Flogbóltur - menn
Seinasta mánaðin hava bløðini avskrivað møguleikan hjá Fram at gerast meistarar. Tað skuldu vit ongantíð havt gjørt, tí nú landskappingin er av, eru tað júst teir, sum standa sum vinnarar av landskappingini, fyri aðru ferð í søgu felagsins.
Tað sá leingi út til at gerast ein spurningur millum Fleyr og SÍ, um hvør skuldi gerast Føroyameistari, men tá fyrsta SÍ og síðani Fleyr snávaði, fekk Fram ein allar seinasta møguleika at stjala meistaraheitið frá grannunum. Og tað gjørdu teir.
Tað má sigast vera eitt veruligt bragd at koma aftur í aftur, sum Fram gjørdi tað í ár, tí fyri tveimum mánaðum síðani hingu teir veruliga við nevinum. Frá at vera oddalið fyrst í desember mánaði skeiklaðist alt av lagi, og eftir tveimum vikum ruku teir niður á triðja plássi. Enn eitt tap gjørdi, at seinasta vónin nærum var slept, men so tóku teir seg um reiggj.
- Vit settu okkum niður og prátaðu um, at vit vóru ov negativir móti hvørjum øðrum, og tað oyðilegði liðið og spælið. Á fundinum avgjørdu vit, at vit skuldu broyta framferð á vøllinum, og síðani hevur tað gingið rættan veg.
Soleiðis segði Rúni Weihe, liðskipari hjá Fram fyri einum mánaði síðani, tá vit spurdu hann um orsøkina til, at tað nú brádliga var farið at ganga rættan veg hjá teimum.
Hann legði afturat, at liðið hevði gjørt av at stríðast fyri sakini. Meistaraheitið var ikki burtur, og um so var, at SÍ tapti onkran dyst og Fleyr onkran, ja, so var ikki vist, at tað ikki kundi eydnast hjá Fram kortini.
Uppiborið tá samanum kemur
At tað skuldi ganga, sum hann hevði vónað, er helst sum ein ótrúligur dreymur hjá øllum Frammarum ? og ein marra hjá Fleyr-leikarunum. Hartil skal leggjast, at Fleyr vann á Fram í seinasta dysti teirra, og tað hevði við sær, at Fleyr skuldi tapa báðar teir seinastu dystirnar fyri at Fram skuldi kunna gerast meistarar.
Og mín sann, um ikki Fleyr gjørdi tað eisini.
Tá til stykkis kemur, mugu vit bara staðfesta, at sigurin hjá Fram var uppiborin. Liðið hevur megnað at koma aftur í aftur, tá allar svartast sá út, og tað er tekin um eitt gott lið.
Tað er eingin loyna, at Fram hevur nógvar góðar leikarar, men tað er ein annar veruleiki, at liðið til tíðir hevði serstakliga trupult við at finna stevið. Men eftir tann vælsignaða fundin, sum Rúni tosaði um, vóru leikararnir sum hamskiftir.
Ístaðin fyri at hanga við høvdinum stríddist hvør einstakur leikari fyri liðfeløgum sínum, og tað hevur samanlagt gjørt, at Fram hevði eitt stig meira enn Fleyr og tvey meira enn SÍ.
Botnliðini avgjørdu
Tá farið var undir seinnu hálvu skrivaðu vit, at ÍF kundi fáa avgerandi orð á, hvør fór at gerast Føroyameistari, og tað fingu teir. Í denn grad, fyri at siga tað á góðum føroyskum.
Tí, fyri tveimum vikum síðani ? vikuna eftir steypafinaluna ? vóru fuglfirðingar í Sørvági og leiktu móti liðnum, sum hevði smurt teir av í høllini á Hálsi. Sjálvt um ÍF als ikki átti at vunnið hendan dystin, gjørdu teir tað og tann sigurin er beinleiðis orsøkin til, at Fram og ikki sørvingar eru meistarar.
Tí kunnu vit siga, at tað er rættiliga uppiborið, at Fram gjørdist meistari, tí teir vóru teir einastu, sum ikki taptu móti ÍF í hesum kappingarárinum.
Men vit mugu heldur ikki gloyma Mjølnir, sum átti seinasta orðið í allari landskappingi í ár.
Liðið hevur spælt illa í ár og hevur tapt frá hond. Kortini hava teir vitað, at teir kundu um teir vildu, og tá teir vildu vístu teir eisini, at teir kundu.
Tað er í sær sjálvum heldur ikki so vánaligt, og slett ikki fyri Fram. Teir máttu dúva upp á, at onnur lið kundu hjálpa teimum at gerast Føroyameistarar, og tað er eisini ein partur av spælinum.
Hjartaliga tillukku til Fram higani, og tillukku til Flogbóltssambandið við tilrættaleggingini av eini so spennandi landskapping. Hatta klára tit ikki aftur í bræði og tí eiga tit at takka leikarum og leiðarum fyri tað besta flogbóltsárið í mansflogbólti í fleiri ár.










