Samson Nesá
Eydna Lucia Abrahamsen
????????????????????
At fólki dámar væl at ferðast út í heim er einki nýtt. Munurin fyrr og nú er, hvussu tú ferðast og tíðin, tað tekur. Í dag gevur tú tær ikki stórvegis far um, hvørt tú skal til grannalondini ella um leiðin gongur til meira fjarskotin lond. Sjónvarpið og alnetið hava eisini gjørt heimin nógv minni.
At valið fall á Ný Sæland, sum liggur hinumegin jørðina, vóru fleiri orsøkir. Ein hevur ofta sæð og hoyrt, at landslagið er sera vakurt. Enska málið gevur tær møguleikan at betra um tín enska málkunnleika. Eisini skuldu oyggjabúgvanir vera tiltiknir blíðir. Til teirra, sum dáma meira ferð, er eitt hav av tilboðum at velja í millum, bæði á summri og vetri.
Tveir ymiskir býir
Á veg yvir steðgaðu vit í Bangkok og Singapore í nakrar dagar. Bangkok við teimum mongu templunum og áarkanalunum er heilt vist verdur at vitja. Tað lívliga fólkið og teir smáu gøtuseljarnir seta ein serligan dám á.
Er thailenski høvuðsstaðurin niðarliga á stiganum yvir reinføri, má Singapore sigast at vera ovast uppi. Tað eru so mong forboð galdandi, at ein hevur næstan fingið nóg mikið, áðrenn ein er komin út úr flogvallarbygninginum. Í kinesiska býarpartinum upplivir tú ferðina á gøtuni og á kjøt-, fiska- og fruktmarknaðinum. Úti á frítíðaroynni Santosa kann ein spæla sær á teimum reinu strendunum, gjørdar av manna hondum.
Keyptu bil
Meginparturin av landinum er býtt sundur í tvær stórar oyggjar, Norðuroyggin og Suðuroyggin. Ein kann sigla við ferju í tríggjar tímar millum oyggjanar ella flúgva.
Høvdu ætlað okkum at ferðast við bussi, men funnu skjótt útav, at tað hava sín egna bil er besta loysnin, um ein skal verða her í tríggjar mánaðir, so vit keyptu ein bíligan bil. Kundu nú koyra hvagar vit vildu. Sjálvandi í vinstru síðu.
At gista á vallaraheimi er rímuliga bíligt. Heimini eru spjødd sum hundalond kring landið. Øll eru komin higar fyri at uppliva landið og hava tað stuttligt, so lætt er at koma í samband við fólk. Íbúgvarnir eru eisini prátingarsamir og altíð klárir at hjálpa.
Maori og øll hini
At fólkið er í tvíningum, hevur ongantíð verið sjónligari enn júst nú. Tað myrka Maorifólkið, sum kom úr Polynesia til Ný Sæland 1000 ár áðrenn tey hvítu, vilja gjarna hava síni rættindi aftur og jørð aftur ella endurgoldnað. Sitandi stjórn hevur ført ein góðviljaðan politikk mótvegis hesum fólki, sum bert telur 15% av íbúgvunum, men nú tykist sum um hini halda tað vera ov nógv av tí góða. Anstøðan hevur rópt varskó og hevur við sínum politikki rættuliga fingið vind í seglini og harvið lagt stórt trýst á stjórnina.
Seinastu árini eru nógv flutt higar, serliga úr Eysturasia. Auckland hevur merkt mest til hesa tilgongd.
Arbeiða fyri ból og bita
Við einum ferðafólkavisumi, ið varir í tríggjar mánaðir, hevur ein ikki loyvi at arbeiða fyri løn. Vit settu okkum tí í samband við ein felagsskap, Wwoof, sum hevur sett saman eina skipan við familjum, ið gjarna vilja hava fólk úr øðrum londum at hjálpa sær við ymiskum, fyri samsýningina »ból og biti«. Ein hevur sjálvur ábyrgdina av at seta seg í samband við tey og gera avtalur.
Fyrsta staðið var á einum vallaraheimi í Coromandel á Norðuroynni. Vit gingu til handa í fýra tímar um dagin. Búðu í einum íbúðarvogni uttanfyri. Annað av hjúnunum, sum áttu vallaraheimið, kom úr Wales. Tey búðleikaðust her um »summarið« og heima í Wales um »summarið«. Hann rópti okkum hvaladreparar.
Økið er sermerkt við sera grønum heyggjalendi og vøkrum strendrum. Góð tíð var at koyra til tey smærru støðini.
Slaktarin úr Havn
Áhugavert var at møta føroyingum, sum búgva í Ný Sælandi. Símun Askham hevur búð í Tauranga í 40 ár. 19 ára gamal og útbúgvin slaktari kom hann higar at arbeiða. Fann sær konu og setti búgv. Á røttum havnarmáli segði hann frá um landið, fólkið og um sítt egna sláturvirki. Tað kom meir enn so fyri, at føroyingar komu á gátt. Serliga minnist konan dagarnar, tá Durita Holm á sínu ferð kring jørðina, átti dóttrina Freyu her á staðnum og dagarnar saman við familju hennara.
