Kristindómur og fordómur

Hvat er sannleiki? Er t.d. ævintýrið um nýggja búna keisarans satt? - ja og nei. Boðini, sum tað ævintýrið hevur at bera, eru mangar ferðir sannað.

Men hitt man fáur ivast í er ósatt: tað hevur valla nakrantíð veruliga verið nakar kongur, sum var so tápuligur, at hann var lumpaður til at ganga blóðnakin ígjøgnum gøturnar. Ikki um at tala: tað, ið menninir søgdu kongi, hvat teir dugdu at seyma, tað var rímiliga als ikki satt.
Er Bíblian sonn? Tað hevur mangur orðadráttur staðist um.
Bíblian er íblást av Gudi. Men munnu ikki (flest)allir prestar og prædikumenn eisini halda seg hava fingið sín íblástur frá Gudi? - Og tó rúka teir saman í ósemju. Ræðulig kríggj hava staðist av ósemju um, hvussu bíblian skal skiljast. Og hava onnur kríggj verið um okkurt annað, so hava báðir partar við Bíbliuni íðiliga kunnað prógvað hvør í sínum lagi, at teir hava rætt. Tað er eisini við Bíbliuni prógvað, at trælahald er rætt, at svørt hevur Gud skapað til at vera trælir hjá teimum hvítu, og at konufólk skulu bara makka rætt fyri mannfólki. Eg minnist eisini ein mann, sum helt upp á, at jørðin er ikki rund, men fløt, tí einastaðni í Bíbliuni verður nevnt okkurt um "Jordens overflade."
- Longu í 15. kapitli í Ápostlasøguni kunnu vit lesa um ósemju um, hvat ið er rættur og hvat ið er skeivur kristindómur.
Tað er ein søguligur veruleiki, at allar tíðir og allastaðni, har ið kristindómurin hevur vunnið fram, hevur hann samtíðis verið ávirkaður av mentanini á staðnum, siðum og fordómum, og so er enn eisini her hjá okkum.
Og tíverri er ógvuliga ilt at skilja millum kristindóm og fordómar.
Hvussu verður tann sanna Bíblian lisin? Tað er mangan tiltikið her á landi at lesa - haldið mær til góð-ar, at eg taki navnið við - at lesa, "sum fanin lesur Bíbliuna." Tað er at pilka einstøk skriftstøð ella brot burtur úr heildini at nýta til próvførslu, t.d. at rættvísgera egnan fordóm.
Í Balslevs Bíbliusøgum stendur m.a.: "Jób var maður, ið óttaðist Guð. Hann var ógviliga ríkur, og átti sjey synir og tríggjar døtur. Men alt í einum læt Guð nógvar vanlukkur koma yvir hann. ... Jób bar tó alt hetta við toli og segði: »Nakin kom eg í heim, nakin fari eg hiðani; Harrin gav, Harrin tók, lovað veri navn Harrans!« Men Harrin royndi Jób meira enn ... Tað komu nú tríggir vinir Jóbs at ugga hann; men teir talaðu óvinaliga við hann og hildu, at neyð hansara mundi vera ein revsing, sum hann átti at fáa afturfyri onkra illgerð, sum hann hevði gjørt ......"
Var nú eisini tað, ið hesir menninir søgdu, satt, við tað at tað stendur i Bíbliuni, sum er Guds orð? Onkur man halda tað. Ið hvussu er tvey fylgjandi ár hevur í kalendaranum, sum Kirkjuliga heimamissiónin gevur út, verið tikið til tað, ið ein teirra segði: "Tú maður, teg rakar synd tín. Job. 35,8a." (Bókstavurin a eftir nummarið fyri skriftstaðið var tilskilaður 22.7.2000, men burturkoyrdur 11.8.-2001). At hetta, at vanlukkur raka ein ella at illa gongur í hond, skal vera gudanna hevnd ella revsing, tað er kend heiðin áskoðan. Men kristin?
Lærusveinarnir ivaðust ikki frammanundan, men vórðu rættleiddir:
Og lærusveinar hansara spurdu hann og søgdu: »Meistari, hvør hevur syndað, hesin maðurin ella foreldur hansara, so at hann skuldi føðast blindur?« Jesus svaraði: »Hvørki hann hevur syndað ella foreldur hansara .... « (Jóh 9,2-3)
Tá ið onkrum prædikumanni her á landi hevði eydnast at dára einar 300 ungar sálir at taka undir við sær í ógvisligari yvirlýsing móti homoseksualiteti, segði hann seg at halda seg til Jesu orð. Hann var tó ikki førur fyri at vísa á, hvørji hesi Jesu orð vóru.
Tað er Jesus Kristus sjálvur og ikki Móselóg, ið er støðið undir kristindóminum. Tí hevur tað avgerandi týdning, at tey okkara skriftlærdu, ið nú so ógvisliga leggja eftir næstum okkara, greitt vísa á, hvar tað stendur skrivað, ið teir meina við, tá ið teir siga seg halda seg til Jesu orð í síni fordøming av homoseksualiteti.
