VANDALEYST Í Sosialinum síðsta vikuskifti skrivar Jógvan Hugo Gardar teldupostin. Jógvan Hugo er klaksvíkingur, men arbeiðir sum blaðmaður í Oslo. Evni hann tekur upp í teldupostinum er Norðurlandaráðið og fundurin, sum júst hevur verið í Reykjavík. Eins og aðrir føroyingar, so var hann á staðnum. Jógvan Hugo heldur at Norðurlandaráðið treyðugt vil grípa í egnan barm; vil bara tosa um viðurskifti í ES, Baltikum o.s.fr. Viðurskifti sum eru fjar og ikki nær. Vandaleys viðurskifti. "Hetta er bara ein kaffiklubbur" hevur hann lyndi at siga. Vit hava hitt Dan Reinert Petersen á máli:
Er Norðurlandaráðið eitt "vandaleyst ráð", sum Jógvan Hugo hann sigur í yvirskriftini í teldupostinum síðsta vikuskifti og er ynski um, at Norðurlandaráðið skal verða eitt "vandaleyst" ráð?
Norðurlandaráðið er fyrst og fremst tað norrøna parlamentið, har felags mál og trupuleikar verða viðgjørdir og - um gjørligt - loystir. Norðurlandaráðið er eisini ein paraplyorganisatión av feløgum og stuðulsgrunnum. Men Ráðið er so sanniliga eisini ein kaffiklubbur, og tað skal ikki undirmetast. Tað er á restaurantum, í gongdunum, við døgurðaborðið og við reseptiónirnar, at fólk hittast, skifta orð og gera avtalur. Tað er her ?lobbyisman? fer fram. ?Lobbyisman? er tað týdningarmiklasta, tá ið lond, politikarar og forrætningsfólk vilja hava mál framd og onkusvegna vilja hava ávirkan á gongdina. Um Norðurlandaráðið er eitt ?vandaleyst ráð?, kann ein og hvør meta um. Fólk eru høvisk, og klandursmál hava ikki verið viðgjørd í mínari tíð.
Tú ert lærari, hevur eisini roynt teg sum sjómann, hvussu leingi hevur tú verið Norðurlandaráðslimur?
Eg siti nú í Norðurlandaráðnum á triðja ári. Hesa tíðina hava verið tríggir ársfundir ella ?sessiónir?. Í Oslo, Stokkholm og nú í Reykjavík. Umframt tað so hava verið einir 15 nevndarfundir og hoyringar, har ávís evni hava verið viðgjørd. Hesir fundir hava skift millum øll Norðurlond uttan Grønland, men hann verður næsta summar. Ein fundur hevur verið í Føroyum og ein í Álandi. Ein fundur var forrestin í Vilnius í Litavia.
Hvussu er føroyska umboðanin í Norðurlandaráðnum skipað?
Lat meg fyrst greiða eitt sindur frá, hvussu sjálvt ráðið er sett saman. Norra, Svøríki, Finland og Danmark eiga hvør sínar 20 limir, og Ísland eigur 7. So í ráðnum sita 87 parlamentarikarar. Av sínum 20 letur Finland Álandi 2 limir og Danmark letur Føroyum og Grønlandi hvør sínar 2 limir. Ráðið er ikki uppbýtt eftir teimum nationalu sendinevndum, men tað er býtt partapolitiskt. Har er ein konservativur flokkur, har Jógvan við Keldu er limur. Miðflokkarnir t.d. Kristiligt fólkapartí og Centrumsdemokratarnir sita í bólki saman. Sosialdemokratar hava sín bólk, har siti eg sjálvandi. Hetta er nógv tann stórsti bólkurin. Vinstrasosialistarnir hava sín bólk og so eru einir 2-3 leysgangarar. Í ráðnum eru tríggjar nevndir: Europanevndin, sum viðger mál viðvíkjandi EU. Nærnevndin, ið viðger relatiónir til grannalond. Og so Norðurnevndin, ið arbeiðir við innlendismálum, herundir mentan. Í henni sita Jógvan við Keldu og eg.
Hvønn týdning heldur tú, at henda føroyska luttøka hevur?
Tað er kanska ikki so lætt at seta orð á týdningin, men hann er stórur. Her hava føroyskir politikar høvi at gera vart við síni sjónarmið. Eg haldi eisini, at vit læra nógv. Og síðani er tað tann áðurnevnda paraplyorganisatiónin við felagsskapum og grunnum, ið føroyingar njóta gott av t.d. ?Nomus?, ?Nordbok?, ?Nordplus? og ikki minst tann stóri mentunargrunnurin.
Føroyar eydnaðust á Norðurlandráðsfundinum í Reykjavík at fáa fastan sess í stóra Norrøna Mentunargrunninum. - Fer tað at hava týdning framyvir?
