. Í hellið trettanda Hóast jólaaftan er farið um bak og hosurnar bæði eru fyltar og tømdar aftur, so eru jólamenninir ikki farnir djúpt inn í hellið aftur enn. Tað verður ikki fyrr enn trettanda, tá jólini [...] Kertustubbi millum mangt annað havt úr at gera við at práta við øll børnini, ið hava ringt inn til Útvarpið um jólini. ? Tað var strævið til tíðir, og vit eru jú ikki heilt ungir longur, men vit halda áfram við [...] eru elstu jólamenninir í Føroyum, og teir hava hug at royna at halda teir yngru á rættari leið. - Ein rættur jólamaður roykir sjálvandi ikki og drekkur bara jólaøl. Og so er hann í einum hampuligum jó
fara at halda um íløgurnar á samferðsluøkinum. Tær eru alneyðugar, um føroyingar heilt skulu koma úr skugganum frá tíðini, tá Ommudidda ferðaðist av Kirkju og til Havnar og til hús aftur. Landið er lítið [...] Hugleiðingar um hvussu samferðslan hevur ment seg í stórum lopum, og um onkra styrkina, sum tíðin, tá Ommudidda ferðaðist av Kirkju og til Havnar, hevði framum gerandisdagin og ferðinginaá okkara døgum [...] døgum Søgan um Havnarferðina hjá Ommediddu er sera áhugaverd á so mangan hátt, og ein sovorðin søga fær hugsanirnar at ferðast skjótt og víða. Tað er Hans Mikael Jacobsen, sum hevur skrivað. Hann var læraralærdur
hin størsta spottara til at angra syndir sínar og biðja um náði og bjarging. Tað kann troysta hin mest vónleysa og ólukkuliga, so at hann aftur kann gerast glaður og troysta á Guds kærleika og náði. Tað [...] orð ikki verður ríkiliga sáað. Tað verður sáað til høgru og vinstru og allar staðir, eins og vit hoyra í tekstinum um sáðmannin. Hvussu ber tað tá til, at Guds orð tykist mangan at bera so lítlan ávøkstur [...] tolni til Harrans æru og vera vitni um hann bæði í orði og verki. So vilja vit tá ikki bert dvølja við alt tað, sum miseydnaðist og fór fyri skeyti, men eisini gleðast um tað, sum eydnaðist og bar ávøkstur
til endamálið, og prestur væntar at flyta inn einaferð í februar - mars. Íbúðarviðurskiftini hjá nýggja prestinum á Glyvrum hava ikki verið nøktandi, síðan Meinhard Bjartalíð, prestur, flutti úr Ónagerði [...] Meinhard Bjartalíð. ?Jú, tað er eisini gott pláss til klaverið, váttar prestur, sum er kendur fyri síni tónleikaligu evni og áhuga. Talan er um eini umleið 30 ára gomul hús, sum nógv er gjørt við. Okkurt smávegis [...] smávegis skal gerast afturat, áðrenn flutt verður inn, sigur prestur. Hann fegnast um at hava fingið eini hús ovarlaga í Lamba. Á Byrgisheygnum, sum tey nevna, við prýðiligum urtagarði uttanum, har til ber
helst verður júst hesin dysturin eisini ein verulig ábending um, hvat av teimum báðum oddaliðunum fer at vera betri fyri, tá seinasti dysturin er lagdur aftur um bak. Dysturin í tølum H71-Neistin 24-38 (10-18) [...] løtuna var tað fram um nakran annan Zeljko Jotic í neistamálinum, sum gjørdi munin á liðunum, men eitt spurnartekin eigur tó at setast við, um tað »bert« var stinna málverjaspælið, ella um tað ikki eisini [...] long tíð farin av dystinum í høllini á Hálsi, áðrenn tað stóð greitt, at her fór talan ikki at gerast um tann stóra spenningin. Hóast spælbýtið kanska var so hampuliga javnt fyrsta korterið ella so, so stóð
