Seinasti slóðarin

Janus Kamban er hin seinasti, ið er eftir av ættarliðnum, sum undan seinna heimsbardaga fór til Danmarkar at nema sær útbúgving innan list. Hetta var ikki vanlig yrkisleið tá, men tey vóru nøkur, ið valdu hesa leið, hóast tey vistu, at tað fór at verða smátt, tá tey heimafturkomin skuldu lívbjarga sær í Føroyum

Tygara útsendi leitaði sær ein dag mitt í august yvir í Klokkaragøtu í Havn. Har býr Janus Kamban í listaskemmu síni.

Blíður tekur hann ímóti hesum eitt sindur seinkaða blaðmanninum. Janus verður 94 ár í september, og ellið er farið at boyggja myndahøggaran. Men mótvegis egnum útsøgnum um, at hann er hálvavegna í ørviti, so tykist vitið hvast, og eyguni spæla livandi, tá gesturin verður boðin niðan í stovuna. Húsini eru líkasum uppbygd í hæddum. Sjálv listaskemman, verkstaðurin, eigur stóran part av húsarúmdini.

Vit sessast í stovuni til eitt prát um lív og list, meðan Janus Kamban setir klokkuna á borðið frammanfyri sær; hann hevur nevniliga sett sær døgurða í ovnin.


Gávur

Men hvat var tað, ið vakti so brennandi áhuga fyri listini.

- Eg fekst við at tekna og slíkt. Har vóru fólk, ið eggjaðu til, t.d. Richard Long og aðrir lærarar. Teir hildu óivað, at drongurin hevði gávur, smálær Janus Kamban.

- Í konfirmatiónsgávu fekk eg listasøguna hjá Laurin. Richard Long fylgdi við á mentanarøkinum, sigur Janus Kamban, og fer yvir at bókahyllini, og kemur aftur við gomlu bókini.

At velja sær list sum lívsstarv og livibreyð í 1930’unum, var ikki hvørsmans val. Hvussu mundu fólk hugsa um slíkt?

- Ein hin fyrsta listaframsýningin var í Avhaldinum, har Heinesen, Zhale og Mikines sýndu fram, vísir Janus á.

- Eg haldi ikki, at eg merkti nakra beinleiðis reaktión frá nøkrum viðvíkjandi lesnaðinum á Akademinum, sigur Janus, og minnir lítillátin á, at innan gingu nakrir føroyingar á Akademinum, t.d. Mikines, og at tann fyrsta var Birgitta Johannesen, ið var dóttir Niels Johannesen.

- Hon var gift og búði í Danmark, men vitjaði hvørt summar í Føroyum. Hon tók lut á ólavsøkuframsýningunum. Fleiri av vatnlitsmyndum hennara eru á Listasavninum, sigur Janus Kamban.

- Mikines var kanska hin fyrsti, ið gjørdi um seg, um eg so má siga, sigur Janus Kamban, sum ongantíð minnist seg hava fingið nakra viðmerking um valið av útbúgving, og tí metir hann, at hetta var gótikið millum manna.

- Eg vaks upp í Havn, so kanska var tað eitt sindur øðrvísi, enn um tað hevði verið á bygd, Eg veit ikki. Hinvegin var Mikines av bygd, men her var eitt listaumhvørvi, ið t.d. t.d Heinesen og Zhale settu dám á, sigur Janus Kamban hugsunnarsamur.

Mamma Janus Kamban var úr Havn, meðan pápin, ið var lærari, var ættaður úr Skúvoy. Tey stuðlaðu Janusi Kamban í útbúgvingarvalinum.


Ongin stuðul

- Í Danmark fekst ongin fíggjarligur stuðul. Eg búði bíliga hjá skyldmanninum Janusi Øssurssyni. Eg kom ikki á Akademiið beinanvegin, men ein skuldi til upptøkuroynd fyrst og eg gekk tí til listaundirvísing, sigur Janus Kamban.

