var gott. Vit sóu hvussu Apartheid í Suðurafrika kúgaði tey svørtu, hvussu Portugal stríddist fyri at ikki missa sína hjálond, hvussu Sovjet fór við sínum fólki, og mest av øllum, hvussu heimsins ríkasta [...] aðru stemmu inni í mær. Aftaná deyða Afzelius, avgjørdu hinir í Hoola Bandoola Band av, at gera nakrar konsertir till minnis um hann, og tað blivu so tvær í Malmö, tvær í Oslo og ein í Keypmannahavn. Tað [...] spældi banjo, og vit spældu nógv í Malmö, umframt at vit spældu á Konserthuset í Stockholm og Odd Fellow Paladset í Keypmannahavn. Ein felagskapur vit spældu nógv fyri í Malmö, var KS. Tað var eitt stað
fylgja við á telduskíggjum, at alt koyrir sum tað skal. At framleiðslan gongur í einum jøvnum streymi. Teir eru í svørtum ketildraktum. Laborantarnir í reyðum. Maskinfólkini eru blá. Einki er tilvildarligt [...] pumpuhúsið. Á feltinum, sum í løtuni er 10 siglingartímar úr landi vestur ímóti íslendska sjómarkinum, merkir tíð tað sama sum pengar. Fiskurin tolir ikki at liggja í tangunum leingi, og tí eru túrarnir stuttir [...] egnu makrelkvotu, fyrstu ferð í 2010. Ein avleiðing av hesi avgerð er, at føroysk skip sleppa ikki at fiska makrel aðrastaðni enn í føroyskum sjógvi. Í fjør slitnaði í samráðingunum um norðhavssildina
trupulleikarnar í føroyska verjupartinum leygardagin, mundi vera Allan Mørkøre. Allan fyrra hálvleik lá hann at kalla einsamallur í okkara høgra borði, meðan sveisararnir høvdu tveir mans í somu síðu, og [...] sjálvsagt, at hann í nógvum førum kom í tvístøðu. Miðjan sveik Spurdur um hetta svaraði Allan, at hann kendi seg eisini rættiliga einsamallan har úti. - Ætlanin var, at eg skuldi liggja aftan fyri miðvøllin [...] antin sleppa mínum manni, ella lata bakkin ganga leysan. - Í seinna hálvleiki kundi tað sum so gera tað sama, tí tá noyddist eg eisini at draga inn í miðverjuna, so eg kundi fylla eitt sindur upp har inni
sjálvan ljóðar ov frelst í mínum oyrum. Tað skal nógv einsemi til at skapa list. Hvussu hevur tú tað við hesum einseminum og hvat fyri tankar hevur tú um tað? ? Eg veit ikki, um tað skal vera einsemi til fyri [...] tína list? Um so er, hvussu? ? Nei, tað haldi eg ikki, men sikkurt uttan at eg eri klárur yvir tað. Hvat heldur tú um føroyska list fyrr og í dag? ? Tá man hugsar um, hvussu ung listin í Føroyum er, má man [...] hava havt í Føroyum. Gud viti hvør ella hvat tað er, sum hevur givið hesum beiggjunum stór listarlig evnir í dópsgávu, sum kemur at ríka okkum føroyingar møguliga til allar tíðir. Og hvussu nógv fáa Torbjørn
una, Poul-Erik Høyer Larsen, at koma til Føroya í farnu viku. Hóskvøldið hevði hann fyrilestur fyri úrvalsítróttarfólkum og øðrum áhugaðum í Skálanum í Norðurlandahúsinum, og harumframt vandi hann eisini [...] um. Í fyrilestrinum hóskvøldið greiddi Poul-Erik millum annað frá, at tað krevur miðvísa venjing í minst 10.000 tímar fyri at gerast eitt framúrskarandi ítróttarfólk, ið kann bjóða teimum bestu í heiminum [...] en. Ovurstóra virðing Tá teir báðir vóru við til venjing í Badmintonhøllini í Havn fríggjakvøldið, var stuttligt at síggja glógvandi eygunum í føroysku spælarunum – bæði teimum yngstu og teimum eldru.
