Nýggjur prestagarður í Lamba

Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur keypt eini sethús í Lamba til prestagarð hjá Glyvrapresti at búgva í. Prestur er væl nøgdur

Prestagarður
Glyvraprestur hevur nú fingið prestagarð at búgva í. Eini sethús í Lamba eru keypt til endamálið, og prestur væntar at flyta inn einaferð í februar - mars.

Íbúðarviðurskiftini hjá nýggja prestinum á Glyvrum hava ikki verið nøktandi, síðan Meinhard Bjartalíð, prestur, flutti úr Ónagerði til nýstovnaða prestagjaldið á Glyvrum. Prestafamiljan hevur búð í leigaðum húsum, sum ikki hava nøktað tørvin á eitt nú skrivstovuhølum hjá presti.

Men húsini, sum nú eru keypt, eru sera væl egnað til endamálið, sigur Meinhard Bjartalíð.

?Jú, tað er eisini gott pláss til klaverið, váttar prestur, sum er kendur fyri síni tónleikaligu evni og áhuga.

Talan er um eini umleið 30 ára gomul hús, sum nógv er gjørt við. Okkurt smávegis skal gerast afturat, áðrenn flutt verður inn, sigur prestur.

Hann fegnast um at hava fingið eini hús ovarlaga í Lamba. Á Byrgisheygnum, sum tey nevna, við prýðiligum urtagarði uttanum, har til ber at ganga og meditera við útsýni yvir skálafjørðin, sum hann tekur til.

Meinhard Bjartalíð letur væl at umstøðunum á Glyvrum. Tað var lætt at flyta hagar, sigur hann. Og tey eru fallin væl til.

Prestahúskið, sum nú flytir til Lambar, telur fýra fólk. Prestur og frúa við tveimum børnum. Níggju ára gomlum soni og fýra ára gamlari dóttur.

Prestagarðurin í Lamba er søguligur við tað, at hann er fyrsti prestagarðurin, sum er føroyskur burturav. Keyptur fyri føroyskar pengar, áðrenn kirkjan annars varð yvirtikin.

Óli Holm, landsstýrismaður við undirvísingar- og mentamálum, sigur, at játtan til keyp av húsunum varð fingin til vega á eykajáttanarlóg, sum tingið samtykti í heyst.