Fyri mítt viðkomandi er tað rætt at velja annan sessin, sigur løgtingskvinnan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum ikki stillar upp til býráðsvalið í Klaksvík hesaferð
Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin og býráðslimur í Klaksvíkar kommunu.
Hon varð fyrstu ferð vald í Klaksvíkar býráð á býráðsvalinum í 2008 og afturvald í 2012. Hon stillaði upp á løgtingsvalinum í 2012 og varð vald – og afturvald á valinum í 2015.
– Eg tók longu tá avgerð um, at eg ikki skuldi sita í báðum sessunum og fór í farloyvi, so næsta fólk á listanum tók sætið sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Hon sigur, at tað sjálvandi eru bæði fyrimunir og vansar við at sita í báðum størvum.
– Sjálvandi hevur tú fingurin meira á pulsinum, tá tú ert í báðum sessunum. Men samstundis kanst tú koma í tvístøðu, sigur hon og nevnir eitt nú eldraøkið, sum varð flutt frá landinum til kommunurnar. Har eru ymisk atlit hjá ávikavist landspolitikarum og kommunalpolitikarum.
– Men mær dámar sera væl kommunalpolitikk, og eg tími tað væl. Men eg haldi bara, at fyri mítt viðkomandi, so er tað rætt at velja annað starvið, og tí havi eg valt løgtingið og ikki at stilla uppaftur hesaferð – sjálvt um eg fari at stuðla Fólkaflokkinum 100 prosent, sigur hon.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur heldur, at tað er rætt at fáa so nógv fólk við í politiska arbeiði sum gjørligt. Tí heldur hon tað verða rættari, at tað eru ymisk fólk sum umboða flokkinum í ymsu størvunum.
Hóast hon ikki hevur eina so sterka søgu fyri ella ímóti, um fólk sita í báðum størvunum, so heldur hon, at tað virkar so ógvusligt hesaferð, tí at átta tingfólk stilla upp til býráðsvalið í Havn.
– Eg haldi bara, at tað má vera so keðiligt, hjá hinum, sum stilla upp í Havn. Tingfólkini er í eini støðu, har nógv fokus er á tey frammanundan, og tí hava hini á listanum ikki sama møguleika at verða sædd, heldur hon.
Hon vísir á, at tað er heldur ikki ókeypis at føra valstríð, og at har eru tey meira ókendu í eini nógv verri støðu, enn royndu tingfólkini.










