Mangar eru frásagnirnar um tann týdning, ið grindin hevur havt fyri okkum her á landi. Vóru ár har eingin grind doyði, sást tað aftur í húsarhaldinum, og stór var frøin, tá ið henda Guds gávan av havinum kom aftur. Ongin ivi man vera um, at hesin á mangan hátt føðslugóði matur hevur stimbrað heilsuna og hildið hungur frá mongum durum.
So seint sum í sjeytiárunum stóð á seðlunum, ið skúlalæknin sendi heim til foreldrini, at tey áttu at geva børnunum spik at eta á morgni.
Men í 1977 vóru grindatvøst og -spik, -livur og –nýru kannað á fyrsta sinni. Hesar kanningar vóru gjørdar til tess at vita, um kyksilvurinnihaldið í grindahvali mundi vera høgt, av tí at hesin hvalur livir ovarlaga í føðiketuni í havinum, og av tí at kanningar vístu, at kyksilvurnøgdin økist í havdjórum upp gjøgnum føðiketuna, har ið tannhvalur er eitt tað djórið, sum liggur hægst í hesi ketu. Og úrslitið av hesum kanningum skelkaði. Kanningarnar vístu, at kyksilvurinnihaldið í sjálvum tvøstinum var høgt, og tað var uppaftur umleið 100 ferðir hægri í livur og nýra enn í tvøstinum.
Av hesi orsøk gjørdu heilsumyndugleikarnir av at mæla fólki til bert at eta grind og spik eina ferð um vikuna og til ikki at eta livur og nýru yvirhøvur.
Síðani eru hesi tilmæli líðandi herd, alt eftir hvat ið kanningar síðani hava víst av heilsuligum árinum hjá fólki, og seinasta tilmælið, ið er frá 1998, var hetta:
Spik
Eitt høgt innihald av PCB’um í spiki fær okkum at mæla til, at vaksin fólk í mesta lagi eta grind og spik til døgurða 1-2 ferðir um mánaðin.
Besti háttur at verja fostrið móti teimum skaðiligu árinunu frá PCB’um, sum illgruni er um, er, at gentur og kvinnur halda seg heilt frá at eta spik, til tær hava átt børnini.
Tvøst
Kyksilvurinnihaldið í tvøsti er høgt, og grindatvøst er okkara størsta einstaka kyksilvurkelda. Vit mæla tí til, at vaksin fólk ikki eta meira enn 1-2 døgurðar um mánaðin.
Kvinnur, ið ætla at gerast við barn innan 3 mánaðir, barnakonur og kvinnur, ið hava barn at brósti, eiga helst einki grindatvøst at eta.
Innvølir
Grindalivur og grindadnýru eiga als ikki at verða etin.
Lagt varð afturat, at komu upplýsingar fram, ið broyttu verandi vitan, so fór støða at verða tikin til, í hvønn mun nevndu tilmæli skuldu broytast.
Seinastu 10 árini eru so fleiri úrslit av vísindaligum kanningum komin í ljósmála, og tey sýna okkum eina enn daprari mynd av vandamiklu heilsuárinunum av grindatvøsti og spiki.
Úrslitini higartil hava sýnt, at
Kyksilvurið í grindatvøsti ávirkar nervalagið hjá fostrunum
Árinið á nervalagið heldur sær upp í tannárini
Kyksilvur flutt frá kostinum hjá mammuni í móðurlívi ávirkar blóðtrýstið hjá børnum
Dálkingarevni í spikinum ávirka immunskipanina negativt, so at børnini taka verri við koppingarevnum
Nýggjastu kanningarnar sýna, at
Dálkingarevni í grindini tykist at økja um vandan fyri at fáa Parkinsonsjúku hjá teimum, ið eta grind ofta
Vandin fyri hækkaðum blóðtrýsti og æðrakálking í hálslívæðrum økist hjá fólkum, ið hava nógv kyksilvur í kroppinum
Í løtuni verða kanningar gjørdar, av tí at illgruni er um, at nøringarevnini minka orsakað av dálkingarevnum í grind og spiki.
Kanningarúrslitini kunnu setast í altjóða ljós. Kyksilvurmongdin í alheimshøvunum er økt, og til dømis er kyksilvurinnihaldið í ísbjarnarhári og -skinnum 10 ferðir hægri í dag, enn tað var fyrr í tíðini. PCB er komið sum eitt nýtt umhvørviseitur í seinnu helvt av 1900 – talinum, men eftir at evnið varð bannað umleið 1980, er nøgdin í grind ikki minkað stórvegis enn. Eitt nýtt umhvørviseitur er DDE, og DDT verður framvegis nýtt ymsastaðir í heiminum. Harumframt eru komin nýggj evni, eitt nú lívrunnu fluorsambindingarnar, ið verða nýttar til at viðgera klæði í klædnaídnaðinum v.m. – nú síggja vit økta mongd í blóðinum hjá børnum, sum eta grind.
Seinastu kanningarnar sýna, at mongdin av kyksilvuri í grindatvøsti framvegis er høgt við einum miðalvirði á umleið 2 mikrogramm pr. gramm. Í ES er galdandi hægsta markvirði upp á 1 mikrogramm pr gramm bert fyri mest dálkaða fiskin. Hetta markið fara flestu grindahvalir uppum. Nýta vit markvirðið hjá amerikanska umhvørvisstýrinum fyri tí, sum vit tilsamans dagliga fáa niður í okkum, tá ið vit eta, upp á 0,1 mikrogramm av kyksilvuri pr. kilo av kropsvekt (sum er grundað á kanningarnar í Føroyum) so merkir tað, at ein persónur, ið vigar 70 kg, bert kann eta 3,5 gramm av tvøsti um dagin fyri at náa markvirðið.
