Um sólstøður, tá flestu stákaðust fyri at fáa tað seinasta frá hondini til jóla, gjørdist mamma sjúk og var innløgd á Landssjúkrahúsið, har hon so líðandi viknaði og annan dagin í nýggja árinum slepti jarðiska bústaði sínum, 91 ára gomul.
“Eg veit eitt land, har fagurt er,
har deyðin frelstum einki ger,
har skínur sólin altíð bjørt,
og aldri valdar nátin svørt”,
syngur skaldið. Í trúnni á henda veruleika, flutti mamma burtur úr hesum bústaði – burtur, har deyðin frelstum einki ger.
Øll ferðast vit móti ævinleikanum. Kortini er løtan, tá sólin fer um sýn og eygu sløkna, sár at staðfesta. Alt er endað, eingin vegur er aftur og lívið gerst nú minnir, har tú við sorgblídni og sakni kann minnast kærleikan, nærveruna, ljóðini, angan og alt annað, sum fylti gerandisdegin saman við tí, sum farin er.
Mamma var fødd 22. juli 1917, dóttir Magninu Magnussen, við Sjógv, Kollafirði og Einar Skaalum úr Hvalba. Umstøðurnar gjørdu, at foreldrini ikki livdu saman, og tí vaks mamma upp hjá ommuni og abbanum Oliviu og Bernhardi.
Omman og abbin búðu í læraraíbúðini, sum tá var í gamla skúla. Olivia var ættað av Todnesi og var næsta ættin úr Tinggarðinum og niðri við Sjógv í Kollafirði. Bernhard var av Strondum og lærari. Bernhard kom fyri teirri ófatiligu vanlagnu at missa allar fýra brøðurnar 8. februar 1889, tá teir gingu burtur. Sama dag fórst eisini annar bátur av Strondum, har tvey systkinabørn og pápi teirra var við. Tvey ár frammanundan doyði yngsta systurin bert 20 ára gomul, so Bernhard var raktur av sorg, sum fyri flestu man vera óskiljandi. Fyri at fóta sær var alt álit lagt í hendurnar á Honum, sum øllum valdar.
Mamma vaks tí upp í einum heimi, har trúgvin var grundvøllurin og virðingin fyri kringumstøðunum gjørdi, at hvør dagur varð byrjaður við bøn og hvørt kvøld endað við tøkk.
Í sínum uppvøkstri vóru kirkjan og missiónshúsið karmurin um gerandislívið. Mamma var stillfør av lyndi og taldist tí ikki á møtum og samkomum millum teirra, sum tóku til orðanna. Tó hvíldi hon í boðskapinum og ikki minst í teimum sangum og sálmum, ið ljómaðu so kveikjandi. Serliga væl dámdi henni missiónssangirnar og taldist lagið til “Eymt og í kærleika Jesus enn kallar” millum yndistónarnar.
Í hennara uppvøkstri hevði samtíðin øðrvísi fatan av børnum, sum ikki vuksu upp hjá foreldrunum, enn galdandi er í dag. Tí høvdu kærleiki og tryggleiki avgerandi týdning í gerandisdegnum, og tað fekk mamma frá abba og ommu sínari. Hon hevði mangan á munni, hvussu góð tey vóru við hana, og saknaði mamma serliga ommu sína heilt at ellini.
Kringumstøður í uppvøkstrinum myndaðu tí medferðina hjá mammu, har umsorgan og ósjálvsøkni gjørdust meginreglan. Fatanin av øðrum var altíð merkt av varsemi - hon fordømdi ikki síni medmenniskju.
Í 1931 flutti mamma við ommuni og abbanum í nýggj hús, sum abbin hevði bygt við Sjógv, skamt frá skúlanum, og búði mamma har til hon fyri umleið tveimum árum síðani saman við pápa fyrst flutti í Eldrasambýlið inni í Firði og síðani fyri lítlum ári síðani á Tjarnargarð í Havn.
Um 18 ára aldur fór mamma í húsarhaldsskúla hjá nonnunum í Havn. Nakað aftaná afturkomuna til Kollafjarðar gjørdist pápi, Niels Pauli, ættaður av Glyvrum, lærari í bygdini og rann tað sum fráleið saman teirra millum, og 8. mai 1940 gingu tey saman í hjúnarlag. Sostatt var teirra hjúnarband í sínum 69’tjúgunda ári, nú mamma fór inn í ævinleikan.
Í sínum gerandisvirki var pápi, umframt starvið sum fyrstilærari, m.a. eisini kommunuskrivari og kassameistari, organistur í kirkjuni, var limur í meinigheitsráðnum og sóknarstýrinum.
Allar gerandisuppgávurnar hjá pápa uttanvert skúlans gátt merktu okkara heim til fulnar. Ikki minst, at kommunuskrivstovan var í heiminum í heilan mansaldur. Hetta gjørdi, at bygdafólk komu á gátt frá morgni til songartíð, gerandis- sum halgidagar. Fólk komu tá mamma og pápi vóru inni og uppi.
