sum verður góðkendur í Danmark, eisini verður góðkendur í Føroyum uttan neyvari viðgerð - Í Føroyum hava vit ongan møguleika at gera tær kanningar, sum ES- kommissiónin, hevur gjørt í hesum føri. Hinvegin [...] við, um Alli eisini skal seljast í hondkeyp í Føroyum. Eisini tá hugsað verður um, at ES-góðkenningin av evninum í prinsippinum ikki umfatar Føroyar, ið ikki er limur í ES. Sambært Hjalta Gunnarstein, er [...] á veg í apotekini. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at ES kommissiónin hevur givið eitt góðkent klænkievni leyst at selja í hondkeypi. Og tíðindini um, at Alli forðar kroppinum í at upptaka fitan í matinum
leitaði sær ein dag mitt í august yvir í Klokkaragøtu í Havn. Har býr Janus Kamban í listaskemmu síni. Blíður tekur hann ímóti hesum eitt sindur seinkaða blaðmanninum. Janus verður 94 ár í september, og ellið [...] ellið forðar hesum. Í mong ár var hann undangongumaður, eittnú sum oddamaður í Listafelagnum, sum skipaði fyri framsýningum og eisini átti stóran lut í, at Listaskálin sá dagsins ljós. - Í dag er meira eitt [...] letur dyrnar upp inn í sjálva listaskemmuna, verkstaðin. Her er ikki virksemi longur, men vit skulu taka myndir í rætta umhvørvinum av undangongumanninum innan høgglist í Føroyum. Slóðarin Úr listaskemmuni
Kyksilvurmongdin í alheimshøvunum er økt, og til dømis er kyksilvurinnihaldið í ísbjarnarhári og -skinnum 10 ferðir hægri í dag, enn tað var fyrr í tíðini. PCB er komið sum eitt nýtt umhvørviseitur í seinnu helvt [...] vita, um kyksilvurinnihaldið í grindahvali mundi vera høgt, av tí at hesin hvalur livir ovarlaga í føðiketuni í havinum, og av tí at kanningar vístu, at kyksilvurnøgdin økist í havdjórum upp gjøgnum føðiketuna [...] hægst í hesi ketu. Og úrslitið av hesum kanningum skelkaði. Kanningarnar vístu, at kyksilvurinnihaldið í sjálvum tvøstinum var høgt, og tað var uppaftur umleið 100 ferðir hægri í livur og nýra enn í tvøstinum
javnstøðu inn í gerandisdagin og inn í allar liðir í samfelagnum. Føroyska javnstøðulógin varð samtykt í 1994 eftir tógvið stríð í nógv ár í tinginum og í almenninginum. - Vit fáa ikki javnstøðu inn í gerandisdagin [...] ójavnvág í. Hvør kennir sína vitjunartíð Tað var í sjeytiárunum, at kvinnur fóru upp í politikk í Føroyum, men tað sum hevur eyðkent kvinnurnar í mun til menninar er, at tær halda fyrr upp at í politikki [...] kvinnuráðstevna. Javnstøðuspurningurin stendur tí á breddanum í Føroyum í hesum tíðum. Men hvørji stig kunnu vit taka í Føroyum, sum gera fólk meiri tilvitað um javnstøðu. - Tað eigur at verða arbeitt á øllum
hann verður næsta summar. Ein fundur hevur verið í Føroyum og ein í Álandi. Ein fundur var forrestin í Vilnius í Litavia. Hvussu er føroyska umboðanin í Norðurlandaráðnum skipað? Lat meg fyrst greiða eitt [...] at føroyskur kunstur stendur høgt í metum hjá listahugaðum í Norðurlondum. Serliga er tað málningalistin í Føroyum, ið er væl dámd og verður mett millum tað besta í Norðurlondum. Men eisini føroyskar [...] nevndarlimur. Í løtuni arbeiði eg við einum uppskoti um demokrati og politiskt medvit. Út frá hesum helt eg mína talu í Norðurlandaráðnum í Reykjavík. Men Sosialurin hevur ikki havt áhuga at sett taluna í blaðið
