandi kertuljósum í. Eg hugsi, at um eg skal skriva eitt ummæli av hesi konsertini, verði eg nokk noyddur til at vera drýggin við superlativunum, tí ein og hvør ummælari veit jú, at tað kann tykjast beinleiðis óseriøst at veipa soleiðis við ørmunum. …Men tá Loreena byrjar at syngja, eri eg prísgivin.
Hon syngur undarliga reint. Tað hoyrist, at hon hevur drúgvar royndir í klassiskum sangi. Røddin minnir eitt sindur um Lisu Gerrard úr Dead can dance, Kate Bush, Clannad, og The Cocteau Twins, men hon líkist hóast alt slett ikki nøkrum av hesum. Betri samanspældar tónleikarar ber neyvan heldur til at fáa fatur á til slíkan tónleik. Ongin av teimum tykist geva sær far um, hvar teir eru staddir, teir gera bara tað teir eru bestir til, og teir elska tað.
Okkurt ókent og forborgið bylgist inni í mær, og tað gerst mær nú greitt, at um eg skuldi skorið øll superlativini burtur, kundi eg eins væl latið vera við at ummælt hesa konsertina.
Uttan eitt einasta kis skrædnar takið á salinum og veldugi klári stjørnuhimmalin vísir seg í allari síni endaleysu dýrd yvir mær.
Vónin og tað menniskjaliga
Eg má taka brillurnar av aftur – eyguni tæna mær onga nyttu her. Hon syngur og tosar millum løgini, men eg lurti ikki eftir henni. Eg hoyri bara tónleikin. Hann tølir og hálar í meg á øllum glettum og frá øllum síðum, og eg kann ikki gera annað enn at fara glaðbeintur aftaná.
Ljóðmyndin breiðkast, og forbodnar girndarhugagar leirtrummur sleingja alt upp í ein øran meldur av litum, kenslum og villum eldreyðum hári. Hjartað dukar í bróstinum á mær og blóðið brúsar í æðrunum. Loreena tekur mína nøtrandi hond og leiðir meg gjøgnum tostandi arabisku oyðimerkurnar, durvandi og døggvátu írsku grønheiðarnar, upp um Kaukasusfjøllini á miðjari nátt, gjøgnum permafrysta siberiska nálaskógin, fram við suður-iberisku strondini, Granada, Alhambra. Hon syngur um griskar hetjur og arthuriskar kappar. Óberandi beiskar lagnur og brennandi kærleika.
Opin himmal og ótamdir streingir - turkisk kanoun, fiólir, luttur, tabla, oud, lýra og ein rúgva av ljóðførum, sum eg ikki kenni navnið á - sveimandi í ørsku.
Eg veit ikki hvat tað er, men tað kennist sanniliga sum syndanna fyrigeving.
Hetta er so nógv meira enn bert arkeologiskur útgrevstur og søguligar lýsingar av fólkum, ið leingi hava verið dust og øska. Hon syngur hvørki um sannleika ella um søguligar sannroyndir. Søgan er bert rammuverkið, tólið hon nýtir til at hjálpa okkum at skilja og fata hugmyndirnar hon málar, innlimar og prædikar. Hon syngur í roynd og veru slett ikki um andaligar og mentanarligar keltiskar dýrgripir, sum tíðarinnar tonn langtsíðani hevur brýnt niður í onki. Men hetta er ein langtandi og eymur longsil eftir onkrum, sum allarhelst ongantíð hevur verið. Hetta eru fagnaðarkvæði til tann sannleikan, at lívið er vakurt, tí tað er so ófatuliga stutt. Søgan er harafturímóti endaleys, og hon er tað einasta leysa próvtilfarið vit menniskju hava um, at tað hava verið onnur undan okkum, ið eisini vóru ferðandi pílagrímar, ið leitaðu eftir endamáli og meining.
Hetta eru fagnaðarkvæði til kám, støkkin og víkjandi mannahugtøk sum vón, frælsi, vakurleiki, kærleiki og ævinleiki. Hon syngur fyri teimum, sum eru deyð og gloymd, og fyri tankunum hjá teimum, sum ikki vórðu hoyrd.
“…Though we share this humble
path, alone
How fragile is the heart
Oh give these clay feet wings to
fly
To touch the face of the stars
Breathe life into this feeble heart
Lift this mortal veil of fear
take these crumbled hopes, etched with tears
We will rise above these earthly
cares
Cast your eyes on the ocean
Cast your soul to the sea
When the dark night seems
endless
Please remember me”
Ongin av teimum 1.820 fólkunum inni í salinum eru til staðar, øll verða borin út úr rúminum til okkurt loyniligt stað, ið bara tey vita um. Tunnhærdir vaksnir menn sita friðaliga og gráta og stara at onkrum langt burturi. Dreymunum tú ikki røkkur longur, men sum tú ongantíð gloymir. Avgerðunum tú hevur tikið, lyftunum tú hevur givið tær sjálvum, og loynidómunum, ið ongin nakrantíð fer at vita um. Lívið er vakurt júst tí at tað er so stutt, og meðan vit eru her liggur øll heimssøgan í lógva okkara. - Lurta eftir mær nú, tí tað handlar jú ikki um nakað annað enn løtuna, ið vit eiga saman beint nú. Alt annað er uttan týdning.