Tey, ið liggja eftir samkyndum, hava Paulus at halda seg til. Men Paulus var ikki Jesus! Paulus var eitt menniskja, skúlaður i hægstu jødisku mentan, sum í sálarneyð eftir at hava jagstrað tey kristnu skifti til kristindóm. Hansara stórverk var at bera kristindómin út í heiðin lond. Men nevnda søgu-liga veruleika omanfyri, at allar tíðir og allastaðni, har ið kristindómurin hevur vunnið fram, hevur hann samtíðis verið ávirkaður av mentanini á staðnum, kann heldur ikki Paulus hava verið sloppin undan.
Men hvat sigur so Paulus? Tann presturin, ið vísti til skriftstaðið 1. Kor 6,9 hjá Paulusi, las bíbliuna júst á sama tiltikna hátt, sum fanin lesur hana: "... teir, sum lata seg brúka til ónáttúrligt ólevnað, ella teir, sum fremja slíkt ólevnað" er ein orðing, sum er pilkað burtur úr eini ser-ligari heild.
Jesus sjálvur var tiltikin fyri at eta (og drekka!) saman við syndarum (Matt 11,19 og 7,34); men hetta brævið hjá Paulusi er ein ávaring til nýumvendar veikar heidningasálir: "nú skrivaði eg til tykk-ara, at tit eingi viðurskifti skulu hava við nakran, sum er kallaður bróðir, men er ein horkallur ella gírugur ella avgudadýrkari ella illmælismaður ella drykkjumaður ella ránsmaður, so at tit ikki so mikið sum fáa tykkum at eta saman við einum slíkum. Tí at hvat havi eg við at gera at døma teir, sum uttanfyri eru? Døma ikki tit teir, sum innanfyri eru? Men teir uttanfyri skal Guð døma. Koyrið hin vánda burtur frá tykkum sjálvum!" (1 . Kor 5,11-13).
Og Paulus endar við hinum tiltiknu orðunum: "Alt er mær loyvt; men ikki alt er gagnligt. Alt er mær loyvt, men eg skal ikki lata nakað fáa vald á mær" (1. Kor 6.12).
Hvørjar treytir setir Jesus fyri syndafyrigeving?
Her fylgdu ongar treytir við: »Sonur min, hav tú gott treysti, syndir tínar eru tær fyrigivnar.« (Matt 9,2) Hesi orðini segði Jesus, tó at ørindini til hansara ikki vóru at biðja um syndafyri-geving, men at fáa tann sjúka likamliga grøddan.
Í øðrum føri nevnir Jesus hesa grund fyri syndafyrigeving: "Hennara mongu syndir eru henni fyrigivnar, tí at hon elskaði mikið .....' (Luk 7,47).
Tílíkum fólkum sum henni skulu kristin sambært orðum Paulusar, so sum beint omanfyri nevnt, halda seg burtur frá, so at tey ikki so mikið sum fáa sær at eta saman við einum slíkum! - Men tað var sum sagt til serligar umstøður, ið Paulus skrivaði hetta; og tað man valla vera nakar, ið heldur, at Paulus við hesum skuldi gjørt kærleiksboðið til einkis.
Lóg er lóg, men tað er ikki lógin, ið er treytaleys fyri himmalsins sælu. Henni fáa eisini smáir syndarar lut í: "Haldið ikki, at eg eri komin at avtaka lógina og profetarnar; eg eri ikki komin at avtaka, men at fullføra. Tí at sanniliga sigi eg tykkum: Inntil himmalin og jørðin forganga, skal ikki hin minsti bókstavur ella eitt flindur av lógini strikast, fyrr enn alt er fullgjørt. Hvør tann, sum tí brýtur eitt einasta av hesum minstu boðum og lærir fólk soleiðis, hann skal verða kallaður minstur i himmiríki; men hvør tann, sum heldur tey og lærir tey, hann skal verða kallaður stórur i himmiríki. Tí at eg sigi tykkum, at um rættvísi tykkara ikki ber av rættvísi teirra skriftlærdu og farisearanna, koma tit als ikki inn i himmiríkið." (Matt 5,17-20)
- Løgið, at tey, ið vóru so glað fyri a, ikki hava hildið seg til at tikið b við: "tú mansbarn, teg rakar rættvísi tín' (Job 35,8b)

ES. Síðan hetta varð skrivað fyri einum ári síðan, er rættilig gongd komin á øsingina frá føroyskum skriftlærdum at rættvísgera sínar fordómar við at byggja á Móselóg. Kunnu vit ikki nú eins og ápostlarnir og hinir elstu á sinni taka orðini hjá Pæturi ápostli til eftirtektar: "Hví freista tit tá nú Guð við at leggja eitt ok á nakkan á lærusveinunum, sum hvørki fedrar okkara ella vit orkaðu at bera? Men vit trúgva, at vit verða frelstir við Harrans Jesu náði á sama hátt sum teir.« (Áps. 15,10-11)