farin um teir 60 minuttirnar í Vestmanna. Áskoðarafjøldin var á gosi. Kollfirðingar fegnaðust um, at tað hevði eydnast teimum at tikið stig frá VÍF, meðan áskoðararnir hjá heimaliðnum ilskaðust um, at menninir [...] á eina løtu, so var kortini líkt til, at VÍF enn eina ferð skuldi toga ein tepran sigur heim, men so gjørdu kollfirðingar aftur ein vørr. Mest sum burtur úr ongum fingu teir skotið trý mál á rað, og nú [...] hevði ein av sínum heilt góðu døgum, so tóktist tað alla tíðina torført hjá vestmenningum at finna vegin til meskarnar. KÍF átti at avgjørt Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki tóktist tað tó, sum um vestmenningar
hava dystirnar ímóti hollendska Hellas malandi í heysinum. Nú eru aftur fýra dagar farnir aftur um bak, og megnar VÍF at savna tankarnar um uppgávurnar í heimligu kappingini, so er einki at ivast í, at tvey [...] øðrum. Sunnudagin vitjar Sóljan á Skála, og nógv bendir á, at hetta kann gerast ein av avgerandi dystunum í stríðnum um at sleppa undan niðurflytingini. Undan dystinum er støðan tann, at Sóljan hevur eitt [...] galdandi sunnudagin. Greiðir favorittar Tveir aðrir dystir verða í kvinnudeildini um vikuskiftið, og í báðum er talan um greiðar favorittar á pappírinum. VÍF vann mikukvøldið fyrru hálvfinaluna móti Neistanum
overtagelser af yderligere sagsområder inden for grundloven og rigsenhedens rammer". Líta vit aftur um bak, er tað undrunarsamt, hvussu politisku veingirnir nú hálova ætlaða samstarvið við danir. Meðan [...] støðuni (var eisini garanturin til trilkanina um sjálvstýrisveingin í 98), so hevur tjóðveldisflokkurin áhaldandi dyrkað munirnar og ósemjurnar at náa málinum um ruðuleika og plássi í søgubókunum - ja, fyri [...] áhugavert at frætt, hví somu nú hálova og skýra felags yvirlýsingina sum ein sigur, tá lýsingin kann javnmetast við uppskotið um at venda tilgongdini á høvdið, samstundis sum hálovanin kann javnmetast við
slett ikki til smakkin. Eg eti, hugsi meira um mettuna enn um smakkin og síggi tann beiska veruleika dansa framman fyri mær: ?Nú skal tú taka annað skinn um bak, hin gamli. Nú skal ansast eftir matinum, [...] verið meira tilvitað um okkara heilsu, so hoyrdu vit ongantíð eitt graml aftur um fíggjartrupulleikar innan heilsuverkið og fyri tann saks skuld á B6. Hvør songin kostar 4000 krónur um dagin og eg rokni leysliga: [...] eitt drúgt tørn, tá hann endiliga fekk matarlystin aftur, mælti: ?Hvis tú ikki etur sær tú, so doyr tú sær tú!? Ein annar maður fekk nakað seinni blóð. Ein klænur, grádæmdur maður norðan úr Sundalagnum. Eitt
Mali ganga hirðarnir, eins og øll onnur mannfólk, við transistorradio um hálsin. So Snorri hevði verið so fyrivarin, at hann hevði tikið radio við heimanífrá og gekk so við hesum um hálsin, nú hann skuldi [...] sálmalag kendi Alma kortini aftur. Loftmissión Í Mali gongur hvør maður við útvarpslurti um hálsin. Sera nógv og væl verður fylgt við tí, sum hendir, gjøgnum útvarpið. Tað kemst fyri ein part av, at illa gongur [...] hitastigum. Men tað bar væl til hóast alt, og vit fingu eini sera hugnalig, um enn øðrvísi jól, greiðir Alma Bjartalíð í Klaksvík frá um ferð í Afrika á jólum. Frásøgnin setur ferð á hugin, sum leitar at lýggjari