Sambært vakthavandi á politistøðini gekk alt væl við kroatisku fótbóltsfjepparunum, sum vóru her. Løgreglan hevði fingið styrk úr Danmark, so vælmanna løgreglulið sóust í býnum longu dagarnar undan dystinum.
– Alt gekk væl undir dystinum og í sambandi við dystin annars, sigur vaktleiðarin. Men gjáramorgunin fekk løgreglan eina fráboðan frá einum matvøruhandli, at tveir mans høvdu stolið kjøtvørur fyri 700 krónur. Í handlinum vistu tey, at talan var um útledingar, og løgreglan fekk myndir av teimum úr vakmyndatólinum. Løgreglufólini, sum vóru í býnum, fingu myndirnar, og eftir fótbóltsdystin fann løgreglan annan teirra, og løtu seinnu kom hin maðurin eisini framvið, og teir vórðu skuldsettir fyri stuldur. Teir sluppu at gjalda vøruna og fingu eina straksbót upp á 750 krónur í bót í part, sum teir máttu rinda á staðnum, og so var málið avgreitt.