Martinus á bukkuna saman við forsetanum

Tað var ein rár hending, at Martinus á Ósábakka ikki kundi siga frá onkrum tilburði, sær hevði verið fyri. Hendrik Joensen minnist nógvar av søgum hansara

Grækaris Djurhuus Magnussen


Sundalagsstevnan stendur fyri framman. Longu í morgin byrja fyrstu tiltøkini í Kollafirði.

Vit sita inni í hugnaligu stovuni hjá Hendrikki og Vilhelminu Joensen á Mørk í Kollafirði. Vit hava leitað Hendrik upp, tí hann er tiltikin frásøgumaður. Veit manga søguna úr Kollafirði, og um kollfirðingar, sum fyri langari tíð síðani eru farnir foldum frá. Ein teirra var Martinus, Martinus við Ósánna.

Martinus var ættaður úr Kollafirði. Hann var ógiftur. Í mong harrans ár sigldi og ferðaðist hann úti í tí stóru verð. Í tjúgu ár hoyrdi ongin frá honum, og fólk hildu hann vera deyðan. Tí varð hann uppkallaður.

Men brádliga stóð Martinus aftur í túninum í Kollafirði. Og søgurnar trutu ikki.


Skipari uttan pappírir

Martinus við Ósábakka doyði sum gamal maður í 1940. Men Hendrik Joensen minnist hann væl. Sum smádrongur var hann mangan inni á gólvinum hjá Martinusi. Og har lá væl fyri hjá Martinusi at siga frá.

Hendrik Joensen minnist millum annað søguna hjá Martinusi, tá hesin gjørdist skipari ­ uttan pappírir. Til stuttleika skal nevnast, at flestu søgurnar hjá Martinusi snúðu seg um Martinus sjálvan. Ikki so lítið sjálvironiskur mundi hann vera.

­ Sært tú, einaferð var Martinus staddur í London. Har kom hann saman við eini skiparaeinkju, ella ?kapteineinkju³, sum Martinus plagdi at siga. Martinus og skiparaeinkjan gjørdust so mikið væl, at einkjan gav Martinusi skiparapappírini hjá manninum. Og so fór Martinus at útvega sær skiparakjans.

­ Tað var so skjótt, at hann hevði fingið kjans sum skipari við einum stórum dampara. Pappírini hevði hann jú, helt reiðaravirkið. Men veruleikin var tann, at Martinus hevði ikki ánilsi av nøkrum, sum hevði við ?brúnna³ at gera. Og av tí, at hann ikki tordi at syrgja fyri nøkrum, tá skipið skuldi fara úr havnini í London, legðist hann brádliga við lítlum krími. So slapp hann undan at standa við róðrið ta løtuna, sigur Hendrik Joensen frá.

Komnir út á víðopið hav, gjørdist upp aftur verri. Nú gjørdist hann rættiliga sjúkur.

Martinus syrgdi fyri at gerast so sjúkur, at hann lá í koyggjuni allan túrin til New York. Men væl mundi liggja fyri.

Hendrik Joensen sigur frá Martinusi, at stýrimenninir fjórðahvønn tíma komu inn á skiparakamarið, har Martinus skuldi undirskrivað rapportirnar.

­ Hóast Martinus yvirhøvur ikki visti, hvat stóð á hesum pappírum, gjørdi hann seg rættiliga álvarsaman. Setti brillurnar á nøsina, og nøsin var tiltikin stór, hugdi upp og niður at ørkunum, og skrivaði so at enda undir.

Mat fekk hann bornan inn á kamarið fleiri ferðir um dagin. Manningin spurdi hvussu heilsan var, og hann lat illa at.

Soleiðis gekk til teir komu til New York.


Rýmdi við pengunum

Lítil kúllur mundi hann vera, Martinus. Tí tá teir komu til New York, passaði hann sær løgir at sníkja seg í land. Og tað eydnaðist ­ við peninginum hjá skipinum í lummanum.

