er at ivast í, hvør stóra løtan í tíðindafundinum fríggjadagin mundi vera. Eftir at umboðini fyri fótbóltssambandi, leikararnar og annar av fyrrverandi hjálparmonnum hansara høvdu haft orðið, reistist Allan [...] hann ikki í, at landsliðið eisini í framtíðini fer at røkka góðum úrslitum. - Vit hava seinnu árini sæð alt fleiri ungar leikarar koma inn á liðið, og saman við teimum royndu, sum framvegis eru í hopinum [...] hátt. Við gráturødd Fyrstu tekini um, hvussu væl Allan Simonsen hevur dámt at verið í Føroyum, komu so við og við inn í røðuna, og meðan hann hugleiddi um føroyska blíðskapin, sum altíð hevur verið sjónligur
undir seinna kappingardagin í vanligu skjótingini í Compound og Recurve á oyggjaleikunum mundu tey flestu rokna við, at talan fór at gerast um gull til Føroyar. Í øllum førum í liðkappingini, meðan tað hinvegin [...] skjóta, fingu vit orðið á Schandorff Vang, og spurdu vit hann, hvat tað var, sum hevði kostað føroyingunum so dýrt hendan dagin. - Pent sagt, so gekk tað ikki serliga væl hjá okkum í dag. Tú plagar jú [...] tað er á teimum longu teinunum, at tú vinnur kappingarnar, men í dag taptu vit hana á styttru teinunum. - Vit skjóta als ikki nóg gott í dag, men fyrst og fremst er tað vindurin, sum spælir okkum eitt
einastu, sum ikki taptu móti ÍF í hesum kappingarárinum. Men vit mugu heldur ikki gloyma Mjølnir, sum átti seinasta orðið í allari landskappingi í ár. Liðið hevur spælt illa í ár og hevur tapt frá hond. Kortini [...] vera eitt veruligt bragd at koma aftur í aftur, sum Fram gjørdi tað í ár, tí fyri tveimum mánaðum síðani hingu teir veruliga við nevinum. Frá at vera oddalið fyrst í desember mánaði skeiklaðist alt av lagi [...] teir. Í denn grad, fyri at siga tað á góðum føroyskum. Tí, fyri tveimum vikum síðani ? vikuna eftir steypafinaluna ? vóru fuglfirðingar í Sørvági og leiktu móti liðnum, sum hevði smurt teir av í høllini
vissað sær fyrsta plássið í grundspælinum, og hóast hetta ikki telur nakað í endaspælinum, er einki at ivast í, at hetta eisini vigar nakað sálarliga. Sagt verður, at dysturin í Vági ikki var av teimum best [...] so var brádliga líkt til, at KÍ skuldi vera fyri fyrsta stigamissinum í ár. Tá liðini bæði spældu í Klaksvík, var tað ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at KÍ tryggjaði sær 2-1 sigurin, og soleiðis varð [...] tær hjá HB. Frá fyrsta bríksli settu tær seg á miðvøllin, har tær vóru í yvirtali, og hetta viðførdi so eisini eina greiða yvirvág í spælinum. Tí var tað eisini fult uppiborið, at B36 kom á odda, tá Maria
Har úti í Nólsoy gjørdi eg greitt, og havi mangan síðani, bæði á løgtingi og í fjølmiðlum endurtikið, og at Miðflokkurin fer ikki at verða við til at troðka ein einasta føroying út av eggini út í tað ókenda [...] liggur landssjúkrahúsið í sorli í dag, og bert til tær mest grundleggjandi ábøturnar mangla 170 mió. kr. og hartil koma tólini, sum flestu eru gomul og niðurslitin. Hetta er ikki hent í og av nakrari kreppu [...] leiða føroyingin út eftir rókini, út í frælsið. Tíðin verður so at vísa hvussu langur og drúgvur tann teinurin verður. Við teimum avmarkaðu møguleikum flokkurin í dag hevur, fara vit at forða fyri at ein
