við tølunum 500 og 600. Tað fyrra talið var loyniorð okkara fyri Che. Tað seinna talið merkti deyði. Tá eg segði Che, hvørji boð eg hevði fingið, svaraði hann: -Tað man vera tað frægasta. Eg skuldi ongantíð [...] Suchlicki, ið starvast á lærda háskúlanum í Miami í USA, sigur, at lívið hjá Che var ein stórur ósigur, alt sum tað var. -Hann var útbúgvin lækni, men brúkti ongantíð útbúgvingina. Hann dugdi heldur ikki sum [...] arni@sosialurin.fo Tað er 9. oktober í 1967. Klokkan er 13.10. Langt inni í boliviska frumskóginum, í fátæku bygdini La Higuera, verður ein skitin maður leiddur út úr tí, sum eina ferð var ein skúli. -Skjót
arbeiðsmannafelagið í bygdini og kommunan upp í. - Tað var tí fólkið í Skopun, sum átti virkið, endurtekur hon. Avmarkað tal Fríðhild sigur, at í byrjanini var tað soleiðis, at bert ein úr hvørjum húsi í bygdini [...] Annars hevur tað verið opið øll árini síðan byrjan. Hon heldur, at tað var ógvuliga gott fyri bygdina, at Sandoy Seafood, sum tíðin leið, tók um endan og hevur havt virkið opið síðan. - Í mong ár var lítil [...] arbeitt á fiskavirkinum í Skopun, var 10 ára gomul, tá ið virkið læt upp. - Eg minnist so væl hendan leygardagin fyri 40 árum síðan, sum var ein stórur dagur í bygdini. Hetta var ein dagur, sum fólkið í Skopun
játtaðu tey. Hetta var eitt lítið sjúkrahús, og gentan varð seinni flutt á ein størri sjúkrahús, ið var tað einasta har á leiðini, sum hevði útgerð til at hjálpa henni. Trupul ár Tað næsta árið mátti Kim [...] flogfarinum, tá tað fór til Kuba. Ístaðin fyri søktu tey um politiskt friðskjól í Kanada. Endiliga var hon leys. Kim Phuc setti seg í samband við Nick Ut og greiddi honum frá tí, sum var hent. Hann eggjaði [...] er sum gelé. Tað brennur í nógvum hita, ræðuliga leingi og er torført at sløkkja. Tann 9 ára gamla Kim Phuc hevur so ilt, at hon varnast ikki teir útlendsku myndamenninar, sum standa longri niðri á vegnum
áratíggjuni. Ætlanin er, at tað víðagitna flogfarið skal standa sum minnisvarði yvir eina ófriðarliga tíð. Víðagitna kommandoálopið í Mogadisjuu var eitt symbol upp á tíðarskeið, sum var nevnt »týska heystið« [...] býin Friedrichshafen. Veingirnir vóru tikinr av, so tað kundi flytast úr Brasilia til Týsklands í tveimum risastórum russiskum flutningflogførum. – Tað var deiligt, at »Landshug« er aftur, segði Aribert Martin [...] elituhermenn stormaðu eitt rænt Lufthansa-flogfar í Somalia í 1977 og bjargaðu 90 gíslum bórust víða. Tað var ein av djarvastu bjargingaratsóknum í 1970'unum, tá týskir elituhermenn fyri 40 árum síðani stormaðu
Tórun Ellingsgaard tíðindakvinna skrivaði bókina, og tað var hon ið bjóðaði gestunum vælkomnum við orðunum, at hetta var ein stórur dagur fyri seg, fyri Janu og fyri øll, sum hava arbeitt fyri teimum [...] Danmarkar. Mjørki var, so teir sótu leingi í flogfarinum og høvdu góða tíð at práta. Óli segði frá søguni um Janu, og landslæknin gjørdi honum greitt, at hann sat inni við eini søgu, ið var verd at siga frá [...] søguna um systrina. Eftir at hon hevði fingið tíð at hugsa um tað, játtaði Tórun at skriva bókina, við ávísum treytum. Fyrsta treytin var, at eingin slapp at ávirka hana, hvørki stílin ella hvat hon skrivaði