Í spiki eru eisini stórar nøgdir av ymiskum lívrunnum evnum, ið verða brotin niður spakuliga, eitt nú PCB og DDE (ið eru sundurbrótingarevni frá skordýraeitrinum DDT). Nøgdin av bæði PCB og DDE er størri enn 10 mikrogramm fyri hvørt gramm av spiki. Flestu galdandi mørkini fyri PCB eru lægri enn 1 mikrogramm pr. gramm.
Niðurstøðan verður sostatt, at grindahvalir í dag eru so dálkaðir, at hvørki tvøst ella spik lúka treytirnar ásettar við nútíðarbæru mørkunum fyri loyvdum innihaldi av eitrandi dálkingum.
Nøgdin av dálkingarevnum í føroyingum er stór í alheimshøpi. Seinastu kanningarnar sýna tó, at kvinnur við barn eta munandi minni av grind og spiki enn áður. Av hesum er kyksilvurmongdin í blóðinum hjá barnakonum minkað. Men mongdin av PCB er óbroytt, helst av tí at PCB verður brotið niður so spakuliga.
Vit í Føroyum eiga bert evarska lítlan lut í teirri dálking, sum er farin fram av høvunum, men hon er komin á okkum uttanifrá. At so gransking í Føroyum hevur virkað við til at seta hesa dálking í brennidepilin er beiskt speisemi. Men úrslitini av hesi gransking hava longu havt ta avleiðing, at markvirði eru skerpt viðv. dálking í alheimshøpi. Vit mugu tí eisini sjálv taka avleiðingarnar her í Føroyum.
Seinnu árini hevur vaksandi vísindaliga grundarlagið skapt ein varhuga um, at stundin skjótt var komin til, at mælast mátti fólki frá at eta grind og spik yvirhøvur.
Við teimum seinastu granskingarúrslitunum í huga meta undirritaðu, at niðurstøðan av heilsufakligum orsøkum nú má vera henda:
Mælt verður frá at nýta grindahval sum mannaføði.
Tað er við sorgblídni, at hetta tilmælið verður givið. Grindin hevur tænt føroyingum væl í mong hundrað ár og man eiga lívið í mongum føroyingi gjøgnum øldirnar. Men tíðir og umhvørvi broytast, og tí meta vit tað heilsufakliga neyðugt við hesum tilmæli.
Víst verður annars til viðheftu tilvísingar.
Tilvísingar:
Grandjean P, Weihe P, White RF, Debes F, Araki S, Yokoyama K, Murata K, Sorensen N, Dahl R, Jorgensen PJ. Cognitive deficit in 7-year-old children with prenatal exposure to methylmercury. Neurotoxicol Teratol. 1997 Nov-Dec;19(6):417-28.
Sørensen N, Murata K, Budtz-Jorgensen E, Weihe P, Grandjean P. Prenatal methylmercury exposure as a cardiovascular risk factor at seven years of age. Epidemiology. 1999 Jul;10(4):370-5.
Murata K, Weihe P, Budtz-Jorgensen E, Jorgensen PJ, Grandjean P. Delayed brainstem auditory evoked potential latencies in 14-year-old children exposed to methylmercury. J Pediatr. 2004 Feb;144(2):177-83.
Debes F, Budtz-Jorgensen E, Weihe P, White RF, Grandjean P. Impact of prenatal methylmercury exposure on neurobehavioral function at age 14 years. Neurotoxicol Teratol. 2006 May-Jun;28(3):363-75.
Heilmann C, Grandjean P, Weihe P, Nielsen F, Budtz-Jorgensen E. Reduced Antibody Responses to Vaccinations in Children Exposed to Polychlorinated Biphenyls. PLoS Med. 2006 Aug 22;3(8): e311.
Choi AL, Weihe P, Budzt-Jørgensen E, Jørgensen PJ, Salonen JT, Tuomainen TP, Nielsen HP, Petersen MS, Askham J, Grandjean P. Methylmercury Exposure and Adverse Cardiovascular Efffects in Faroese Whalingmen. Environ Health Perspect doi:10.1289/ehp.11608
Petersen MS, Halling J, Bech F, Wernuth L, Weihe P, Nielsen F, Jørgensen PJ, Budtz-Jørgensen E, Grandjean P. Impact of diatary exposure to food contaminants on the risk of Parkinson´s disease. Neurotoxicology 2008 Jul; 29(4): 584-90.
Weihe P, Kato K, Calafat AM, Nielsen F, Wanigatunga AA, Needham L, Grandjean P. Serum Concentration of Polyfluoroalkyl Compounds in Faroese Whale Meat Consumers. Environ Sci Technol 2008 Aug 15;42(16):6291-5
Grandjean P, Bellinger D, Bergman Å, Cordier D, Davey-Smith G, Eskenazi B, Gray K, Hanson M, van den Hazel P, Heindel JJ, Heinzow B, Hertz-Picciotto I, Hu H, T-K Huang T, Jensen TK, Landrigan PJ, McMillen IC, Murata K, Ritz B, Schoeters G, Skakkebæk NE, Skerfving S, and Weihe P. The Faroes Statement: Human Health Effects of Developmental Exposure to Chemicals in Our Evironjment. Basic Clin Pharmacol Toxicol 2008 Feb;102(2):73-5
Pál Weihe, yvirlækni og Høgni Debes Joensen, landslækni