Jólamenn taka samanum

Nú jólini eru farin at fjara, gera jólamenninir seg til reiðar at fara djúpt inn í hellið aftur. Vit hittu teir eina seinastu ferð áðrenn, bara fyri at runda jólini eitt sindur av nú tað stundar til nýggjárs

 

Teir báðir einastu autoriseraðu føroysku jólamenninir, Greytasleikur og Kertustubbi, vóru eitt sindur moyrir, tá Sosialurin fekk samband við teir triðja jólamorgunin. Tá høvdu teir havt eini hugnalig jól har nokk var at gera sum altíð.

Jólamenninir fylla sum kunnugt jólahosurnar og umframt hetta hava Greytasleikur og Kertustubbi millum mangt annað havt úr at gera við at práta við øll børnini, ið hava ringt inn til Útvarpið um jólini.

? Tað var strævið til tíðir, og vit eru jú ikki heilt ungir longur, men vit halda áfram við sama huga, siga teir báðir reyðklæddu skeggvaksnu menninir, sum tóku sær av løttum eftir at hava fylt eitt ótal av hosum.


Drekka bara jólaøl.

Greytasleikur og Kertustubbi eru elstu jólamenninir í Føroyum, og teir hava hug at royna at halda teir yngru á rættari leið.

- Ein rættur jólamaður roykir sjálvandi ikki og drekkur bara jólaøl. Og so er hann í einum hampuligum jólamansbúna og ber seg ikki undan, tá tørvur er á eini hjálpandi hond, eru teir báðir gomlu skjótir at svara, tá vit spyrja teir, hvat teir halda um hinar jólamenninar í Føroyum.

- Og eftir hesum, so eru jólamenninir í Føroyum sum heild á góðari leið, hóast onkur kanska onkuntíð hevur verið eitt sindur raskur at kaga niður í kaggarnar, halda teir báðir eldru jólamenninir.

Greytasleikur og Kertustubbi hava sum flestu aðrir jólamenn nógv at gera, og tí eru teir kanska ikki so ofta at síggja til jólahald í desembur mánað. Har plaga aðrir jólamenn at vera, serliga hevur jólamaðurin Kjøtkrókur verið nógv at sæð, og tað dámar Greytasleiki og Kertustubba væl.

? Vit jólamenn eru nógv eftirspurdir, so tíbetur eru vit fleiri. Kjøtkrókur hevur spurt okkum eldri um mangt og hvat og skal eg geva honum eitt orð við á vegnum, so er tað at hann líkist okkum nokkso nógv, og tað er ikki so galið, haldi vit, sigur Greytasleikur.


Í hellið trettanda

Hóast jólaaftan er farið um bak og hosurnar bæði eru fyltar og tømdar aftur, so eru jólamenninir ikki farnir djúpt inn í hellið aftur enn. Tað verður ikki fyrr enn trettanda, tá jólini eftir gomlum siði enda, og jólamenninir leggjast inni heilt til fyrsta sunnudag í advent í komandi ári.

Tó plaga jólamenninir onkuntíð at koma úr hellinum á hásummri fyri at hitta aðrar jólamenn á árligu altjóða jólamansráðstevnuni, har Greytasleikur og Kertustubbi altíð eru bodnir við. Sjálvir ganga teir við dreyminum um einaferð at bjóða øllum heimsins jólamonnum til Føroya at vitja, men tað verður ikki rættiliga enn.