her sýndist VÍF at vera drúgvari seinastu løtuna, soleiðis at tað at enda vóru fýra mál á muni. Ein munur, sum kann vísa seg at vera nóg mikið hjá VÍF, men sum hinvegin eisini ber boð um, at tað avgjørt ikki [...] stór framgongd at síggja á neistaliðnum, og tí var tað kanska við góðum vónum, at farið varð til Vestmanna. VÍF dróg seinastu løturnar Tað skuldi eisini vísa seg, at Neistin hevði nakað at hava góðu vónirnar [...] solieðis at tær vóru tvey mál frammanfyri, tá farið varð til hálvleik. Í seinna hálvleiki helt munurin sær at kalla alla tíðina. Onkuntíð hevði Neistin hug at toga seg inn, men hvørja ferð megnaði VÍF at svara
áhuga. - Eg hevði sjálvandi ikki gjørt hetta, um eg ikki helt, at tað var stuttligt at fáast við tað, og eg haldi, at tað er ógvuliga stuttligt at fáast við bókaútgávur, sigur Árni Dahl. Idealisma Tað er nakað [...] bøkur geva beinleiðis undirskot. - Eg haldi, at tað er ein partur av tjóðarbyggingini at geva bøkur út. Eg vil vera við til at lívga um á hesum økinum, so at nýggjur skaldskapur verður givin út allatíðina [...] Tá eg havi havt hug at lagt hetta arbeiðið frá mær, hevur hon roynt at hildið á, og tá hon hevur givið skarvin yvir, havi eg eggjað henni til at hildið á. - Tá havt verður í huga, at vit hava eitt høvuðsarbeiði
Sonja Petersen ivast í hvussu er ikki í, at hann fer at gera sítt til, at fleiri fólk fara at ferðast í oynna. Og tá ætlar hon saman við øðrum at vera til reiðar at taka í móti teimum á Ísansgarði. [...] til gestirnar at brúka. Sonja Petersen ásannar, at ferðslan hevur ikki verið tann stóra á Ísansgarði seinastu tíðina. Men tað kemst kanska av, heldur hon, at ov lítið hevur verið gjørt við at lýst við húsinum [...] Hinvegin er ætlanin at gera meira burtur úr gistingarhúsinum á Sandi í framtíðini, sigur Sonja Petersen. Ætlanir eru um at fara at byggja út. Til dømis er køkurin ov lítil, og ætlanin er eisini at fá fleiri kømur
FORMAÐUR Tjóðveldisfloksins sigur, at varni fíggjarpolitikkur hevur ikki nakað beinleiðis við fullveldið at gera. Tí eru vit ikki samdir í. At seta allar kreftir inn uppá at spara og spinka til fullveldið [...] eingin er ósamdur við landsstýrið um, at tað er rætt at leggja upp fyri til verri tíðir og leggja seg eftir at hava eitt yvirskot. Men tað órímuliga í hesum er, at henda kúvendingin í fíggjarpolitikkinum [...] POENGIÐ hjá Jenisi var og er, at landsstýrið, við at binda fyri landskassan og leggja sektina á, at stórur partur av samfelagnum koyrir út av tromini, í veruleikanum hevur sett fót fyri sær sjálvum og
fegin um, at talan var um menn, sum vóru komnir heim úr útlondum at gera íløgur í heimbygdini. Hann segði, at tað tykist trupult at arbeiða við kvotum og øðrum fiskiloyvum. ? So tað er at vóna, at eisini [...] kendist gott aftur at fáa skip á fjørðin. ? Vit eru øll stolt av, at vit eiga menn í Suðuroyar syðru helvt, sum hava rygg til at fara undir eitt slíkt megnar tiltak. ? Tað, at tit keypa eitt slíkt vinnutól [...] ásanna, at vit hava menn í bygdini, sum hava áræði at fara undir eitt veldugt tiltak, sum hetta, segði hann. Mangan trupult Reiðarin, Eli Frederiksen, minti á, at tað nú eru góð fimm ár síðani, at tann fyrri
