Hondbóltur ? kvinnur
Hóast nógv hóvasták er gjørt burtur úr, at dysturin millum Sóljuna og StÍF frá grundspælinum enn ikki er spældur, so merkir hetta tó ikki, at liðini ikki vilja spæla móti hvørjum øðrum.
Sunnudagin vitjar Sóljan á Skála, og nógv bendir á, at hetta kann gerast ein av avgerandi dystunum í stríðnum um at sleppa undan niðurflytingini.
Undan dystinum er støðan tann, at Sóljan hevur eitt stig meira enn StÍF, men hetta er sjálvandi ikki nøkur vissa fyri, at støðan fer at verða hin sama, tá kappingarárið er runnið.
Verður hugt at dystunum, sum liðini bæði hava leikt í seinastuni, so er skjótt at staðfesta, at úrslitini hjá StÍF hava verið eina tonn betri enn tey hjá Sóljuni. Tepur tap hava verið fyri bæði Stjørnuni og VB, og havandi hetta í huga, so áttu strandakvinnurnar at verið betri fyri í løtuni. Hinvegin prógvaði Sóljan fleiri ferðir í fjør, at meðan tær ikki standa seg so væl móti sterkaru liðunum í deildini, so eru tær væl førar fyri at finna rætta spælið fram til røttu tíðina, og so er spurningurin, hvørt hetta eisini fer at vera galdandi sunnudagin.
Greiðir favorittar
Tveir aðrir dystir verða í kvinnudeildini um vikuskiftið, og í báðum er talan um greiðar favorittar á pappírinum.
VÍF vann mikukvøldið fyrru hálvfinaluna móti Neistanum, og tað er illa hugsandi, at tær ikki eisini vinna dystin sunnudagin. Ikki minst tá VÍF mikukvøldið framhaldandi tóktist hava dystirnar ímóti hollendska Hellas malandi í heysinum. Nú eru aftur fýra dagar farnir aftur um bak, og megnar VÍF at savna tankarnar um uppgávurnar í heimligu kappingini, so er einki at ivast í, at tvey stig afturat koma inn á stigakontina.
Í Vági verður dystur millum VB og Kyndil, og her líkist VB einum greiðum favoritti. Eisini hóast Kyndil ímóti júst VB fekk nakað, sum líktist einum veruligum upptúri stutt undan jólum. Upptúrurin var tó lítil, og síðani tykjast kyndilskvinnurnar at vera falnar í nær sagt vanligu grøvini, har liðið sýnir nógv minni enn tað, sum tær eru førar fyri.
VB hevur tó heldur ikki havt so gott glið á í seinastuni, men á heimavølli eru tær altíð drúgvar, og enn hava tær møguleikan fyri bronsuni at stríðast fyri.