- Tað hjálpti væl, at eg hitti Gudmund Hentze, ið var hálvur føroyingur, og starvaðist sum sakførari niðri. Hann eggjaði til, minnist Janus Kamban.

Áðrenn Janus, høvdu t.d. Ingálvur av Reyni og Mikines gingið á Akademinum.

Janus Kamban fór niður fyrst í tríatiárunum, var so heima aftur eitt skifti, men fór so niður aftur. So kom kríggið og hann var “fastur” niðri, hóast hann tá hevði ætlað heim.

- Føroyingar komu nógv saman í Keypmannhavn hesi árini,minist Janus.

Um orsøkina til, at hann valdi høgglistina sum hin fyrsti, sigur Janus Kamban;

- Eg teknaði og málaði. Men tá ein kemur í listaumhvørvi, økist hugurin at royna “eina breiða viftu” og ein ekperimenterar, sigur Janus Kamban, sum ongantíð kendi seg einsamallan, hóast hann í mong ár var einsamallur á hesum listaøkinum.

- Ein finnur sítt pláss. Seinni komu fleiri. T.d. Tróndur Patursson, ið eisini málaði, men sum nú hevur sligið ígjøgnum við glaslist. Og so eru t.d. Andreas Andreasen og Hans Pauli Olsen, sigur Janus Kamban.

Um árini í Keypmannahavn sigur Janus, at hann arbeiddi og gekk á Akademiið.

- Síðani leigaði eg atelier í Keypmannhavn. Onki samband var við Føroyar hesi krígsárini. Vit lesandi kundu taka lán, sum sjálvsagt skuldi gjaldast aftur. Men teir, sum ráddu, stovnaðu ein grunn við pengunum. Hetta gjørdist til Dansk/Færøsk kulturfond, greiðir Janus frá.


Til Føroya

Í 1945 bar til at fara til Føroya.

- Eg hevði arbeitt við minnisvarða yvir føroyska málið – V.U. Hammersheimb. Hesin stendur á Debesartrøð. Av monnum, sum stuðlaðu hesum, kann t.d. nevnast Jákup Dahl, sum var keypmaður í Keypmannhavn, sigur Janus,

Heimkomin var smátt, eins og væntað frammanundan. Janus Kamban fekk pening fyri fyrsta minisvarðan, men so gekk rúm tíð, innan nakað veruligt aftur var á skránni.

- Tað hendi ikki nógv eftir tað, men tað var hóast alt altíð okkurt at takast við. Tað var smátt. Ein royndi at lívbjarga sær, hóast ár vóru ímillum stóru uppgávurnar, sigur Janus Kamban.


Broytingar

Men tíðinar vóru øðrvísi tá. Í fimmtiárunum vóru ikki nógvir pengar í samfelagnum og hvussu var millum listafólkini, sum vóru komin heim eftir kríggið? Var nakað listaumhvørvi?

- Tað var ikki sum í dag, sigur Janus, sum ikki heilt vil afturvísa, at eitt ávíst umhvørvi var, men at munurin til í dag er stórur, er lítið at ivast í.

- Tíðinar eru broyttar og listafólkini selja sum brent. Tá var tað helst mest Mikines, sigur Janus Kamban, sum er givin at arbeiða í listaskemmuni, nú ellið forðar hesum. Í mong ár var hann undangongumaður, eittnú sum oddamaður í Listafelagnum, sum skipaði fyri framsýningum og eisini átti stóran lut í, at Listaskálin sá dagsins ljós.

- Í dag er meira eitt umhvørvi. Fólk ganga til framsýningar og vit hava serkønar ummælarar. Eisini alment hómast, at eyguni eru opin fyri listini. Alt hetta er gleðiligt. Listin hevur tað gott, sigur Janus Kamban.

Sær Janus Kamban hesa menning sum úrslit av tí, ið hann og onnur hava stríðst fyri í trongum korum, og var ysnkiligt, at hendan menningin gekk skjótari, so hann sjálvur og hansara ættarlið fingu størri lut í hesum?