skilið í føroyska fólkaskúlanum, sum tað er. Neyðug játtan fylgdi ikki við. Tey sera hørðu sparitiltøkini, sum sett vóru í verk í fólkaskúlanum fyrst í 90- unum, og sum hava havt kvørkratak á honum í 10 ár [...] skrivar "vit" í oddagreinini í Fregnir 14. februar 2002. Hvørji eru vit? Eru tað tey, sum tú ert samsintur við? Er tað innara kjarnan í tjóðveldisflokkinum, tey, sum seta út í kortið? Tú ert í hvussu so er [...] at nakað yvirhøvur hendir í fólkaskúlanum. Tak bara støðuna í 2000. Føroya Lærarafelag mátti fara út í eitt verkfall fyri at fáa myndugleikarnar at taka fólkaskúlalógina í álvara. Sjálvandi skal Føroya
Trøini vuksu ikki inn í himmalin, sum ætlað varð, og nú sita fremstu fíggjaroddvitarnir í hesum gamla heimspartinum nátt og dag, í sveittabroti, í eini roynd, at fáa lesningin upp á slætt aftur. José Manuel [...] harrunum, sum nú bróta vakt í Bruxelles. Stórsta politiska nýggjheitin í Føroyum er, at ímyndin av politiskari deyðvekt, Sambandsflokkurin, er farin av um tvøran. Íhaldið í flokkinum hevur meldað pass [...] samdir um, at øll veiða veidd í føroyskum sjóøki í seinasta lagi í 2015 skal verða fiskað samsvarandi búskapar- og lívfrøðiliga burðardyggum krøvum. Lívfrøðilig burðardygd skal í hesum førinum skiljast soleiðis
upp. Hon segði, at í 1996 vóru 20% av teimum uppstillaðu kvinnur, og í ár 2000 var talið 30%. - Ikki er endaliga greitt, hvussu býtið verður í uppstillingini í ár, men býtið á listunum í Havn, Klaksvík, Vági [...] slagi kring landið, nú kommunuval er í hondum. - Soleiðis fekk eg áheitan úr Havn um at taka stig til hendan fundin, segði Jansy, sum sat í bygdaráðnum í Nes kommunu í átta ár. Fundurin á Glyvrum varð annars [...] als ikki til steðar í landsstýrinum. Somuleiðis eru vit ein minniluti í kommunalpolitikki. Hon helt ikki, at hetta er nøktandi fyri kvinnur ? og fyri samfelagið sum heild. - Í Føroyum eru kvinnur nevniliga
limablað í litum við nógvum tíðindum og tilboðum. ? Fólk varnast okkum betur í dag av tí sama, sigur hann. Longu tá ið barnið verður borið í heim, á einum av teim trimum sjúkrahúsunum í Føroyum, hevur mamman [...] útgávum í ár kunnu vit nevna Veðrið í Føroyum í 120 ár, sum Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, skrivar og Alan Brockie tekur myndirnar til. Eisini ein fiskakókibók er á veg, sum næmingar í Fiskivin [...] Árið í fjør var eitt gott ár hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags. Útgávurnar vóru ikki færri enn 43 í tali, tað mesta í nógv ár, og Barnabókaklubbin fekk fleiri nýggjar limir. ? Taka vit limatalið í Barn
gamalt vín í gomlum fløskum. Í Føroyum verður (næstan) ikki granskað í búskapi. Tað mesta sum verður sagt, er herming og eftiraping, sum í fyrsta lagi gongur út uppá at fremja ser-áhugamál. Í Føroyum skulu [...] land í allari verðini tá tað kemur til kappingarføri, og hetta er sama oddapláss, sum teir eisini høvdu í fjør. Nummar 2 er supermaktin USA. Nr. 3 er Svøríki, og á 4. plássi liggur í ár Danmark. Í fjør [...] heldur sínar árligu fundir í Davos í Schweiz. Kanningin byggir á tilfar frá 11.000 business-monnum í øllum hesum londunum. Hetta er ein felagsskapur sum hevur liberalismu í búskapinum sum endamál. Man