Leitanin og ferðin
Boðskapurin er í grundini einfaldur. Næstakærleiki, náði, harmoni, virðing fyri fleirleika, náttúru og forfedrum, andanum, gátuni, leitanini og ferðini. Loreena McKennitt er ein humanpolitiskur pasifistiskur peikifingur.
Við tónleikinum holdnemur hon eitt optimistiskt og næstan naivt álit, har hon treiskt og tvíhildið trýr á tokkan í menniskjuni og í tí kollektiva tilvitinum. Hon nýtir ferðina og langa keltiska flytiævintýrið upp gjøgnum Evropu sum eina øðrvísi mynd til at minna okkum á, at sum menniskju ferðast vit øll, og øll leita vit. Vit leita, tí at tað er so ómetaliga nógv at leita eftir, og tað er so nógvur lærdómur og so nógv ríkidømi at finna, um vit leggja nakað í tað. Vit hava bara lyndi til at gloyma, at lívið er alt ov stutt til ósemjur og at útihýsa hvør øðrum, tí vit ikki líkjast. Ístaðin eiga vit at minnast, at tað er so nógv meira, ið kann knýta okkum saman, enn slíta okkum sundur.
Nakað heilt serligt
Tveir alt ov stuttir tímar sníkja seg framvið. Tey á pallinum takka fyri seg, og øll standa og klappa, ið eru før fyri at standa.
Meðan glymurin rungar, verði eg sum ummælari noyddur til at rysta hetta piprilsi av mær, taka samanum og draga eina skilagóða ummælaraniðurstøðu. Men hvat merkja seks út av seks stigum í veruleikanum?…Um ein hugsar seg um er tað jú burtur úr vón og viti at viga nakað, ið ikki letur seg viga, tí sannleikin er tann, at henda ógloymandi upplivingin hvørki kann metast í orðum ella tølum, og er tað ikki eisini líkamikið tá samanum kemur? Loreena McKennitt er onkursvegna meira enn alt hetta. Hetta er fyrst og fremst andaligur tónleikur, ið fram um alt viðger og kveikir tað innasta og dýrasta í okkum. Hon ber fram, at tað ferðandi og leitandi lyndið er nakað, ið liggur inngrógvið í okkum, tí vit menniskju í roynd og veru kanska ikki eiga nakað, sum vit kunnu kalla eitt heim. Hon fyrislær, at somatiska tilvitið er nakað, ið ikki eigur at tykjast okkum so fjart, og at sálin er ein størri partur av okkum enn vit ganga og halda. Hetta er kjarnin í okkum og vit eiga at verja og røkja hann, tí at tað er her inni vit mega finna tað vit leita eftir, óansæð um tað er Guði ella okkum sjálvum.
Kanska eru hugmyndirnar hjá Loreenu rein utopi, og kanska eru hetta bara tankarnir hjá einum bjartskygdum droymara úr Kanada, men hvussu er og ikki, so er tvørsøgnin við at dýrka ein fullkomnan mystikk samantvunnin við leitanini eftir einum algildum svari, eitt greitt tekin um, at vit innast inni kanska ikki ynskja at finna tað vit leita eftir. Vandi er jú fyri, at vit gerast vónsvikin av tí vit finna, og at drívmegin og spenningurin hvørvur um vit velja at loysa ta stóru gátuna.
Tað at vit ikki kenna ferðamálið á ferðini ger jú at pílagrímsferð okkara ongantíð kann enda. Hetta er ein menniskjalig ringrás, millum átrúna og empiriskt skygni, gátuna og svarið. Og tað er júst hesin viðkomandi tvíleikurin, sum er við til at gera tónleikin hjá Loreenu McKennitt til nakað heilt serligt. Restin er gandur.
---------
Loreena McKennitt og Jóannes Lamhauge í Rás 2
Í Rás 2 hjá Miðlavarpinum mánadagin 10. des. kl.11.00 bar til at hoyra tónleik hjá Loreenu McKennitt, umframt brot úr samrøðuni við hana. Heri Simonsen tosaði við Jóannes Lamhauge, sum var til konsert við kanadisku songkvinnuni í Keypmannhavn fyrr í ár. Nú ber eisini til at keypa tónleikin hjá Loreenu McKennitt í teimum størru fløguhandlunum í Føroyum.
Sending um kandisku songkvinnuna Loreenu McKennitt við Jóannes Lamhauge og Jan Müller í Rás 2 mánamorgun verður endursend klokkan 22.00 mánakvøld.









