Tá vit hoyra orðið hedonisma, hugsa vit mangan um eina lívsnjótandi hugsan, men hetta hugtak varð upprunaliga ikki knýtt at nakrari ómoralskari ovurnjótan. Hvørki kristindómurin og rómverska mentanin skiltu grikskar tankar til fulnar, og bæði mentanarøki avskeplaðu tí mangan ta tilvitan vit í dag hava um grikska hugsan. Paulus ferðaðist t.d. víða í Grikkalandi og lærdi nógv um grikska hugsan, ið enn fjalir seg í kristindóminum. Kristin hugsan hevði at lívsnjótandi hugsanini hjá hedonistunum, men í Nýggja Testamenti møta vit mangan eini hóvsamari lívsgleði, har t.d. vín, matur, sangur og dansur vóru sjálvsagdir lutir í lívinum. Meiri er tað eftirtíðin, ið hevur knúskað menniskjað við boð um at njóta er synd. Hjá hedonistinum Epikur (341-270 f.Kr) møta vit ikki ómettuligari njóting, men tankanum um javnvág og alt við máta? sum ein veg til eydnu her á jørð. Hjá honum og øðrum hedonistum er tankin hann, at øll tráa vit eftir tí ið gleðir okkum, tað ið vekir hug okkara og lystir. Somuleiðis royna vit at sleppa undan pínu og tað okkum ikki dámar. Moralurin aftan fyri hetta er individualistiskur, soleiðis at tað, ið gleðir ein er endamálið at tráa eftir í sjálvum sær fyri okkum. Hetta er ikki um at skapa so stóra eydnu fyri so mong sum gjørligt, men um at fáa frið til t.d. at finna fram til egnar tørvir, burtur frá heimsins larmi og stríði, og tá hetta er tað einasta lívið vit hava, er umráðandi at njóta løturnar. Gjørdu vit øll tað, so vóru vit øll eydnuríkari.
Hin kendi sofistiski skúlin av heimspekingum fór longur enn hedonistarnir. Hjá teimum kundu mannadygdir, eydnan og allir tankar um tað góða lívið bert avgerast av kenslunum hjá tí einstaka. Tað góða er soleiðis í støðugari broyting í tráð við, at samfelagið broytist. Henda moralska skeptisisma og relativisma er ein vantandi trúgv uppá, at tað góða kann finnast, og at alt vit kunnu finna bert er skapt og tí eisini vil broytast. Mótstøðumenninir til hetta sjónarmið vóru m.a. Sokrates, Platon og Aristoteles, ið ikki bert vildu tosa um njóting hins einstaka, men um tað, ið er rætt, gott og í tráð við almennar dygdir. Bæði Sokrates og Platon meintu, at tað góða og tað rætta var nakað absolutt, ið menniskja kann fáa innlit í við at brúka sín fornuft. Bert tey menniskju, ið vilja nýta sín fornuft í samsvari við tær góðu dygdirnar, kunnu verða eydnurík. Millum hedonistarnar, sofistarnar vóru stoikarnir, ið royndu at samantvinna kenslurnar hjá tí einstaka av eydnu, við tað at vera í samljóði við fornuftina og náttúruna. Hin vísi hevur tamarhald á sjálvum sær og tí er vísdómurin fyri stoikarin tann dygd, ið saman við dirvi, rættvísi og hóvsemi, tað ið ger av um ein fær frið í sinni og um lívið fer at eydnast. Tørvir, órógv og vantandi samljóð eru størstu vandarnir fyri ein stoikara. Lætt er tó at finnast at hesum, at henda ró kann enda sum rein apati, ella frælsi frá øllum kenslum og tað er ikki tað vit modernað fólk halda vera tað rætta.
Soleiðis byrjaðu modernaðu tankarnir um tað góða lívið innan grikska hugsan, har ikki varð skilt ímillum tankar um eydnu og tað moralskt-etiskt rætta og góða. Seinni gjørdist teir etisku tankarnir teir, ið meiri áhugi var fyri. Í nýggjari heimspeki, tvs. aftaná miðaldar kristna heimspeki, hevur spurningurin um góða lívið verið hildin at vera púra subjektivur. Innan eina týðandi grein av etiskari heimspeki: utilitarismu gjørdust tankar um tað góða lívið bert ein spuningur um lyst og subjektiva hug hins einstaka. Hjá Kant og í kantiansku etisku traditiónini er tað fremsta hin praktiski fornufturin, tað ið skal gerast, ið bert er galdandi fyri tað moralskt-etiska. Tað er tí ikki meiri enn 150 ár síðani, at modernaðir heimspekingar komu fram við tí vit í dag rópa lívsheimspeki, ið m.a. inniheldur eksistensheimspeki. Innan modernaða heimspeki vekja hesir tankar enn heldur lítlan ans, men hetta er tó hin fólkakærasti parturin av heimspekini. Tað er hesin avleggarin av heimspekini, ið m.a. hevur lagt lunnar undir nýggju vísindina, sálarfrøðina.










