Fiskivinnupolitikkur 2009: Fiskadagaskipanin er tann besta sum er um okkara leiðir

Tíðargrein:

- Aftan á at hava verið uppi í hesi vinnuni meginpartin av lívinum og á ymsum økjum, haldi eg, at fiskadagaskipanin er tann besta, sum er um okkara leiðir - og hon kann nýtast fyri øll vanlig botnfiskasløg, sigur Olaf Olsen, fyrrverandi reiðari, løgtingsmaður og landsstýrismaður


Nú hava føroyingar roynt seg við ymiskum skipanum viðv. botnfiskaveiðini tey seinastu 30 árini,
1) við fríari veiði,
2) undir avmarkaðari veiði,
3) undir kvotaskipan og
4) undir fiskidagaskipan.
Hetta átti at givið eina vitan, sum kann nýtast til at leggja ætlanir frameftir.
Eg havi fylgt við í mong ár, havi verið partur av tí sjálvur frá ymiskum hornum, men eri nú so leysur av tí, at eg átti at kunna sæð støðuna úr einum rímiliga neutralum sjónarhorni. Tað eru fleiri, sum hava fylgt væl við, og eg havi gjørt mær rættiligan ómak við at skriva niður tað, sum er hent gjøgnum árini.
Kann so hetta nýtast til nakað? Kunnu niðurstøður gerast út frá tí, sum hent er? Við hvussu stórari vissu kunnu vit úttala okkum um framtíðarviðurskfti?
Eg haldi, at eitt kann sigast fyri vist, og tað er, at hvussu so væl ein hevur fylgt við, so kann ein aldri siga við 100% vissu, at soleiðis verður tað aftur, ella soleiðis verður tað í hvørt fall ikki. Tað verður altíð ein feilmargin. Jú longri tíðarskeið, ein kann vísa aftur á, jú fleiri óvissur koma undan kavi, men samstundis kann sporast, at nakað helst endurtekur seg.

1. Fiskiskapur í fríari veiði
Í mong ár var havið frítt, og ein kundi veiða, hvar ein vildi og hvat ein vildi. Tað var betri við hvørt og verri til aðrar tíðir. Tað var ikki hugsað nógv um umhvørvið, og havið sá út til at vera so stórt, at tað toldi at taka ímóti øllum, sum varð koyrt í tað. Heldur ikki vóru skip og manningar útgjørd uppá at taka sær av øllum, sum kom innanborða. Nøkur hildu tó, at hetta kundi ikki halda fram óskipað.
Men tað var ikki bara sum at siga tað, at fáa skipað fiskivinnuna á heimshøvunum soleiðis, at øll tóku undir við tí, men av tí, at hvørt land sær hevði brúk fyri at skipa sína fiskiveiði, so bar til hjá nøkrum at tosa saman um tað. Sum vit vita, so endaði tað við, at vit og onnur lond fingu 200 fjórðinga fiskimark.

2. Fiskiskapur undir skipaðari veiði
Tann skipaða veiðan byrjaði við, at øll veiðifør skuldu hava fiskiloyvi. Tað avmarkaði nakað, men tað vísti seg, at teir, sum høvdu áhuga fyri at fáa sær fiskifar, vóru góðir til at argumentera fyri, at teir áttu at fáa loyvi. Hetta førdi til, at veiðiorkan vaks rættiliga nógv. Aftan á at flotin var vorðin nóg stórur eftir metan hjá teimum flestu, var lógin um endurnýggjan av skipaflotanum framvegis í gildi. Henda lóg bar m.a. í sær, at studningur og fígging varð latin til at útvega skip fyri. Hon átti at verðið avtikin, langt áðrenn hon varð tað.

3. Veiða undir kvotuskipan
Táið kreppan kom fyrst í nítiárunum var álagt okkum frá dønum at avmarka veiðina drastiskt, meir enn flestu føroyingar hildu vera forsvarligt. Úrslitið varð, at vit fingu lógina um fiskivinnu í 1994. Fyri at geva myndugleikunum heimild til at regulera alla fiskiveiðina, kom orðingin um, at fiskurin var fólksins ogn inn í tekstin. Hetta varð ikki væl dámt av fleiri tingmonnum, og tað vísti seg eisini, at henda orðing varð misnýtt av mongum. Ætlanin var bert at fáa eina heimild til løgtingið at regulera fiskiskapin við, men hetta varð nýtt til at argumentera fyri at sosialisera fiskiveiðina.
Ì lógini stóð, at tað skuldi gerast ein kvotaskipan, har førini fingu rætt til at veiða eina ávísa nøgd av hvørjum fiskaslagi sær. Eg minnist, at tað vóru sera fáir tingmenn, sum hildu hesa skipan verða góða, men helst kendu seg kroystar til at samtykkja hana, tí hetta vóru harraboð frá teimum, sum skuldu fíggja føroyska samfelagið.
Lógin varð broytt aftan á hálvtannað ár. So varð kvotaskipanin avtikin, tí tað vóru ov stórir vansar við henni. Eg minnist, at okkara skip fingu 400.000 kr í bót fyrsta árið fyri at veiða ov mikið av hýsu. Hóast skipini hjá okkum royndu eftir upsa, so var ógjørligt ikki at fáa nakað av øðrum fiskasløgum við. Hetta høvdu allir trupulleikar av. Vit sóu nú í fjølmiðlunum eina frágreiðing um toskin í Eystrasalti, har bæði fiskimenn, fiskifrøðingar og myndugleikar vóru lagdir undir at hava skuldina fyri, at so nógvur fiskur fór deyður aftur í havið.

