føroyingum at tosa eingilskt, sum tað nú ger hjá yngra fólkinum. Men Susan var opin og vildi læra føroyska málið. Tað hevur hon gjørt so mikið væl, at hon bæði hugsar og tosar føroyskt, og hon smæðist ikki [...] Suðuronglandi, og hon tók gudfrøðiligt prógv á London Bible College, har hon var í eitt ár. Á Moorland høvdu fleiri føroyingar verið, áðrenn Susan kom hagar, og fleiri vóru eftir, at hon hevði verið har [...] Pallesvej oman móti Amager strond, har tey eiga hugnaligt heim. Susan hevur verið Øssuri góður stuðul, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at tað neyvan hevði verið nøkur Kristnastovu í tí líki
so einfalt, at nærri tú ert við land, styttri er at svimja. Vandin fyri at koppa úr kajakkini er tó heldur ikki hin stóri. Rógvarin er so at siga skoraður niður í rúmið, og skuldi tað hent, at kajakkin koppar [...] økinum, greiðir frá, at tað var meðan hann las í Danmark, at hann fekk áhuga fyri ítróttini. Nakrir grønlendingar vóru eisini í holt við lestur, og tað gjøgnum hesar, at Jákup so við og við fekk kunnleika til [...] rógvingina. - At enda varð eg fullkomuliga bitin av hesum, og tað havi eg verið síðani, greiður Jákup frá. Hann leggur í hesum sambandi afturat, at tað er gjøgnum ein av hesum grønlendingum, at teir nú eru
ferðin, eg føldi, at “Harrin fer vist at kalla á teg. Harrin hevur nakað gott til tín.” Í eini aðrari talu sigur hann: “Tá ið eg kendi, at Harrin kallaði meg og vildi hava meg at koma til Sín, rætti eg mínar [...] r, tá ið eg varð føddur – hon segði fyri mær, at einaferð, tá ið eg var ógvuliga lítil – tá var ikki so lætt at koma til lækna sum nú – eg varð so ógvuliga sjúkur; og ikki sá betur út, enn at tað mátti [...] jørðini, var hetta lítla barnið, sum hon hevði fingið at taka sær av. Hon rópti til Gud. Og hon helt fast uppá allar sínar dagar, at hon merkti, at ein eingil kom inn í stovuna og stakk nakað í munnin á mær
stig til, at tilfar við Jens Marna varð sent til kappingina hjá Ekstrablaðnum. - Eg segði við hann, at tað tímdi eg ikki, tí eg hevði ongan kjans at vinna eina sovorðna kapping. Eg roknaði við, at tað fóru [...] fóru at koma eitt ótal av tilmeldingum, og so hevði eg bara blivið burtur í rúgvuni, greiðir Jens Marni frá. - Gudmundur helt, at hann vildi royna, og eg segði, at tað var í lagi. Tað var sum at keypa ein [...] pallin. - Eg fari at spæla teir lívligu sangirnar, so vit kunnu taka Parkina við storm, sigur Jens Marni. - Nú byrja so tær praktisku fyrireikingarnar. Eg skal manna bólkin, sum skal spæla saman við mær, og
k, og eg tími tað væl. Men eg haldi bara, at fyri mítt viðkomandi, so er tað rætt at velja annað starvið, og tí havi eg valt løgtingið og ikki at stilla uppaftur hesaferð – sjálvt um eg fari at stuðla [...] um 100 prosent, sigur hon. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur heldur, at tað er rætt at fáa so nógv fólk við í politiska arbeiði sum gjørligt. Tí heldur hon tað verða rættari, at tað eru ymisk fólk sum [...] longu tá avgerð um, at eg ikki skuldi sita í báðum sessunum og fór í farloyvi, so næsta fólk á listanum tók sætið sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Hon sigur, at tað sjálvandi eru bæði fyrimunir og vansar
