Borgarstjóri vendir Tjóðveldi bakið

Flokkurin er farin ov langt av kós, metir borgarstjórin á Eiði

Við 28,7 prosent av atkvøðunum gjørdist Tjóðveldi størsti flokkur á Eiði til løgtingsvali fyri fýra árum síðan. Talan var um eina framgongd á 8,7 prosent ella 22 atkvøður.


Ein av orsøkunum til góða úrslitið var uttan iva, at millum valevnini hjá flokkinum var borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, ið gjørdist toppskorari í bygdini við 58 atkvøðum.


Men um flokkurin skal gera sama hál til næsta val, má allarhelst eitt nýtt valevni til. Á 1. uppstillingarfundinum hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag í farnu viku var hann ikki millum valevnini, ið kom á listan, og við Miðlahúsið upplýsir hann, at hann stillar ikki upp til komandi løgtingsval. Orsøkin er ein ónøgd við førda politikkin hjá flokkinum.


- Eg havi tikið avgerð um ikki at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin. Eg eri samdur við stevniskránni hjá flokkinum, men ikki við tingmanningini, sigur Jógvan í Skorini.


Hetta er ikki fyrstu ferð, at borgarstjórin finst at førda politikkinum hjá flokkinum. Áðrenn síðsta val gjørdi hann eisini greitt, at hann ynskti at umboða tað, ið hann kallaði góðan gamlan tjóðveldispolitikk. Men í dag hevur hann slept vónini um nakran broyting í førda politikki, og ásannar í staðin, at flokkurin er farin ov langt av kós.


- Eg segði áðrenn síðsta val, at eg metti at flokkurin gekk skeivan veg. Men tað vísir seg, at tað er tørført at fáa broytt kósina. Tað hevur altíð verið ein bláari partur norðanfjørðs, ið hevur virkað sum ein mótvekt til Havnina. Soleiðis hevur tað verið langt aftur í tíðina. Men í dag má man bara siga, at tann parturin er vekk. Tað er slett ikki ein bláur partur longur í Tjóðveldisflokkinum, sigur Jógvan í Skorini, og vísir á, at avgerðin at lata Sonju Jógvansdóttir sleppa upp á listan í Eysturoynni, er bara enn eitt dømi um tað.


- Nú tá man so velur at stilla helst reyðasta persón í Føroyum upp í Eysturoynni, so má man siga, at tann blái profilurin, ið hevur verið í Eysturoynni, er vekk, sigur borgarstjórin, men undirstrikar at avgerðin um ikki at stilla upp bleiv tikin langt áðrenn málið um Sonju Jógvansdóttir.


Sambært borgarstjóranum hevur hann fingið fleiri áheitanir frá øðrum flokkum um at stilla upp, men hevur hann víst hesum frá sær. Í staðin fer hann at miðsavna seg um at fáa eitt eiðisfólk á ting.


- Tað eg ynski allarmest er, at ein borgari í Eiðis kommunu sleppur inn. Man sær hvønn týdning tað hevur havt fyri onnur støð í landinum. Og um man skal fáa ein tingmann til bygdina, so mugu eiðisfólk standa saman um tað valevnið, sigur Jógvan í Skorini.


Spurdur um tað merkir, at tað er líkamikið hvønn flokk viðkomandi stillar upp fyri, er fyrrverandi valevni fyri Tjóðveldi skjótur at svara.


- Fyri so vítt, ja. Tað er so lítið skil á politikki í dag, at tað ræður bara um at fáa eitt valevni í bygdini inn á ting, sigur hann.