Í minsta lagi 60 fólk eru dripin í ísraelskum álopum í Gazageiranum í nátt, harav fleiri eru børn.
Tað sigur verjan í Gazageiranum. Talsmaðurin hjá verjuni, Mahmud Basal, sigur við AFP-tíðindastovuna, at í minsta lagi 50 fólk eru dripin, harav 22 børn.
Í morgun er talið av deyðum dagført til at vera í minsta lagi 60, og tað eru lokal sjúkrahús í Gazageiranum, sum hava latið AP tíðindastovuni hesar upplýsingar.
- Umframt tey deyðu í ísraelsku álopunum, eru umleið 200 fólk særd, verður lagt aftrat.
Sambært sjúkrahúsunum, Aqsa, Nasser og Al-Awda, sum hevur tikið ímóti teimum deyðu, eru í minsta lagi 33 børn dripin.
Talsmaðurin hjá verjuni í Gazageiranum, Mahmud Basal, sigur, at talan helst er um brot á vápnahvíldaravtaluna, og hann leggur aftrat, at støðan er "katastrofal og ræðulig".
Bæði Ísrael og Hamas hava lagt hvønn annan undir at bróta vápnahvíldaravtaluna, sum kom í gildi hin 10. oktober.