­ Manningin fann út av, at maðurin var burtur, og ongin ivi var um, at Martinus var dottin niður fyri og druknaður. Leitað var væl og leingi við nót og øðrum, men maðurin varð ikki funnin.

Seinni funnu yvirmenninir umborð á damparanum út av, at peningurin hjá skipinum var burtur. Og tá vistu teir, at ?búrhundastrikir³ vóru uppi í leikinum. Løgreglan fekk boðini, og skjótt var mynd av Martinusi at síggja á hvørjari skrellispann í stórbýnum.


Loysti sær buksurnar saman við forsetanum

­ Martinus segði okkum, at hann kom at búgva hjá eini gamlari konu í útjaðaranum av býnum. Men orsakað av hesum nógvu myndunum, sum allar vístu serliga stóru nøsina hjá Martinusi, tordi hann næstan ikki út fyri dyr. Men út fyri dyr noyddist hann av og á, greiðir Hendrik Joensen frá.

Í íbúðini hjá hesi gomlu konuni var onki nátthús. Ein dagin, Martinus var farin nakað frá húsum, settist hann aftan fyri ein stein at loysa sær buksurnar.

?Meðan eg siti, hoyri eg tað skava so beint aftan fyri meg. Eg vendi mær á, og júst í teirri løtu vendi eisini tann, ið sat hinumegin steinin, sær á. Og tit skulu trúgva mær, eg sá beint inn í andlitið á amerikanska forsetanum³, bedýraði Martinus aftur komin til Kollafjarðar.


Lumpaði onglending

Sum smádrongur var Martinus nógv í húsunum ?Frammi við Gjónna³ við Leynarvatn (húsini standa har enn). Hendrik minnist eina søgu, Martinus segði honum í tí sambandinum.

­ Ein onglendingur vitjaði Frammið við Gjónna á hvørjum ári í nógv ár. Hesin onglendingurin var so ógvuliga spentur og áhugaður í tirnum. So hann var nærum hvønn dag í haganum, og leitaðu eftir føgrum tirnum. Hetta visti Martinus, sum setti sær fyri eina ferð at lumpa onglendingin.

­ Martinus fann nakrar glasfløskur fram, og smeltaði tær í eldinum í jarnsmiðuni Frammi við Gjónna. Fløskurnar, sum høvdu alskyns litir, vórðu smeltaðar til vakrar ?tirnulutir³.

­ Tá so onglendingurin aftur kom til Føroya, vísti Martinus honum sínar tirnum. Onglendingurin spurdi beinanvegin, hvar Martinus hevði funnið tirnurnar, og Martinus vístu honum á eitt pláss í haganum. Og so hin at grópa og grava. Men hann fann onki, sigur Hendrik frá Martinusi.

Hetta sama árið gekk skipið, sum onglendingurin fór til Onglands við, burtur. Hann fekk sostatt ongantíð at vita, at tirnurnar hjá Martinusi vóru sjálvgjørdar.


Martinus´ nose

Hendrik Joensen minnist eisini, tá teir byrjaðu at spreingja oman fyri Bursatanga í Havn. Um kvøldarnar lýstu nøkur fá ljós har um leiðir, og ljósini gjørdu so nakrar skuggar.

­ Eg minnist týðuliga, at tann eini skuggin líktist akkurát Martinusi við síni stóru nøs. Eg minnist eisini, at nógvir onglendingar, sum vanir vóru at koma á Havnina við fiskiskipum, kendu væl Martinus. Og teir róptu skuggan oman fyri Bursatanga fyri ?Martinus´ nose³, flennir Hendrik Joensen.


Kappróður og dansur

Hendrik Joensen býr væl fyri miðskeiðis í bygdini. Tí er stutt hjá honum at ganga hagar flestu tiltøkini á Sundalagsstevnuni eru. Og hann ætlar sær í fyrsta lagi at hyggja at kappróðrinum.

­ Ofta endar tað við, at eg eisini eri í dansinum, sigur Hendrik Joensen.