dekoratiónir maturin skal borðreiðast í og á. Vit hava lænt frá familju og vinum, og vit hava lænt úr handlum og stovnum, og so hevur Jastrid gjørt av, hvussu tað skal setast saman. Í august mánað vóru [...] og at tað skal vera skrivað og sett upp soleiðis, at vanligi føroyingurin skal verða førur fyri at gera mat eftir uppskriftunum í bókini, uttan at tað er neyðugt við serligum innliti í mat og matgerð [...] fotografarnir í fýra dagar norðuri í Klaksvík. Tá vóru allar 107 uppskriftirnar royndar og borðreiðar til myndatøku í so fínari og leskiligari uppseting, at tað skal verða innbjóðandi hjá lesarunum
ikki nøkur áheitan at fólk í óðum verki skula fara út og rudda hagan fyri plantur. Alt við máta. Sjálvur havi eg í vikuni verið úti í náttúruni og leitað fram rávørur at nýta í matgerð. Sum tað sæst á myndunum [...] urtakervil er framúr at nýta bæði í fiskarættum, dessertum og sum krydd í snapsum og te. Brenninotur hóskar væl sum te, men eisini sum stúvningur í róma. Hylliblóma kann kókast í sukurvatni og síðani gagnnýtast [...] sjálvandi sagt í speisemi, tí ólavsøku-borðið kann viðhvørt tykjast nakað bundið eins og maturin á jólum. Rituellur. Skal tað ikki vera loyvt at menna ólavsøku-borðið við øllum tí tilfeingi í føroysku náttúruni
er upp í vaksnamannaliðið, er javnvág komin í. Tá eru t. d. barnaárini ein felgas ogn, sum ikki er merkt av einum ávísum ársmuni. Tá ið leitað verður aftur í tíðina, er henda tíð runnin avstað í einum umhvørvi [...] til hendurnar, lærdi væl í skúlanum og ágrýtin. Mangt plaggið virkaði tú upp á mín kropp. Øll árini, meðan eg gekk í skúla í Havnini, varð mangt bakilsi sent suður og stungið í skjáttina, tá ið farið var [...] sum var forkunnugt, tað var, tá ið skiltið var sett í gluggan: Ísur í dag. Tá hevði ísmaskinan verið í sving um morgunin, og nú ráddi um at vera í fremstu røð við fimmti oyrum, so tú fekst smakkin av
brunnarnar í klettin. Lættari í dag Í dag er lættari at koma upp á Masada, enn tá Flavius Silva, generalur, í síni tíð royndi seg við stóra rómverjaherinum móti teimum 967 zelotunum, sum hildu honum í skáki [...] sær, hvussu tey sunnanvert á slættanum hava havt stórar akrar. Bygningarnir hava ligið í hinum endanum. Og niður eftir berginum norðanvert læt Heródes gera eitt palass, sum hann sjálvur helt til í. Í trimum [...] uppstaðin kring hetta søguríka plássið, sum í so nógv ár var líkasum burtur, men kom aftur í aftur og gjørdist staðið, har ísraelskir hermenn beinleiðis verða tiknir í eið. So høgt og týdningarmikið meta teir
Sundalagsstevnan stendur fyri framman. Longu í morgin byrja fyrstu tiltøkini í Kollafirði. Vit sita inni í hugnaligu stovuni hjá Hendrikki og Vilhelminu Joensen á Mørk í Kollafirði. Vit hava leitað Hendrik upp [...] ógiftur. Í mong harrans ár sigldi og ferðaðist hann úti í tí stóru verð. Í tjúgu ár hoyrdi ongin frá honum, og fólk hildu hann vera deyðan. Tí varð hann uppkallaður. Men brádliga stóð Martinus aftur í túninum [...] vitjaði Frammið við Gjónna á hvørjum ári í nógv ár. Hesin onglendingurin var so ógvuliga spentur og áhugaður í tirnum. So hann var nærum hvønn dag í haganum, og leitaðu eftir føgrum tirnum. Hetta visti Martinus