Eisini hittu vit Jannhild Olsen úr Klaksvík. Aftan á nøkur ár í Wellington búgva tey nú í Aucklandi. Hon hevði eisini alt gott at bera Ný Sælandi.
Vatnflóðin
Næstað staðið vit arbeiddu var á einum bóndagarði í Tolaga Bay norðan fyri Gisborne, har James Cook, sum fyrsti hvíti maðurin, setti fótin á land í 1769.
Bóndahjúnini, sum vóru um tey sjeyti, høvdu stríðst fyri seg. Á várið í 1988 førdi herviliga Bolaódnin til stóra vatnflóð. Garðurn varð so at siga lagdur í oyði og einasta farleið, brúgvin, ið tey høvdu stríðst so nógv fyri, fór í stóru ánna. Bóndin segði øll seks arbeiðsfólkini upp og konan fór til Auckland at vinna sær pening, har hon búði í einum íbúðarvogni í seks ár.
15 ár seinni, náttina til 15. februar, vaknaðu vit við kaldan dreym. Onkur bukaði á vindeygað. Bóndahjúnini vóru burturstødd, so vit lupu á føtur. Dóttirin, ið búði í einum skúri við síðuna av, bað okkum koma at hyggja at sjáldsama toruljósinum á klára himmalinum. Neytini beljaðu sum ongantíð áður. Vøkur, men samstundis ræðandi sjón.
Vit trúðu ikki okkara egnum eygum, tá ið vit á middegi dagin eftir, settu okkum at hyggja eftir tíðindasendingini. Glopraregn og vatnflóð í stórum parti av landinum. Bóndin ringdi og spurdi um vit høvdu tað gott. Vit søgdu sum var, at her var ikki dropin komin niður. 1500 ha stóri garðurin varð ikki raktur hesaferð.
Nakrar vikur eftir ódnina var mett, at hon hevði kostað yvir eina milliard kr. Serliga vóru fleiri bøndur hart raktir, tí teir ikki høvdu ráð at tryggja seg ímóti vatnflóð.
Wellington eigur Filmanna Harra
Høvuðsstaðurin Wellington hevur, við sínum 400.000 íbúgvum ein tríðing av íbúgvatalinum í Aucklandi. Tað er eyðsæð, at kappingin at vera tann mest spennandi býurin, er stór. Í Aucklandi stendur hægsti bygningur á sunnaru hálvkúlu, 328 m høga tornið, Skytower. Wellington breggjar sær av at eiga heimsins besta forngripasavn, Te Papa Museum. Savnið lat upp í 1998 aftan á fimm ára arbeiði og kostaði 1,3 milliard kr!
Eitt eigur høvuðsstaurin, sum býurin og landið hava notið gott av, ein mann sum dugir at gera film. Harra Peter Jackson hevur seinastu mánaðirnar tikið ímóti virðislønum og rósi. Lítillætni maðurin við frísuta hárinum og ópussaðu svartaskónum er skjótur at takka sínum landsmonnum. Bill Murray helt fyri undir stóru virðislønahandanini, at nú vóru ikki fleiri at takka í Ný Sælandi.
Sjeyndi hvør íbúgvi hevur á ein ella annan hátt verið við í filmunum um Ringanna Harra.
Einki sjónvarp og 10 børn
At koma til fjarskotnu bygdina, Port Ligar í Marlborough Sounds norðast á Suðuroynni, er ikki bara sum at siga tað. Antin mást tú koyra í egnum bili í 2-3 tímar á vánaligum vegi ella sigla langa túrin við postbátinum, sum bert siglir eina ferð um vikuna.
Stóra familjan, sum telur tólv fólk, hevur altíð úr at gera. Sjey av teimum tíggju børnunum frá 1-24 ár búgva heima. Haraftrat hava tey fólk uttan úr heimi at hjálpa sær við ymiskum.
Meðan vit vóru har, vóru 17 fólk í húsið. Níggju húsfolk og átta hjálparfólk úr Týsklandi, Svøríki, Ísrael, Japan og Føroyum. Ein kann siga við vissu, at har tað er hjartarúm, er húsrúm.
Inni fór mesta tíðin við at rudda, gera mat og ansa børnum. Úti skuldu teir 1000 seyðirnir og 300 slaktineytni ansast. Sjálvt um arbeiðið av at hava kræklingaæling var munandi lættari enn djórahaldið, hevði ælingin seinastu árini hildið húsarhaldinum uppi fíggjarliga. Bátabrúgvin skuldi gerast í stand, so trø máttu høggast í skóginum. Veiðan á landi og sjógvi fór øll til húsarhaldið.
Einki sjónvarp, eingin avís og útvarpið var bert skrúða frá onkra hendinga ferðina.
Um kvøldið varð prátað um tey ymisku londini og teirra mentanir. Børnini kláraðu seg avbera væl og vistu nógv uttan úr heimi. Jú, mamman kom væl frá sínum læraraarbeiði.