(nei, eg lúgvi ikki: 140 fólk!) í 13 ymiskar strategibólkar at arbeiða í samfull 4 ár við ætlanini um, at gera Føroyar til eitt av heimsins bestu londum at búgva í . Í dag torir sami maður og Flokkur ikki [...] við, so skuldi pakkin javna byrðarnar í samfelagnum virða sáttmálarnar á arbeiðsmarknaðinum styrkja tey lágløntu og meðalløntu tryggja íløguvirksemi í øllum økjunum í landinum taka hædd fyri at handverkaravinnan [...] um viðkomandi nú fekk kálvahjarta, kunnu vit bara gita um. ... Alt hetta fær tankarnar 5 ár aftur í tíð. í 2004 stóð Jóannes Ejdesgaard á odda fyri einari visjón 2015. Tá setti hann sambært heimasíðuni HYPERLINK
Rørsluár Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo - Tað skal vera stuttligt at røra seg, tí annars gera vit tað ikki leingi, sigur Bengt Sevelius, sum hevur arbeitt við ítrótt bæði í Svøríki og í Evropa seinastu [...] Tí heldur hann, at Føroyar eru á rættari kós, tí tað er í lokalum ítróttarfeløgum, at tað er stuttligt at íðka. Lokal ítróttarfeløg er mest vanlig í norðurvestur Evropa, og longri eystur tú kemur, meiri [...] sama, hvat ymisku ráðharrarnir siga, sigur fyrrverandi aðalskrivarin í svenska ítróttarsambandinum. Útbúgving Men er eitt økið, har vit í Norðurlondum ikki klára okkum so væl, sum vit burdu, so er tað við
fara eftir bóltinum og ikki eftir manninum í hesum málinum. Eg havi so ongar persónligar ætlanir um at leggja eftir Børge B. Hansen, tí vit skulu øll virka í felag í hesum umhvørvinum framyvir. - Eftir mínari [...] hann eisini við Sosialin, tá vit sunnukvøldið fingu orðið á hann. - Eg kann bara siga, at vit kenna okkum serdeilis illa viðfarnar av kappingarstjóranum í hesum málinum. Vit fingu fyrst ein fyrispurning frá [...] tað er sera harmiligt, at hann als ikki tekur feløgini við upp á ráð í viðgerini av málinum. Hóast vit avvístu fyrispurninginum frá HB í fyrstu syftu, so hevði man helst kunna funnið eina loysn, sum var til
væl at búgva í Danmark, og man nokk ganga undir heitinum »ein væl integreraður innflytari« ella nýdanskari, sum í løtuni er tað mest politiskt korrekta orðið tú kanst nýta um ein perkara í Danmark, atl [...] viðgera fólk, var tá eg, enn búsitandi í Føroyum, søkti um pláss á universitetinum í Aarhus. Við navni, adressu og einum »er ikke i besiddelse af personsnummer« standandi í teiginum við heitinum »CPR-nummer« [...] atlantshavsperkara í mínum føri. Men eitt fornoktar seg ikki. Eg sakni føroysk viðurskifti, summi teirra í øllum førum. Mest av øllum sakni eg ikki at sakna eitt persónsnummar. Nummarið, sum eg eri komin
avskeplaðu tí mangan ta tilvitan vit í dag hava um grikska hugsan. Paulus ferðaðist t.d. víða í Grikkalandi og lærdi nógv um grikska hugsan, ið enn fjalir seg í kristindóminum. Kristin hugsan hevði at [...] lívsnjótandi hugsanini hjá hedonistunum, men í Nýggja Testamenti møta vit mangan eini hóvsamari lívsgleði, har t.d. vín, matur, sangur og dansur vóru sjálvsagdir lutir í lívinum. Meiri er tað eftirtíðin, ið hevur [...] tankar um tað góða lívið bert avgerast av kenslunum hjá tí einstaka. Tað góða er soleiðis í støðugari broyting í tráð við, at samfelagið broytist. Henda moralska skeptisisma og relativisma er ein vantandi