400 milliónir freista ikki Regin

Regin Jacobsen og mamma hansara eiga partabrøv fyri tilsamans 800 milliónir krónur í Bakkafrost. Men nógvu pengarnir freista ikki

- Hvat skal eg brúka tað til?

 

Svarið kemur skjótt og knapt frá Regini Jacobsen, tá hann verður spurdur um tað ikki er freistandi at selja partabrøvini í familjufyritøkuni Bakkafrost.

 

Eftir at norski alirisin Salmar í desember í fjør seldi síni partabrøv í Bakkafrost er forstjórin nú næststørsti eigari við 9,3 prosentum av partabrøvunum.

 

Størsti eigarin er Oddvør Jacobsen, einkjan eftir ein av stovnarunum, Hans Jacobsen, eisini nevndur Hans á Bakka, sála. Oddvør eigur 9,5 prosent av partabrøvunum.

 

Í dagsins virði hava hesi partabrøvini eitt samlað virði á heili 808 milliónir krónur. Tað er tann upphæddin, ið móðir og sonur kundu fingið, um tey valdu at fara út á keypsskálan í Oslo og har selt øll síni partabrøv í familjufyritøkuni.

 

- Nei, tað eru absolut ongar ætlanir um tað, svarar Regin Jacobsen avgjørdur.

 

Spurningurin, hvørt tað ikki kundi verið freistandi at selt og harvið realiserað partabrøv fyri hundraðtals milliónir krónur til reiðan pening, freistar als ikki forstjóran.

 

- Hvat skuldi eg brúkt tað til, spyr Regin Jacobsen retoriskt.

 

Sambært forstjóranum var tað eitt greitt endamál við at varðveita eina ávísa nøgd av partabrøvunum, tá familfyritøkan fór á keypsskálan.

 

- Okkara partabrøv skulu tryggja støðufesti í fyritøkuni, og tey eru ikki til sølu, sigur Regin Jacobsen.

 

Týsmorgunin legði Bakkafrost fram besta úrslit, ið nøkur føroysk fyritøka nakrantíð hevur havt. Árið í fjør gav 727 milliónir krónur í yvirskoti fyri skatt, og 589 milliónir eftir skatt. Felagið úrslitið er somikið gott, at nevndin mælir til at rinda 220 milliónir krónur í vinningsbýti fyri árið í fjør. Tað eru 4,50 krónur fyri hvørt partabrævið í Bakkafrost.

 

Oddvør og Regin Jacobsen fáa tí góðar 20 milliónir krónur í part í vinningsbýti fyri árið í fjør. Pengarnir verða útgoldnir eftir at aðalfundurin hevur samtykt tilmælið frá nevndini.

 

Hoyr eina longri samrøðu við Regin Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini.