Vegna Ítróttarsambandið fyri Brekað
Johan Samuelsen
Skrivari
?????????????
Undirvísingartilboðini til tey brekaðu á Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla verða skerd til komandi skúlaár um mynduleikarnir ikki broyta støðu og játta meiri pening til serstaka frítíðarundirvísing, sum er studningsheimmilað ella afturgoldin kommununum 100% frá landinum, (væl at merkja um nóg mikið av peningi verður játtaður!), meðan almenna frítíðarundirvísingin fær 50% afturgoldið úr landskassanum. Hetta er ein veruleiki sum endurspeglast aftur í framlagda fíggjarlógaruppskoti landsstýrsins fyri 2005. Og hóast vit í ÍSB vita, at ikki stendur so væl til fíggjarliga í landi okkara, so er henda avgerðin um at skerja undirvísingartilboðini til tey brekaðu fallin okkum fyri bróstið! Og skeivleikarnir av hesi gerð eru eyðsýndir, og raka okkara rørslu- og menningartarnaðu medborgarar so ómenniskjaliga hart.
Kvøldskúlaskipanin
? ein góð skipan
Ein lítil frágreiðing, hví so er: Vit hava havt eina skipan undir kvøldskúlaskipani síðani ÍSB byrjaði virksemi sítt fyri skjótt 25 árum síðani ? og var tað tann dámligi og positivi kvøldskúlastjórin Napoleon Nólsoy, sum alt fyri eitt tók undir við okkum at skipa so fyri, at henda undirvísingin fyri brekað skuldi skipast í kvøldskúlaregi, eftir at so at siga øll okkara ítróttarfeløg høvdu víst eini áheitan frá ÍSB aftur, um at fara undir handikappítrótt, við teirr grundgeving, at tey kendu onki til slíka ítrótt. Karmarnir fyri eini vælskipaðari og gevandi undirvísing fyri okkara veikastu borgarar gjørdist teir bestu, og hesin minnilutabólkur í landi okkara tók ímóti tilboðunum við opnum ørmum ? tað bleiv eins sjálvsagt fyri tey at fara á kvøldskúla og møta líkasinnað-um ungdómum, sum fyri øll hini "normalu" ? byrjað var í smáum, men av tí at flestu rørslu- og menningartarnaðu medborgarar okkara búgva á høvuðsstaðarleiðini, so fjølgaðist liðið av fólki við breki um ítróttartilboðini, sum Kvøldskúlin hevði at bjóða fram, heilt skjótt, til nú at vera eini 250 í tali, sum luttaka í svimjing, borðtennis, boccia o.s.fr. um landið alt - og undir hesi somu kvøld-skúlaskipan. Og ikki bara luttaka, tey beinleiðis gleða seg til hvørja ta einastu ferð at møta upp, tá høvi býðst.
Ítróttur gevur tí brekaða sjálvsálitið aftur
Og hví gera tey so tað? Jú, av teirri einføldu orsøk, at hetta eru einastu tilboð, sum standa teimum í boði, tá um frítíðartilboð ræður. Og meðan alt, sum eitur fysioterapi er meiri ella minni keðiligt, so er ítróttarundirvísingin bæði stuttlig og stimbrandi. Tí umframt tað, sum verður vunnið reint kropsligt og fysiskt ígjøgnum ítróttina - so kemur nakað sálarligt og sosialt inn í myndina, sum er torført at uppnáa á sama "lætta" máta við vanligari fysioterapi. T.v.s. at tað hendir ein broyting av sinnisstøðuni og harvið uppfatanini av sjálvum sær. Hin brekaði fær sjálvsálitið aftur og kennir sjálvrespekt við at gera ting, sum hann ella hon hildu vera púra ómøgulig. Hetta vil ávirka eina broyting í uppfatanini av einum sjálvum - nú eisini í lutfall til umhvørvið. Motivatiónin er skapt og hevur hon eina positiva ávirkan á samlaðu støðuna, og hon er í sjálvum sær gull verd hjá tí brekaða, ikki minst í ofta strævna gerandisdegnum, og er tað sjálvsagt ein fongur bæði hjá tí einstaka og eisini hjá samfelagnum, tá soleiðis gongur ? hetta er ein stórur partur av hugsjónini aftan fyri handikappítróttina um allan heim.
Eisini kann sigast, at nógv lond, sum vit plaga at sammeta okkum við, misunna okkum hesa kvøldskúlaskipan, og saman við øllum tí sjálvbodna arbeiðinum innan ÍSB, er hetta ein heildarskipan, sum vit kunnu vera stolt av.
Hugstoytt
Umframt gleðina hjá hvørjum rørslu- og menningartarnaðum menniskja her á landi at hava ein møguleika at íðka ítrótt saman bæði í gleði og gamni, so hava Føroyar sum tjóð eisini vunnið sínar stórstu sigrar í altjóða høpi júst innan brekaítróttina, og tað er hesi skipan og góðu umstøðunum har partvíst at takka fyri ? har var grundin løgd, evnini funnin og so varð farið víðari at byggja omaná, og úrslitini kenna vit øll! Skal nú alt hetta arbeiðið detta fyri bakka, bara tí vit hava eina óliðiliga skipan og raðfestingin er ikki í lagi ? at leggja á har garðurin er lægstur, hevur ongantíð verið umhildið í Føroyum, og eg gangi út frá sum givið, at ongin politikari hevur sum endamál at gera umstøðurnar verri hjá okkara brekaðu medborgarum. Vælsignaðir tinglimir, við fíggjarnevndarformanninum á odda, takið tykkum saman, latið játtanina verða á einum støði, so rúm verður fyri teimum brekaðu eisini í framtíðini ? tað skulu tungtvigandi argumentir til hjá fíggjarnevndini at broyta nakað sum helst, verður sagt, men eg loyvi mær at siga, at hesin bólkurin, sum ongan góðan talsmann hevur við sterkum pressiónsbólki aftan fyri seg, verður ikki bara við sviðið soð um játtanirnar ikki koma at røkka úr landskassanum , hesi hava snøgt sagt ONKI annað frítíðartilboð at fara til, sum vanligi borgarin í hesum landi hevur, og hjá mongum teirra er heldur onki, sum eitur møguleiki fyri arbeiði, umframt at tey búgva heima hjá mangan troyttum foreldrunum ella á stovni ? hetta er tað sama sum at siga: farið heim og setið tykkum og kúrið úti undir vaðingini med alla ? tí brekatilboðini í ítrótti o.ø. eru tað einasta, sum tey hava at síggja fram til ? enn!?
Eg vóni ikki, at hetta verður úrslitið, tá fíggjarlógin er endaliga avgreidd.