Í gjár varð ein oljumálningur eftir Sámal Joensen-Mikines seldur á uppboðssølu í Danmark. Tað var uppboðshúsið Bruun Rasmussen, sum stóð fyri søluni.
Málningurin, sum var av miðsummarbáli í Danmark, var mettur til at hava virði millum 50.000 og 60.000 krónur.
Nógv lógu fram við at ogna sær málningin, og boðini fóru langt upp um metta virðið. Tá ið hamarin fall, stóð boðið á 210.000 krónum. Afturat tí koma ymisk ómaksgjøld hjá Bruun Rasmussen og Copydan, og tí skal keyparin av við umleið 280.000 krónur. Tað verður ikki upplýst, hvør keypti málningin.
Í dag vóru aftur tveir málningar eftir Mikines til sølu hjá Bruun Rasmussen, men hvørgin av málningunum fekk nóg høgt boð til at verða seldur. Annar málningur hevði motiv úr Mykinesi, men 32.000 krónur var ov lágt boð. Hin málningurin var við motivi av Bornholm, og heldur ikki hann varð seldur, hóast boðið var 50.000 krónur.
Eitt størri glasverk hjá Tróndi Patursson av avgustum var eisini sett til sølu í dag, men heldur ikki tað varð selt, tí boðið á 22.000 krónur var ov lágt. Verkið var mett til 30-40.000 krónur.