Formaðurin í Búskaparráðnum sigur, at tað má ikki koma uppá tal at geva stuðul til fiskiflotan, hvørki til olju ella nakað annað, tí tað elvir bara til, at ein tillaging av flotanum verður seinkað.
Nú veit eg ikki, hvussu nógv búskaparfrøðingar læra um fiskivinnu, serstakliga føroyska fiskivinnu, men óiva siga teir sum so mangir aðrir - bæði føroyingar og aðrir, sum hava verið í útlondum og útbúgvið seg - at hví er tað so serstakt fyri Føroyar? Eru Føroyar øðrvísi í so máta enn onnur lond?
Hetta havi eg hoyrt mangar sagt, sum koma heimaftur eftir at hava verið í útlondum eini 10 ár ella so. Men tað hevur verið sagt við teir, at tit kenna ikki viðurskiftini í Føroyum nóg væl. Eisini danir og aðrir, sum koma til Føroyar í leiðandi arbeiðum, siga tað sama. Tað verður ikki argumenterað nógv ímóti teimum, tí tað er ikki so lætt at seta orð á tað, sum skilir Føroyar frá øðrum samfeløgum, hóast munirnir eru har.
Tað, sum eg eisini havi lagt til merkis, er, at táið hesir - bæði føroyingar og útlendingar - hava verið eini 10 ár í Føroyum, so siga teir tað sama við teir, sum tá koma nýggir til Føroyar, at tit kenna ikki nóg væl til føroysk viðurskiftir. Hetta havi eg eygleitt í eini 30 til 40 ár. Tí eri eg eitt sindur afturhaldin við at góðtaka so skrásikkur úttalilsir beinanvegin. Eg skal ikki leggja teimum ungu tað til last, at teir gera tað, tí sum nevnt er hetta ein vanlig gongd, men sum nevnt, tey læra tað við tíðini.
Eitt hugskot.
Tað er sagt nógv negativt um studningin til fiskivinnuna. Nú verður tosað so nógv um gransking, og tað sær út til, at roynt verður at finna nakað at granska í. Hevði tað ikki verið eitt hugskot at granska, hvønn týdning tað hevur havt fyri føroyska samfelagið, at studningur varð latin til fiskivinnuna? Avleiðingar hevði hann jú, bæði positivar og negativar. Hvat mundi viga mest?
Torført táið stórur munur er á mál og mentan.
Eg havi mangan hugsað, at tað má hava verið ómetaliga torført at sannført koloniharrar í t. d. afrikonskum londum um, at viðurskiftini hjá teimum eru ikki tey somu sum í Evropa. Hjá einum lokalum persóni í Uganda má vera torført at argumentera fyri, hvussu tey lokalu forholdini eru har, við ein persón frá Englandi. Hann frá Uganda skal tosa á enskum máli, sum hann helst ikki dugir so sera væl, umframt at tað kanska ikki finnast ensk orð fyri teimum vendingum, hann vildi brúkt á sínum egna máli. Onglendingurin nýtir sítt móðurmál og tær vendingar, sum passa í hansara heimlandi, og sum helst ikki hava sama týdning á ugandiskum. Táið vit vita, hvussu torført tað kann vera millum føroyskt og danskt, og millum Føroyar og Danmark, hvussu ómetaliga torført má tað ikki vera millum ugandiskt og enskt, og millum Uganda og England! Vit vita, at nøkur av tiltøkunum, sum eru framd í Grønlandi, hava havt syndarligar fylgjur fyri nógvar grønlendingar, hóast grønlendingar hava ikki mótmælt, helst tí teir hava resignerað, tí ikki hevur borið til at greiða nóg væl frá á grønlendskum fyri donskum og danskttalandi myndugleikum.
Vestas livir av stuðli.
Eg veit, at eg verið lagdur undir at halda, at vinnulívið skal bara fáa ivaleyst av stuðuli. Tað hevur pressan gjørt nógv fyri at undirbyggja. Hon málar ofta viðurskiftini svart/hvít. Eg eri ikki vísur í, at tað er rætt at lata fiskivinnuni ískoyti til at byrgja upp fyri órímiligu oljuprísunum, men at vera so kategoriskur at siga, at tað má ongantíð koma uppá tal at lata stuðul, tað er ov trongskygt og óbúgvið.
Vit kunna taka eitt dømi. Vindmyllufyritøkan Vestas, sum jú heldur ikki er ókend í Føroyum, er ein fyritøka, sum umsetir fyri milliardir. Ein stór orsøk til, at hon er komin fyri seg, er, at USA og serstakliga Kalifornia, hevur latið nógvan stuðul til vindorku, og tí hevur tað loyst seg fyri Vestas at framleiða vindmyllur. Eg sá í donskum bløðum nýliga, at Vestas var bangin fyri, at USA fór ikki at halda fram við at lata stuðul til vindorku, og tað kom at hava ógvisligar fylgjur fyri Vestas, men nú vóru teir aftur glaðir, tí tað varð samtykt av amerikumonnum, at teir vildu halda fram við at lata stuðul til vindorku. Sjálvur haldi eg, at tað hevur gingið ov spakuliga við at útbyggja vindorkuna í Føroyum.
Hevði tað verið rætt at lati stuðul til vindorku í Føroyum, kanska til at pumpa vatn niðaneftir til at nýtt aftur, táið tørvur varð á tí. Hevði tað ikki verið ein ávís trygd í tí, um ikki annað?
Onkur granskar tað kanska.