Fótbóltur
Sum vit nevndu í leygardagsblað okkara, so tóktust runavíkingar alt annað enn nøgdir um, at dysturin millum HB og NSÍ, sum skuldi verið leiktur sunnudagin, varð fluttur til týsdagin.
	Serstakliga var venjarin illur um, at at hann fríggjadagin á middegi framvegis ikki visti, nær dysturin skuldi spælast, men sum kunnugt, so varð hetta staðfest seinni sama dag.
Illa viðfarin
Hetta er tó ikki tað einasta, sum runavíkingar eru illir um. Yvir høvur kenna teir seg sera illa viðfarnar av kappingarstjóranum, og á heimasíðuni hjá NSÍ, www.nsi.fo, er samrøða við formannin, Jákup Mortensen, har hann greitt gevur til kennar, at hann er harmur um viðferðina. Tað sama segði hann eisini við Sosialin, tá vit sunnukvøldið fingu orðið á hann.
	- Eg kann bara siga, at vit kenna okkum serdeilis illa viðfarnar av kappingarstjóranum í hesum málinum. Vit fingu fyrst ein fyrispurning frá HB, um at flyta dystin. Vit vildu ikki ganga hesum á møti, og síðani frætta vit einki, fyrr enn vit fríggjadagin eftir døgurða fáa eitt faks, har tað stendur, at dysturin verður leiktur týsdagin, sigur Jákup Mortensen.
	- Tað er serliga tað, at tú við hesum tekur allan diskussiónsrætt frá felagnum. Sjálvandi hevur kappingarstjórin heimild til at skera ígjøgnum, men tað er sera harmiligt, at hann als ikki tekur feløgini við upp á ráð í viðgerini av málinum. Hóast vit avvístu fyrispurninginum frá HB í fyrstu syftu, so hevði man helst kunna funnið eina loysn, sum var til at liva við, um so var, at partarnir tosaðu saman um málið, men tað verður so ikki gjørt.
	- Hetta gongur eisini út yvir aðru deild hjá okkum. Nakrir leikarar skuldu ætlandi niður av fyrsta liði, men tað fáa teir ikki gjørt, tá teir ikki kunnu leypa dyst um. Ein loysn kundi verið, at dysturin varð leiktur mánakvøldið, og at vit so fingu loyvi at flyta spælarar niður.
	Formaðurin sigur víðari, at hann væl dugir at síggja, at fyrireikingarnar hjá HB miseydnaðust men hann heldur tó ikki, at hetta kann nýtast sum umbering.
	- HB hevur nú í nógv ár tikið lut í europeisku kappingunum, so teir áttu at vita, hvussu ferðingin aftur og fram skuldi skipast.
Ikki fyrstu ferð
Annars er Jákup Mortensen sera beiskur inn á framferðarháttin hjá kappingarstjóranum. Ikki bara í hesum málinum, tí runavíkingar vóru eisini noyddir at flyta dyst fyrr í ár.
	- Tað var dysturin móti FS Vágum, sum vit noyddust at flyta. Trupulleikin var ikki at flyta dystin, men tá dystarskráin hjá okkum gjørdist sera tøtt, vildu vit broyta ætlaðu ásetingina av dystinum. Hetta tí vit um sama mundi skuldu spæla báðar hálvfinalurnar í steypakappingini móti KÍ.
	- Ta ferðina legði kappingarstjórin bara hornið á, mitt í eini samrøðu, og so var púra ógjørligt at fáa fatur á honum aftur. Hann tók ikki telefonina, og so komu boðini um dystarflyting á sama hátt sum hesaferð. Bara sum eitt diktat.
	- Tað haldi vera ein somikið ófólkaligan framgangsmáta, at tað undir ongum umstøðum kann góðtakast. 
Reglur eiga at gerast
At enda spurdu vit so eisini formannin í felagnum, um NSÍ ætlar at fara víðari við hesum málinum, og um so er er, hvat felagið ætlar at gera. Á heimasíðuni hjá felagnum verður nevnt, at ein møguleiki kundi verið at reist misálitisváttan móti kappingarstjóranum á komandi aðalfundi, men somikið langt tykist Jákup Mortensen ikki ætla sær at fara.
	- Eg haldi tað vera av stórum týdningi, at vit fara eftir bóltinum og ikki eftir manninum í hesum málinum. Eg havi so ongar persónligar ætlanir um at leggja eftir Børge B. Hansen, tí vit skulu øll virka í felag í hesum umhvørvinum framyvir.
	- Eftir mínari fatan ræður fyrst og fremst um, at vit finna út av, hvussu vit kunnu skipa ein fastan leist, soleiðis at feløgini longu við ársbyrjan vita, hvussu farast skal fram, tá feløg luttaka í europeiskum kappingum. Tað ber ikki til, at tað hvørja ferð skulu fremjast broytingar mitt í kappingarárinum.
	- Tað, sum tað snýr seg um, er at vit eru troyttir av at vit áhaldandi verða ignoreraðir av kappingarnevndini hjá FSF, og vit ætla okkum so ikki at lata málið fara fram við uttan víðari, sigur Jákup Mortensen at enda.