egnað skip til at avloysa Smyril, men av tí at peningur ikki var tøkur til tað leigumálið hevur stovnurin boðað eigarunum av Alandiu frá, at teir ikki fáa gjørt ein sáttmála. Og tað merkir, at einki skip er [...] funnið at avloysa Smyril. Hvussu tann trupulleikin nú skal loysast veit Magnus ikki, men hann veit í hvussu er, at tað verður ikki stuttligt at vera á Strandferðsluni tá. ? Tað er púra greitt, at vit seta [...] soleiðis, at sparingarmøguleikarnir fækkast. Í hinum borðinum er veruleikin óreingiligur, og hann staðfestir, at skipini hjá stovninum í fleiri førum eru niðurslitin - koyra upp á pumpurnar, so at siga. Nógv
li, Heini Fossá. Ørsøkin til at Havnar Timburhandilin av fyrstan tíð fór at skipa fyri eini ferð til eina messu uttanlands var, at Timburhandilin mettir, at hann er við at avgera hvat tilfar verður brúkt [...] tað rætta um eitt ella tvey ár. Men tað er einki at ivast í at Havnar Timburhandil, fer at gera sítt íkast fyri at menna byggivinnuna í Føroyum, vit ætla at kunna okkara handverkarar, sum teir ikki standa [...] brúkt innanfyri føroyska byggivinnu. ? Fyri at vísa kundunum, hvat hendir uttan fyri landoddanar, hildu vit, at tað var rætt at fara á eina messu. Tí vit hildu, at hetta kundi hækkað støðið í føroyskari byggivinnu
krøv fram í almenna orðaskiftinum um, at landsstýrismaðurin átti at leggja frá sær. Hetta endaði við, at landsstýrismaðurin heitti á løgmann um at verða loystur úr starvi fyribils, meðan ein óheft kanning [...] sannroynd, at sami landsstýrismaður í sambandi við eitt nú mentamálini hevur víst eitt sera gott handalag og virkisfýsni. Hann hevur brent fyri at fáa okkum ein meira virknan mentanarpolitikk. At hann so [...] eisini landsstýrismenn koma í rasshaft orsakað av, at pengar ikki mugu játtast til lívsneyðug mál, eitt nú til at liva upp til nýggju krøvini til at fylla út karmarnar í fólkaskúlalógini, tí sparast skal
verið eins soltið, og lítið er at ivast í, at teir fara at megna at halda sær omanfyri H71 og KÍF. Liðið telur fleiri góðar einstaklingar, og fer tískil at klára setningin um at halda sær í bestu deildini [...] Líkindi er sostatt fyri, at seinna hálva av kappingini kann gerast rættuliga spennandi, og lítið er at ivast í, at øll tey ovastu liðini fara at taka stig frá hvørjum øðrum. Bert spell at tað er somikið stórur [...] toppi og botni, at tað ikki kann væntast, at nakað av niðaru liðunum fer at gera eitt sindur av fortreð mitt í øllum. Tjaldur hongur eftir Seinast ár máttu runavíkingar lata sær lynda, at teir ikki fingu
Síðani noyddist hann at leggja seg niður, og eina løtu var hann burturi. Í tí løtuni helt hann, at nú fór hann at doyggja. Kortini kvaklaðist hann við aftur, og nú var um at gera, at fáa boð frá sær. Fartelefon [...] hann ikki við sær, og tí royndi hann at lata skot av. Hann var so illa á holdum komin, at illa gekst at fáa byrsuna lødda, men tað eydnaðist eftir tógvið stríð bæði at løða og skjóta upp í loft. Tá hann [...] birgur, at hann megnaði at koma á føtur og ragga sær longur niðan. Lagdur inn á átta Felagin í erva kom løtu seinni til sjóndar, og Sámal Petur veipaði við ørmunum til tess at gera vart við, at okkurt var