Ein maður læt lív í einum hávaálopi út fyri einari strond í Sydney í Avstralia, og hendingin fór fram í morgun.
Løgreglan í Avstralia sigur, at fleiri strendur í økinum er stongdar eftir álopið.
- Vit høvdu ein ræðuligan dag niðri við Dee Why-strondina tíðliga í dag. Ein 57 ára gamal maður úr Dee Why var funnin í sjónum við deyðiligum løstum eftir eitt hávaálop.
Tað sigur løgregluovastin í økinum, John Duncan, og tað er Reuters, sum ber hesi tíðindi fyrrapartin.
Maðurin, sum læt lív, var tíðliga í morgun saman við vinfólkum farin út at aka á brimfjøl og eftir tí, sum løgreglan veit at siga, var maðurin royndur akari.
Vinfólkini kom øll trygt í land, men hin 57 ára gamli varð seinni funnin deyður á sjónum.
- At síggja til, hevur hetta verið ein stórur hávur, tí maðurin hevði mist fleiri likamslutir, veit løgreglan í økinum at siga.
##med2##