Susan, sum er einabarn, er ættað úr London. Barnaheimið var í Hounslow Middelsex, sum er forstaður til eingilska høvuðstaðin. Foreldrini vóru Connie og George Pope. Hann var úr London, og hon var úr Hounslow. Pápin var í hertænastu í báðum heimsbardøgunum.
Susan gekk í sunnudagsskúla í Evangelical Church, sum var ein av næstu grannunum. Har fekk hon andaligu sannføringina, sum hevur verið altavgerandi týdning fyri hennara lívskós. Susan var í tvey ár á Moorland Bible College í Devon í Suðuronglandi, og hon tók gudfrøðiligt prógv á London Bible College, har hon var í eitt ár.
Á Moorland høvdu fleiri føroyingar verið, áðrenn Susan kom hagar, og fleiri vóru eftir, at hon hevði verið har. Eingin føroyingur var á Moorland samstundis sum Susan, men hon hevði hoyrt um føroyingar og Føroyar, áðrenn hon møtti manni sínum.
Øssur Berghamar var eitt skifti í London. Tá hittust tey bæði á ungdómsfundi í heimasamkomu hennara. Susan vitjaði í Føroyum í 1969, og 20. juni í 1970 giftust Susan og Øssur í heimasamkomu hennara.
Tey búsettust í Havn. Tá lá tað ikki so ræðið fyri hjá føroyingum at tosa eingilskt, sum tað nú ger hjá yngra fólkinum. Men Susan var opin og vildi læra føroyska málið. Tað hevur hon gjørt so mikið væl, at hon bæði hugsar og tosar føroyskt, og hon smæðist ikki fyri at nýta føroyska tungu, tá ið hon tekur orðið í stórari mannfjøld.
Á sumri í 1972 fóru Susan og Øssur til Danmarkar, har tey fyrsta árið vóru í evangeliska verkinum, Operation Josva, sum við miðstøð á Fyn virkaði kring alt landið.
Árið eftir fluttu Susan og Øssur til Keypmannahavnar. Tey búsettust á Amager, og íbúðin á Oxford allé var fyrsti karmurin um tað, sum gjørdist kristiliga og sosiala arbeiðið millum føroyingar í og út frá Kristnastovu. Í 1979 varð flutt í húsini á Birmavej, sum Kristnastova framvegis heldur til í. Seinastu gott og væl tjúgu árini hava Susan og Øssur búð á Pallesvej oman móti Amager strond, har tey eiga hugnaligt heim.
Susan hevur verið Øssuri góður stuðul, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at tað neyvan hevði verið nøkur Kristnastovu í tí líki, sum hetta verkið myndaðist, um konan ikki var Øssuri so holl.
Susan og Øssur eiga tveir synir. Andrew, sum er føddur í 1971, býr í Måløv. Kona hansara eitur Sara. Hon er hálv føroysk og hálv íslendsk og uppvaksin í Íslandi og í Esbjerg. Sara og Andrew eiga fýra børn Hannah, Eva, Miriam og Noah.
Kristin Filip, sum er føddur í 1975, býr í Randers. Hann er giftur Sóley, sum er úr Klaksvík. Døtrarnar hjá teimum eru Vanja og Susan.
Susan hevur framvegis samband við familjuna í Onglandi, heimasamkomuna og vinir frá bíbliuskúlatíðini. Men hon kennir seg sum føroying, og hon eigur nógvar vinir í Føroyum. Onkra ferðina, tá ið hon hevur nevnt sína bakgrund og sína støðu sum føroyskur onglendingur í Keypmannahavn og møguligan longsul eftir heimlandinum, hevur hon tikið undir við Rutt, sum í Ruttar bók 1 sigur, hagar sum tú fert, hagar fari eg, og har sum tú búsetist, har búsetist eg; fólk títt skal vera fólk mítt, og Gud tín skal vera Gud mín. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$J