Tað fossaði bara úr honum, tá hann reisti seg. Alt var plaskvátt. Klæðir, møblar og gólv.
Hetta var gerandiskostur í fleiri mánaðir, eftir at hann varð skurðviðgjørdur fyri krabbamein í prostata.
Men 75 ára gamli Arni var ræðslusligin at tosa um tað. Og at lukta av pissi, ella at nakar skuldi varnast tað. So hann isoleraði seg frá umheiminum. Fyri at fáa frið. Frið at skammast.
Líka til ein heilsufrøðingur kom upp í leikin og sendi hann til læknan, sum tíbetur kundi hjálpa Arna til eitt turrari lív.
Men søgan um Arna, sum er eitt hugsað dømi, tí tað hevur ikki eydnast at finna nakran, sum vildi standa fram alment tí tey leka, er ikki eindømi.
Tabu skulu brótast
Tað er kanska ikki so løgið. Tí inkontinens, sum er heitið á sjúkuni, sum ger, at tú kastar tær av vatninum í tíð og (serliga) ótíð, er millum best varðveittu loyndarmálum, sum fólk ganga og dragast við. Og av sonnum eitt av seinastu tabu'unum, sum vit noyðast at koma til lívs. Tí, tess longri tú gongur og smápissar og skammast um tað, tess verri verður at viðgera sjúkuna.
Sum tey siga á apotekinum:
- Nógv halda tað vera trupult at tosa um - sjálvt við læknan. Tey halda, at hetta mugu tey bara læra at liva við. Men hjálp er at fáa, bæði til orsøkir og sjúkueyðkenni.
Er vorðin fólkasjúka
Sambært føroyska apoteksverkinum hava 3000 kvinnur og 4000 menn í øllum aldursbólkum trupult við at halda sær. Í Danmark verður mett, at ein av hvørjum 10 íbúgvum hevur inkontinens, sum er sjúka, ið er nógv vanligari í dag enn fyri fáum árum síðani.
Tí telist sjúkan millum mongu sonevndu fólkasjúkurnar, sum ofta eru spegilsmyndir av nútímans livihátti.
At talið er vaksandi sæst eitt nú á søluni av heilivági og aðrari útgerð til inkontinens. Sambært danska heilsustýrinum er sølan vaksin við rúkandi ferð seinastu árini. Frá 2001 til 2005 hækkaði talið av sjúklingum, sum fingu heilivág, við 58,6 prosentum. Og síðan er talið vaksið upp aftur meira.
Stress pressar bløðruna
Ein orsøk er sjálvsagt, at fólk sum heild gerast eldri, so parturin av gomlum er lutfalsliga hægri í dag enn fyrr. Sostatt verður parturin av teimum við inkontinens eisini hægri, tí hetta er sjúka, sum serliga rakar eldri fólk.
Men tað eru ikki bara gomul fólk, sum eru váttlig upp á tann súra mátan.
Í dagblaðnum Informatión vísir Steen Walter, professari og yvirlækni á Universitetssjúkrahúsinum í Odense á, at óstøðugar arbeiðstíðir og stress eisini er við til at økja um talið á teimum, sum fáa inkontinens, tí fólk snøgt sagt oyðileggja sær bløðruna av at ganga og (neyð)halda sær.
Eftir hansara meting, er bløðran tann parturin av kroppinum, sum líður mest í modernaða arbeiðslívinum.
- Øll tosa um músaskaðar og stress, men ongin tosar um bløðruna. Í ídnaðarsamfelagnum vóru pausurnar fastlagdar, so tú fekst tíð at drekka kaffi, roykja og at pissa. Men í dag er alt flótandi, og tað ger, at fólk ganga og halda sær alt ov leingi, sigur Steen Walter við Informatión.
20 milliónir árliga
Danski samfelagsgranskingarstovnurin COWI hevur í nýggjari, umfatandi kanning roknað seg fram til, at inkontinens kostar danska samfelagnum omanfyri 2 milliardir krónur árliga. Umroknað til føroysk viðurskifti er hetta 20 milliónir føroyskar skattakrónur árliga. Peningur, sum verður nýttur til blæur, útgerð, røkt og vask av ótøttum sjúklingum.
Sambært kanningini brúka starvsfólk innan eldraøkið omanfyri ein triðing av samlaðu arbeiðstíðini til at turka upp, skifta blæur og vaska seingjarklæði og annað í sambandi við inkontinens.
Men tað ber til at spara nógvan pening innan hetta økið í heilsuverkinum.
- Har eru nógvar milliónir at spara innan heilvág og annað tilfar, sum verður brúkt til vátar sjúklingar, sigur Ivar Næsheim, frá SCA Hygiene Products A/S við Informatión.
Eitt nú vísti kanningin hjá COWI, at tað ber til at spara 10.000 krónur pr. eldri fólk árliga við einum miðvísum arbeiði, har orkan og peningurin verður gagnnýtt betri.
Lág-status sjúka
Professarin á Universitetssjúkrahúsinum í Odense heldur, at alt ov lítið verður gjørt við sjúkuna inkontinens, og enn minni verður tosað um hana. Hon hevur so at siga ”lágan status”. Og tað er sera óheppið, tí hon er so vanlig, og so hevur hon stórar samfelagsligar og menniskjaligar avleiðingar við sær.
Hetta, samstundis sum, at hon er løtt at staðfesta, fyribyrgja og í nógvum førum eisini at viðgera.
Eitt stað at byrja er, sum altíð, við fyribyrgingini. At læra fólk at ”klípa” musklarnar í neðra, at leggja regluligar pausur í arbeiðsdagin og at upplýsa um týdningin av fara á vesi, tá tú skalt.
--
Tabu
- Nógv halda tað vera trupult at tosa um - sjálvt við læknan. Tey halda, at hetta mugu tey bara læra at liva við. Men hjálp er at fáa, bæði til orsøkir og sjúkueyðkenni.
Kelda: Apotek.fo
--
Fakta
Vanliga verður sagt, at tað eru tvey sløg av inkontinens.
Trongd, har bløðran er so virkin, at hon setur gongd á vatnið, áðrenn tú nært á vesi. Trongdarinkontinens kemst ofta av bruna ella sjúku, um tú hevur drukkið ov nógva vætu ella tikið vatndrívandi heilivág.
Strongd, sum er vanligt hjá eldri fólki og hjá kvinnum, sum hava átt. Tær hava ilt við at halda sær í serligum støðum, til dømis tá tær renna, dansa, hoppa, hosta, njósa ella lyfta okkurt tungt. Eisini kroniskur hosti (ofta vegna royking), fiti ella hormonellur ójavnvágur kann elva til strongdarinkontinens.
Kelda: Apotek.fo
--
Lekur tú?
Um tú vigar ov nógv, ert roykjari ella hevur ósunnar drekki- og vesivanar, kann hetta vera orsøkin.
Áðrenn tú fert til læknan, kanst tú:
• Royna at tapa teg
• Minka um roykingina
• Drekka minni – 1½ litur dagliga er nóg mikið
• Fara á vesi, áðrenn tú fert út
• Venja teg við at pissa 3. hvønn tíma
• Ger klípivenjingar
• Minka um nýtsluna av koffeini, alkaholi og kolsýru, sum er vatndrívandi