listaverk eftir Sámal-Joensen Mikines seld á uppboðssølu hjá danska uppboðssøluhúsinum Bruun Rasmussen. Talan var um fýra oljumálningar, sum vóru málaðir í seksti árunum. Ein málningur var av grindadrápi [...] vóru landslagsmyndir úr Føroyum. Málningurin »Fólk við havið« fór fyri hægstu upphæddina. Keyparin fekk málningin fyri 75.000 krónur, og tað var í tráð við metingina, sum Bruun Rasmussen hevði gjørt. ##med2## [...] krónur. Í øllum førum var keypsprísurin á leið tað, sum metingin segði frammanundan. Verk eftir Mikines verða regluliga seld á uppboðssølu í Danmark, og vanliga er stórur áhugi at keypa verkini.
strekkir seg í síni longd, frá Gjaranesi til Kolbeinagjógv, ein kann gloymast býlingin við Sjógv. Við Sjóvará eg dvølji skamma stund, hon rennur enn í sjógv við sama skund, sum tá ið sluppir sigldu undir land [...] Sæborg, Galanthea við undir Ringunum sær søktu frið, tá útnyrðingur østi fjørðin upp tá lívd og le her fekk hvør slupp. Um fjørðin mangan árabát eg sá seg okkar? landi nærri koma tá, við áratøkum longum róði
giftist seinni til Reykjavíkar og fekk har fýra børn afturat. Kristinn varð verandi hjá ommuni og abbanum í Neskaupstaði, har hann býr enn. Hann gjørdist trolaramaður eins og pápin og hevur verið fiskimaður [...] Foundland og sigldu fram við Kappanum í sama illveðrinum, tá ið Hans Hedtoft gekk burtur. Teir fingu ein sjógv, sum gjørdi skaða á brúnni, men teir kundu tó halda áfram. Tað var í hesum sama illveðrinum, at [...] koppa, tí aldan lá beint inn á síðuna. Kaj minnist skiparan sum ein fittan og raskan mann, og fyri hann, sum fyri allar hinar, var tað ein hvøkkur, at skiparin skuldi farast. Kaj fór beinanvegin til skips
her, eg meini so við, ein heldur altíð av síni nærmastu familju, so ella so. Men nei, Óla Kristian var ikki bara ein ommubeiggi fyri okkum; hann var nógv meira enn tað. Hann var ein maður við fáum orðum [...] Ein kann siga, at orð eru fátøk. Hóast ein roynir at finna fram orð, ið kunna sýnast sterk og týðandi, so stendur man hvørja ferð eftir við hesi fátøku kensluni, nú saknurin av ommubeiggja mínum, Óla Kristian [...] altíð sum minst burtur úr sær sjálvum. Ein eldri maður við einum lívsstíli, har serliga náttúran hevði hansara størsta áhuga. Hann vaks upp í bóndahúsinum við Sjógv, og hevði hann bústað har heilt til tað
november 2004 gjørdist okkum ein dapur dagur, tá boðini spurdust, at okkara ærdi rakstrarleiðari Birgir Nónsgjógv var deyður, bert 51 ára gamal. Birgir hevði framúr góðar gávur. Ein handverkari og uppfinnari [...] og semju, hann var menniskja millum menniskjur. Var tað ein føðingardagur, so bleiv sungið í kaffisteðginum, "Tillukku til tín". Var hetta so ein rundur dagur hjá viðkomandi, so gekk bert stutt tíð, so [...] ikki svaraðir, men vit mega takka fyri lívið, og eisini tað lívið ið Birgir fekk loyvi til at liva saman við okkum. Vit, eins og uttan iva øll ið hava kent Birgir, eru sera glað fyri, at hava liva saman
túr til skips, eins og søgan nærum varð skrivað frammanudan, at Atli fylgdi í fótasporunum á faðirinum, tá hann nøkur ár seinni tók næsta stigi, og fór á skiparaskúla í Havn. Tá ein annar úrmælingur [...] Atli á Plógv varð føddur og vaks upp í Sandavági. Faðirin var skipari, og ein av undangongumonnunum innan føroyska rækjuvinnu. Harumframt høvdu eisini flestu pápabeiggjarnir hjá Atla [...] faðirinum, Jóhan á Plógv, og svágri hansara, Godtfred Joensen í Miðvági, stóra trolaran sum fekk navnið V. U. Hammershaimb, og var útgjørdur til rækjuveiðu. Atli var tá bert 24 ára gamal, og
Alt hetta virksemi, saman við bræva- og peningaavgreiðslum, gjørdi, at heim okkara var ein almennur staður, ein tænasta- og snarskiva, har túsundir av vitjanum vóru millum ár og dag. Harumframt stóð [...] árini fingu turt uppá føturnar, ein bita og heitan drekkamunn frá mammu, tá pápi harmaði hesi børn í skúlanum, vátar og kaldar vetrardagar. Hóast mamma soleiðis var ein tænari fyri tey mongu, so vóru tað [...] gerandisdegin saman við tí, sum farin er. Mamma var fødd 22. juli 1917, dóttir Magninu Magnussen, við Sjógv, Kollafirði og Einar Skaalum úr Hvalba. Umstøðurnar gjørdu, at foreldrini ikki livdu saman, og tí
at í Kollafirði fór lærarastarv at vera leyst sama summar. Umvegis abba sín fekk pápi at vita um starvið, hann søkti og fekk tað. Pápi mundi tá neyvan hugsa, at Kollafjørður fór at vera hansara bústaður [...] Alt hetta virksemi, saman við bræva- og peningaavgreiðslum, gjørdi, at heim okkara var ein almennur staður, ein tænastudepil, har túsundir av vitjanum vóru millum ár og dag. Umframt almennu tænasturnar [...] gerandisvirkinum. At røkja starvið í samljóð við tað álit honum var litið til, í gerandislívinum at vera ein fyrimynd í atburði. Pápi legði stóran dent á, at allir næmingar fingu so holla frálæru sum møguligt
Íslendska farmaskipið Goðafoss, sum var á Havnini í gjár, misti seks bingjur, tá skipið fekk ein sjógv í ódnarveðri á veg til Íslands í nátt. Goðafoss kemur á Reykjavík í kvøld, og tá er ætlanin at kanna
var eitt, men sjálvur at vera við í einum ævintýri, sum vit og skil segði var vitleyst, ein dreymur ella rættari ein marrudreymur, tað var nakað heilt annað.« Heimurin forni er skaldsøga til stór børn, ung [...] dvørgum í Níðafjøllum« og seinna »Ferðin til Zambora«. Tað er stórhending í føroyskum bókmentum, at ein so modernað skaldsøga skrivað á føroyskum kemur út. Ævintýrsøga stendur fremst, Heimurin forni er nevniliga [...] Føroyingasøgu, íslendingasøgur, indianarafilmar og krígsfilmar: »Kjartan kom knappliga at minnast ein gamlan, spennandi krígsfilm við Richard Burton og Clint Eastwood. Hann æt Arnarreiður, gjørdi hann