freistar als ikki forstjóran. - Hvat skuldi eg brúkt tað til, spyr Regin Jacobsen retoriskt. Sambært forstjóranum var tað eitt greitt endamál við at varðveita eina ávísa nøgd av partabrøvunum, tá familfyritøkan [...] - Hvat skal eg brúka tað til? Svarið kemur skjótt og knapt frá Regini Jacobsen, tá hann verður spurdur um tað ikki er freistandi at selja partabrøvini í familjufyritøkuni Bakkafrost. Eftir at norski alirisin [...] 808 milliónir krónur. Tað er tann upphæddin, ið móðir og sonur kundu fingið, um tey valdu at fara út á keypsskálan í Oslo og har selt øll síni partabrøv í familjufyritøkuni. - Nei, tað eru absolut ongar ætlanir
Tað fossaði bara úr honum, tá hann reisti seg. Alt var plaskvátt. Klæðir, møblar og gólv. Hetta var gerandiskostur í fleiri mánaðir, eftir at hann varð skurðviðgjørdur fyri krabbamein í prostata. Men 75 [...] 75 ára gamli Arni var ræðslusligin at tosa um tað. Og at lukta av pissi, ella at nakar skuldi varnast tað. So hann isoleraði seg frá umheiminum. Fyri at fáa frið. Frið at skammast. Líka til ein heilsufrøðingur [...] noyðast at koma til lívs. Tí, tess longri tú gongur og smápissar og skammast um tað, tess verri verður at viðgera sjúkuna. Sum tey siga á apotekinum: - Nógv halda tað vera trupult at tosa um - sjálvt við
og síðani koyra við bili til hús, men hesir tríggir gera ikki tað. Tað vísir seg eisini, at starvsfólkini á Fiskamarknaðinum kenna teir. Tað er skjótt at kassar við nýggjum ísi verða settir á bryggjuna [...] tí allarbesta og soleiðis var streymurin eisini í farnu viku. Teir tríggir umborð á Kristu Mariu høvdu henda túrin sett línuna einar átta fjórðingar vestur úr Høvdanum, og nú var tíðin at avreiða dagsins [...] pundini. Ikki kann sigast annað, enn at væl var mett: Sambært yvirlitinum hjá Fiskamarknaði Føroya á Toftum, vá henda veiða 4100 pund. Og sambært sama yvirliti var Krista Maria aftur á Toftum dagin eftir við
serliga góðar, tí tað frysti ímillum 15 og 20 stig í Moskva leygardagin. Transvaal Park var tann størsta og mest nútímans svimjihøllin í Moskva. Høllin varð tikin í nýtslku í 2002 og var sera væl umtókt [...] verður, at eini túsund fólk mundu vera inni, tá takið brádliga datt niður. Russisku myndugleikarnir vístu aftur øllum gitingum um, at talan kundi vera um yvirgang. Tað var eitt turkiskt felag, sum bygdi Transvaal
lívsbroytingin gjørdist tað størri hjá henni tá. – Alt gekk gott í viðgongutíðini, og hann var eisini eitt nemt barn, men eg kendi meg bundna, nú eg var blivin mamma, tí eg kundi ikki tað sama, sum eg jú hevði [...] men knappliga kundi eg einki, tí eg hevði ongantíð barnagentu, og tað var tann allarstørsta avbjóðingin. Tað hevði nokk verið nemmari, var eg tættari við familjuna, sigur hon. – Eg havi góðar vinkonur í [...] hon. – Men tað kendist, sum datt eg ímillum í samfelagnum, tí natúrliga eri eg ógvuliga sosial, og eg hevði einki netverk í Havn, var júst blivin mamma, og tá lítli beiggin var fimm mánaðir, var eg aftur