- Tað bar til hjá okkum, men alt tekur tíð, og tað tekur tíð hjá einum samfelag at mennast. Nei, hetta er ikki komið ov seint. Listin hevur tað gott, sigur nærum 94 ára gamli Janus Kamban, innan hann letur dyrnar upp inn í sjálva listaskemmuna, verkstaðin.

Her er ikki virksemi longur, men vit skulu taka myndir í rætta umhvørvinum av undangongumanninum innan høgglist í Føroyum.


Slóðarin

Úr listaskemmuni sæst út á Nólsoyarfjørð ígjøgnum stóru, høgu rútarnar. Dagsljósið kastar ljós inn á gólv og veggir, har gipsmyndir eru av mongum av tí, ið Janus Kamban hevur evnað til millum ár og dag. Sjónligast er standmyndin av Jákupi Dahl, og búmerkið hjá Føroya Banka. Sjálv standmyndin av Jákupi Dahl stendur uttanfyri Vágs Kirkju og búmerkið hjá Føroya Banka er merkið, sum bankin hevði, innan samanleggingina við Sjóvinnubankan – tað við árabátinum.

Janus Kamban hyggur ígjøgnum stóru rútarnar út á fjørðin. Seinasti slóðarin í sínum ættarliðið letur hurðina aftur til listaskemmuna og vit fylgjast út í gongina, har myndir av bæði vinum og kenningum, kendum og minni kendum, hanga á veggunum. Blaðmaðurin hevur hitt umboð fyri farnar dagar, eitt umboð, sum tó hevur víst veg og hvørs steinmyndir enn standa sum varðar og vegvísarar í framtíðini.

Tá úthurðin fer aftur, og vit siga farvæl, fær listamaðurin matnáðir og blaðmaðurin eigur upp í leypar av kenslubornum setningum, ið hava søguligt flog, men sum helst hvørva í slavna lotinum. Tað er sum at lata hurðina aftur til annan heim, og túrurin ígjøgnum skundmikla Miðbýin í Havn megnar ikki at skava burtur fatanina av, at ein søgulig løta er farin framvið og er vorðin partur av farnari tíð.






Fakta


Janus Kamban

Føddur í 1913 í Tórshavn

Myndahøggari

Listaundirvísing frá Viggo Brandt. Á myndaskúlanum á Akademinum, Keypmannahavn (E. Utzon-Frank) 1932-35, 1938-40.

Mangar ferðir og mangar framsýningar í Føroyum og útlondum.

Námsstyrkir og heiðurslønir:

Neuhausens Pr. 1935; C.C. Hall 1937; Hielmstierne-Rosencrone 1937; Ronge 1937, 1939; Bielke 1940; Løgtingsins fíggjarlóg síðan 1956; mentavirðisløn landsstýrisins 1998.


Verk:

Skraddarin (standmynd, gips, 1935, Listasavn Føroya); Bringumynd av H.A. Djurhuus (bronsa, 1941, smst.); Móðurmálið, minnisvarði yvir W.U. Hammerhaimb (basalt, 1948, Landsbókasavnið); Tróndur gamli (relieff, bronsu, 1976, Gøtu Skúli); Jákup Dahl (standmynd, bronsu, 1978, Vágs K.); Drongur og lamb (figurbólkur, bronsu, 1980, Vesturskúlin, Tórshavn); Másar yvir skerinum (fleirlitt linoprent, 1983, Plakat til Norðurlandahúsið); Búmerki til Føroya Banka, Tórshavn.


Um grafikklist hansara sigur bókin Myndlist í Føroyum m.a.:

“Í grafikkinum (....) er havið, sjófuglurin og lívið í fjøruni eitt høvuðstema. Eingin hevur sum Janus Kamban megnað at greina linjurnar, ið tekna tann spenta og fullkomna formin, sum eyðkennir tann lætta, men kortini sterka føroyska bátin”.