4. Veiða undir fiskidagaskipan
Lógin varð síðani broytt til eina veiðiorkuskipan, sum bygdi á fiskidagar til hvørt fiskifarið. Hendan skipan hevur verið galdandi síðani 1996. Hon er tó ikki galdandi fyri allan veiðiflotan, men fyri teir flestu, sum royna eftir botnfiskasløgum.
Henda skipan hevur veikleikar, sum næstan alt hevur, tó ikki so stórar, at ikki ber til at leggja upp fyri teir flestu. Tað hevur ikki verið gjørt nóg nógv fyri at definera veiðiorku, og heldur ikki fyri at hondheva hana. Um tað varð gjørt, hevði henda skipanin verið ein tann besta, sum er. Tað slepst undan útkasti, óneyðugt at fylgja við, hvar veiðan verður landað, ikki neyðugt at kanna, hvørji fiskasløg eru í lastini, og hvussu nógv tey viga. Tað fáast upplýsingar frá vinnuni, sum eru eftirfarandi, tí tað er einki at fjala, t. d. vekt, fiskasløg, hvar hevur verið roynt, hvar verður landað.

Hvørjir eru vansarnir?
Í fiskivinnuni eru vansar, sum so mangar aðrar staðir. Fiskimenn kunnu vera ábyrgdarleysir, so teir ikki hava atlit til, at tað kann veiðast ov hart, men teir, sum hava hana til livibreyð, fara valla at veiða so hart, at teir avoyða stovnarnar. Dálking av ymsum slag er eisini nakað, sum kann ávirka stovnarnar og fiskiskapin til tað verra.
Fiskifrøðingar og aðrir, sum fylgja við fiskivinnuni, hava heldur ikki alla ta vitan, sum skal til fyri at vita, hvussu fram eigur at vera farið. Fiskifrøðingar hava stevnt eftir at kunna halda ein javnan fiskiskap hvørt ár, men eg haldi, at í dag sæst, at tað hvørki er tað, sum kann náast, heldur ikki at tað eigur at vera eitt mál í sær sjálvum. Tað er ov nógv sveiggj í føðini til, at tað kann vera nakað, sum eigur at verða stevnt ímóti. Náttúran er alt ov samansett til, at tað kann fáast í lag.

Tilráðing
Aftan á at hava verið uppi í hesi vinnuni meginpartin av lívinum og á ymsum økjum, haldi eg, at fiskadagaskipanin er tann besta, sum er um okkara leiðir, og hon kann nýtast fyri øll vanlig botnfiskasløg. Uppsjóarveiðan er nakað øðrvísi, men eisini hon eigur at hugsast um, men vit fáa ikki gjørt nakað einsamallir við hana, tí aðrar tjóðir eru innblandaðar av tí, at hetta eru fiskastovnar, sum ferðast inni á økjum hjá fleiri londum. Djúpvatnstrolararnir eiga at verða tiknir upp í skipanina.
Tað er gjørligt at taka nakrar málieindir, sum hava stóran týdning, og nýta tær til at definera veiðiorkuna við. Tað er so nógv ymiskt, sum ávirkar, men tað er ikki neyðugt at taka alt við, tí náttúran er góð at laga seg til. Skipanin eigur at endurskoðast við ávísum millumbilum, men ikki oftari enn fimtahvørt ár. Høvuðslutirnir, sum kunnu nýtast at regulera við, er fyri trolararnar motorstødd, spælstødd, pelatrýst, elektronisk útgerð. Fyri línuskip fyrst og fremst húkatal og elektronisk útgerð. Fyri snelluskip tal og slag av snellum. Fyri smáu førini er ikki neyðugt at regulera fyri veiðiorku, tí tað regulerar seg sjálvt við tað, at táið nógvur fiskur er til, so verður roynt meir, og harvið fæst meira burturúr, sum er positivt, og er lítið at fáa, so royna færri, og tað er positivt fyri fiskastovnin.

Tað vil siga:
Nýtið fiskidagaskipanina
Fáið djúpvatnstrolararnar í hana eisini
Arbeiðið við at fáa uppsjóvarveiðina eisini í skipanina
Gerið greiðar reglur fyri veiðiorku
Myndugleikarnir mugu hondheva reglurnar
Endurskoðið skipanina fimta hvørt ár

Oljunýtslan gjøgnum 30 ár
Eg haldi, at tað eigur ikki at fara ov vítt við at avmarka t. d. oljunýtsluna, tí tað hevur verið gjørt rættiliga nógv við tað gjøgnum tíðina. Eg kann nevna, at trolararnir hjá okkum byrjaðu at fiska í 1977. Tá nýttu teir 1,05 litrar av olju fyri hvørt kg av fiski, sum teir veiddu. 1982 og 1983 løgdu teir um til partroling, og tá nýttu teir 0,68 litrar fyri hvørt kg av fiski. 2002 og 2004 komu nýggj skip fyri tey gomlu, og tá fór oljunýtslan niður í 0,35 litrar fyri hvørt veitt kg. Hetta sýnir, at tað er nógv broytt við orkuni hjá trolarunum. Um nakar vil eftirkanna hetta, so er hann vælkomin at fáa nóg mikið av data til at kanna, um hetta er so.


FAKTA:
Oljunýtsla hjá Beta-trolarunum:
1977: 1,05 litur av oljur fyri hvørt kg
1983: 0,68 litur av oljur fyri hvørt kg
2002: 0,35 litur av oljur fyri hvørt kg

--------

Tilmæli:
1. Nýtið fiskidagaskipanina
2. Fáið djúpvatnstrolararnar í hana eisini
3. Arbeiðið við at fáa uppsjóvarveiðina eisini í skipanina
4. Gerið greiðar reglur fyri veiðiorku
5. Myndugleikarnir mugu hondheva reglurnar
6. Endurskoðið skipanina fimta hvørt ár