amerikumonnum, at teir vildu halda fram við at lata stuðul til vindorku. Sjálvur haldi eg, at tað hevur gingið ov spakuliga við at útbyggja vindorkuna í Føroyum. Hevði tað verið rætt at lati stuðul til [...] teir tað sama við teir, sum tá koma nýggir til Føroyar, at tit kenna ikki nóg væl til føroysk viðurskiftir. Hetta havi eg eygleitt í eini 30 til 40 ár. Tí eri eg eitt sindur afturhaldin við at góðtaka so [...] gjørt nógv fyri at undirbyggja. Hon málar ofta viðurskiftini svart/hvít. Eg eri ikki vísur í, at tað er rætt at lata fiskivinnuni ískoyti til at byrgja upp fyri órímiligu oljuprísunum, men at vera so kategoriskur
frættist, at handilin fór at lata aftur, hugsaði eg, at sandoyingar sjálvandi mugu hava ein tógvhandil. Her eru nógvar kvinnur, sum binda, og eg føldi, at nú var møguleiki at útliva mær dreymin, eg leingi [...] altíð fingist við at binda og seyma, og hon er rættiliga kreativ. Hon seymar eisini skjúrt til føroysk klæði, og hon sniðgevur og ger bindimynstur. Í sínari tíð hevði Anni Don Jacobsen handil við mótaklæðum [...] av, at tógvhandil er í Skopun, og enn í dag hitti eg fólk, sum ikki vita av handlinum. Anni Don Jacobsen sigur, at hon passar handilin sjálv, og tá brúk er fyri hjálp, hevur hon eina góða vinkonu at heita
tók undir við okkum at skipa so fyri, at henda undirvísingin fyri brekað skuldi skipast í kvøldskúlaregi, eftir at so at siga øll okkara ítróttarfeløg høvdu víst eini áheitan frá ÍSB aftur, um at fara undir [...] fíggjarnevndini at broyta nakað sum helst, verður sagt, men eg loyvi mær at siga, at hesin bólkurin, sum ongan góðan talsmann hevur við sterkum pressiónsbólki aftan fyri seg, verður ikki bara við sviðið soð [...] aftan fyri handikappítróttina um allan heim. Eisini kann sigast, at nógv lond, sum vit plaga at sammeta okkum við, misunna okkum hesa kvøldskúlaskipan, og saman við øllum tí sjálvbodna arbeiðinum innan ÍSB
juni 1954 varð samtykt at taka hana av. Samstundis varð samtykt, at eg skuldi yvirtaka kolasøluna frá 1. august. Gjørd var ein yvirtøkuavtala, sum millum annað segði, at eg skuldi yvirtaka hølið hjá kolasøluni [...] partur Kolasølan Seinasta greiddi eg frá, tá ið eg mundi enda á Isle of Man, tí eg hevði tikið ein pakka við úr Íslandi fyri ein mann, sum eg kendi. Her skal skoytast uppí, at hesin maður eisini varð avhoyrdur [...] kolaprísurin at hækka, tá ið kappingin gjørdist minni. Kolasølan hevði tveir bilar, so tað var uppskot um at selja annan og so at fáa aðrar at koyra út fyri akkord. Stóra verkfallið Eg kom at uppliva nøkur
byrjaði við, at øll veiðifør skuldu hava fiskiloyvi. Tað avmarkaði nakað, men tað vísti seg, at teir, sum høvdu áhuga fyri at fáa sær fiskifar, vóru góðir til at argumentera fyri, at teir áttu at fáa loyvi [...] men eg haldi, at í dag sæst, at tað hvørki er tað, sum kann náast, heldur ikki at tað eigur at vera eitt mál í sær sjálvum. Tað er ov nógv sveiggj í føðini til, at tað kann vera nakað, sum eigur at verða [...] haldi, at tað eigur ikki at fara ov vítt við at avmarka t. d. oljunýtsluna, tí tað hevur verið gjørt rættiliga nógv við tað gjøgnum tíðina. Eg kann nevna, at trolararnir hjá okkum byrjaðu at fiska í 1977. Tá