Allar kommunalar gerandisavgreiðslur vóru avgreiddar í heiminum, bygdaráðið helt fundir og skatturin var í ártíggju líknaður inni hjá okkum. Alt hetta virksemi, saman við bræva- og peningaavgreiðslum, gjørdi, at heim okkara var ein almennur staður, ein tænasta- og snarskiva, har túsundir av vitjanum vóru millum ár og dag.
Harumframt stóð bókakassin frá Landsbókasavninum í stovuni og fólk læntu og lósu gjøgnum vetrarnar inni hjá okkum.
Hóast mamma ikki var skúlað í føroyskum í barnaskúlanum, so skrivaði hon føroyskt ræði, og hjálpti hon pápa allan sólarringin við øllum teimum uppgávum, sum bygdafólkini fingu avgreidd inni hjá okkum.
Saman við pápa var mamma tí miðdepulin í hesum avgreiðslum. Uttan hennara medvirkan hevði virksemið ikki verið gjørligt. Og sigast kann, at tey ótaldu vitjandi kundu kenna seg væl, tí umframt at fáa avgreitt síni ørindi, so vóru ótaldir drekkamunnar skonktir, meðan bíðað varð. Har var blíðskapur og eitt tænastustøði, sum valla man vera meginreglan í dag.
Ongantíð fall øvugt orð um, at okkara heim soleiðis gjørdist alra meginstaður. Samsýningin fyri kommunuskrivaraarbeiðið var meira symbolsk og mamma luttók uttan nakað viðurlag. Tó sá mamma tað sum eina sjálvfylgju at stuðla pápa og at tæna bygdafólkinum av hjarta.
Eisini var heim okkara opið hús fyri teimum mongu sum á sinni ferðaðust við postbátinum umvegis Kollafjørð. Tá var vanligt at avbygdafólk stukku inn á gólvið at bíða eftir rutuni og viðraði illa, lógu fólk av og á nátt hjá okkum.
Somuleiðis gistu vikarar og praktikantar í longri ella styttri tíðarbil, umframt at tað ikki vóru so fáir skúlanæmingar, sum gjøgnum árini fingu turt uppá føturnar, ein bita og heitan drekkamunn frá mammu, tá pápi harmaði hesi børn í skúlanum, vátar og kaldar vetrardagar.
Hóast mamma soleiðis var ein tænari fyri tey mongu, so vóru tað pápi og vit fýra systkini – Ingrid, Arnóra, Hans og eg, sum fingu hennara treytaleysa kærleika.
Mamma var altíð uppmerksom uppá hvussu gekst, og kunnu vit øll sanna, at hon altíð setti tørvin hjá okkum framum egin ynski.
Hon halgaði sítt lív at vera alt fyri okkum, at hjálpa har hon rakk og at geva tað hon átti. Ótaldu pløggini hon bant til børn, ommubørn og onnur siga sína egnu søgu. Altíð virkin, altíð til hjálpar. Segði ongantíð nei ella bíða, tá tørvur var á hjálpandi hond. Hon var ein fjálgur stuðul tá ástóð. Hon var mamma og kona burturav.
Mamma hevði frá ungum fingið lagt í minnið at vera vera hjálpsom og sjálvbjargin og at vera takksom fyri tað, sum gerandislívið hevði at bjóða. Hetta var eisini hennara stavnhald í lívinum. Tí hjálpti hon í ártíggju eisini fátøkum børnum burturi í heimi við føstum donatiónum. Hennara lív og virki var ikki teori, men gerningar.
Hesin hugburður hevur eyðkent aldrandi ættarliðið, sum nú er um at søkka undir mold. Tey eiga heiðurin av, at vit liva í einum tryggum samfelag. Í so máta var mamma eitt livandi eyðkenni fyri hetta ættarlið - at arbeiða fyri hini, at virka uttan at krevja.
Nú situr pápi einsamallur eftir. Samlív í meira enn sjeyti ár er endað og gevur sakn og sársaka. At skilnaðarløtan rakar hvønn einstakan er pápa greitt, og er tað tí at ynskja, at eitt langt og gott lív í baksýni verður hansara styrki í tíðini sum kemur.
Hóast barnaheimið við Sjógv í Kollafirði hevur verið tómt í tvey ár, so kennist tómleikin nú meira lemjandi enn áður. Heimið har mamma tók ímóti við brosi og opnum ørmum. Heimið, sum var so fjálgt og friðsælt, har tað reyk av bakstri og har stokkaglintini fortaldu, at mamma aftur var i holt við okkurt plaggið til onkran av sínum.
Afturlatin er grind, nú mamma fór heim í ævinleikan, har vit øll hittast aftur ein dag.
Eitt langt lív, har kærleiki, trúðfesti, arbeiðssemi og ósjálvsøkni vóru meginreglurnar, er lokið. Tí er hóskandi at enda við ørindinum:
“Góða mamma, tú sum lívið gav mær,
Aftur koma barndómsdagar ei,
men tey ljósu minni, eg fekk frá tær,
vilja lýsa mær á lívsins leið.”
Ærað verður minnið um mammu mína.
Bjarni Djurholm