Klintran á ísinum
Ein av mongu góðu upplivingunum, var túrurin niðan eftir Fox Jøkli. Ein av døtrunum í stóru familjuni var ferðaleiðari á jøklinum. Vit vóru so heppin at sleppa við henni og nøkrum vinfólkum á ein túr, ið vardi í tveir dagar.
Fyrra dagin gingu og klintraðu vit í 8 tímar á jøklinum, í áum og í fjallasíðunum omanfyri, fyri at koma niðan til eina smáttu í 1600 m hædd, har vit skuldu sova um náttina. Útlúgvaður var ikki ringt at sovna, hóast tað var kalt í smáttuni.
Túrurin omanaftur var væl lættari, serliga vektin á ryggsekkinum gjørdi munin. Ein túr-ur, sum vit seks vóru sera væl nøgd við.
Báðar dagarnar var ógvuliga skiftandi veðurlag, sum tað so ofta er her á oyggjunum. Ta einu løtuna skein sólin, stutt eftir oysti regnið niður og um kvøldið lá pollamjørkin so vakur á ísinum.
Bóndi og ítróttarmaður
Í Goughs Bay á vøkru Banks hálvoynni sunnan fyri Christchurch býr familjan Masefield. Nossligi bóndagarðurin liggur niðast í dalinum tætt við strondina og bjørgini báðumegin. Garðurin hevur gingið arv í arv í 150 ár. Bóndin vil ikki siga hvat vinnulívs- og frítíðarfólk hava bjóðað honum, men heldur brosandi fyri at »pengar eru ikki alt«. Sonurin og dótturin, sum enn ganga í barnaskúla, vóru eisini áhugaði at taka yvir.
Vit máttu flenna, tá ið skemtingarsami bóndin fortaldi okkum, hvat hann fekk tíðina at ganga við. Tey bæði, bóndahjúnini, íðkaðu renning, súkkling, rógving og hann vandi eitt lið í rugby. Til endans nevndi hann, at teir 1500 seyðirnir og 500 neytini eisini skuldu røktast, hann var jú bóndi.
Fingu seinni at vita inni í býnum, at hann hevði tiltikið gott kjøt og góða ull. Eisini var hann sum ungur mettur at vera ein av bestu rugbyleikarum í landnum og hevði meira enn einaferð takkað nei til venjarastarv hjá besta liðnum í Ný Sælandi.
Ein øðrvísi bóndi, má sigast.
Nógv at bjóða
Fólkið í Ný Sælandi er lítillátið og vinarligt. Taka tað sum tað kemur, men áræðið er stórt. Serliga í ítrótti hava teir gjørt seg galdandi. Hvør hevur ikki hoyrt um Sir Edmond Hillary, sum var fyrsta fólkið, ið náddi toppin á Mount Everest, og um Sir Peter Blake, siglaran og vinnaran í Americas Cup.
Í dystinum millum meistaraliðini Crusaders úr Ný Sælandi og Brumbies úr Australia, sóu vit veruliga hvussu hógt tey ganga upp í tjóðaríttróttin, rugby. Stemningurin áðrenn, undir og aftaná dystin var fantastiskur. Fótbóltspælara er bert nakrir dukkudreingir, sum alt fyri eitt høvdu verðið bornir av vølli í hesum heldur harligu ítróttargrein. Tá prátað varð um týdningin á ítróttinum, helt tann eina bóndakonan fyri: »New Zealand is governed by sport«.
Fleiri ferðir vóru vit spurd um Føroyar veruliga vóru minni enn Ný Sæland. Tey halda at teirra land er lítið, tí tey samanbera seg altíð við grannan Australia. Vit máttu bara smílast og søgdu, at okkara oyggjar eru 200 ferðir minni enn Ný Sæland.
Av útflutningi kann nevnast neyta- og lambakjøt, mjólkarúrdrættir, fiskur, timbur, frukt, grønmeti og ull. Ferðafólkavinnan hevur seinastu árini rættuliga tikið dik á seg.
Djóralívið er ríkt á oyggjunum og ein nýtist ikki at fara langt fyri at síggja alskins sløg av djórum, m.a. pingvinir, kóp, hval, albatross og ikki at gloyma kenda veingjaleysa fuglin, kiwi. Tað eru umleið 60 mill. seyðir, so teir sær ein allastaðni. Visti ein ikki um innflutta pelsdjórið, possum, áðrenn, so hevur ein sæð tað í ríkiligt mát, tí tey sløðast allastaðni á vegunum. Roynt verður at halda talið niðri við at skjóta, seta fellur og leggja eiturevni, tí tey eta av trøunum og oyðileggja harvið skógarvøkstrinum.
At arbeiða og ferðast vísti seg at rigga sera væl. Ein lærir fólkið og landið at kenna frá fleiri síðum. Mong vinarbond eru knýtt. Fýra sera ymiskar familjur, men við einum til felags. Gestablídni, so tað forslær.
Spennandi verður hvat Australia, Fiji og Los Angeles hava at bjóða.