Heilt givið. Ikki tí, nógvir føroyingar hava notið gott av hesum mentanargrunninum. Men sita vit eisini í nevndini fyri grunnin, koma vit at hava ávirkan á, hvørjir umsøkjarar fáa stuðul. Annars havi eg hoyrt frá føroyavininum Søren Hansen, formanni fyri grunnin, at eitt yvirlit yvir játtanir vísir, at lutfallsliga eru smálondini ríkiliga stuðla gjøgnum árini. Eg kann skoyta uppí, at føroyskur kunstur stendur høgt í metum hjá listahugaðum í Norðurlondum. Serliga er tað málningalistin í Føroyum, ið er væl dámd og verður mett millum tað besta í Norðurlondum. Men eisini føroyskar bókmentir, tær ið eru atkomiligar hjá norðbúgvum, eru væl dámdar. Tey ið kenna myndahøggaran Hans P. Olsen og hansara listaverk, hálova hansara avrikum.
Útnorður hoyrist ov illa, verður ofta sagt. - Ert tú samdur við hesum pástandi?
Tað er væl møguligt, at Útnorður hoyrist ov illa. Orsøkirnar eru fleiri. Ein orsøkin er helst, at vit 11 parlamentarikar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi muna lítið móti teim 76 í tí skandinaviska blokkinum . Ein onnur orsøk er, at ráðið arbeiðir ikki regionalt, men politiskt. Eitt annað er eisini, tað er, at okkara seráhugamál rúgva lítið móti fel-agsmálum hjá teim stóru londunum. Tó má sigast, at nógvir politikar í Norðurlandaráðnum hava stóra vitan um Føroyar og áhuga fyri føroyiskum viðurskriftum. Ein máti at bøta um áhugan fyri Útnorðri er, at vit sjálvi eru aktiv og sjónlig. Formaliseraði viðurskifti millum Útnorðurráðið og Norðurlandaráðið skuldi eisini hjálpt munandi.
Nógv hevur verið tosað um mál, landspartamál og ríkismál, í seinastuni. Út frá teimum royndum tú hevur í norðurlendskum sambandi, hvussu metir tú at føroyingar eru fyri málsliga - sæð í mun til aðrar norðbúgvar?
Málsliga eru føroyingar suverenir. Málini, ið tosað verða, eru norskt, svenskt og danskt. Nakrir finnar tosa svenskt, aðrir tosa sítt móðurmál, sum so verður tolkað til svenskt og sent yvir oyratelefonir til luttakararnar. Men eg havi varðhugan av, at stundum knípir forstáilsi millum t.d. danir og svenskarar. Men vit føroyingar við okkara norrøna máloyra og við gøtudonskum føla okkum sum fiskur í sjónum.
Er nakað mál frammi í norrønum høpi, sum hevur tín stóra áhuga, beint nú, ella komandi?
Í løtuni er vísmannarapportin ?Oppet för världens vindar? aktuell. Og eg skilji, at hon eisini kemur til aðalorðaskifti á Tingi í heyst ella í vetur.
Tit sum eru føroysk umboð í Norðurlandaráðnum, arbeiða tit við nøkrum serstøkum uppskoti - uppá styttri ella longri sikt?
Tá ið Jógvan við Keldu og eg vóru nývaldir, løgdu vit uppskot fyri Norðurlandaráðið um, at ráðið stuðlaði orðabókagerð í og úr føroyskum, íslendskum og grønlendskum. Tað eydnaðist at fáa eina fasta játtan á fíggjarlógina hjá Ráðnum uppá kr. 800.000. Hesa játtan umsitir ?Nordisk språkråd?, har Jógvan í Lon er nevndarlimur. Í løtuni arbeiði eg við einum uppskoti um demokrati og politiskt medvit. Út frá hesum helt eg mína talu í Norðurlandaráðnum í Reykjavík. Men Sosialurin hevur ikki havt áhuga at sett taluna í blaðið.
Norðurlandahúsið er helst mest ítøkiliga úrslitið av norrønum samstarvi. Meðan norðanlond rinda meiri enn 90% av hesum stovni so rinda vit - føroyingar - bara nøkur fá prosent. Kann hetta fíggjarmystur hugsast at verða nýtt aftur? Kann hugsast, at nakar annar norðurlendskur stovnur fæst til Føroya? Ella er vandi fyri, at eitt sovorið fíggingarmynstur kann blíva ein koddi?
So leingi Norðurlandaráðið eigur húsið og hevur ábyrgdina av tí, so vænti eg, at hetta fíggingarmynstur heldur fram. Eg haldi alt ikki, at hetta er nakar koddi, men ein trygd. Við tí ivasama vilja, føroyskir politikar hava fyri at stuðla mentan, eri eg bangin fyri, at Norðurlandahúsið hevði dottið niður fyri, um vit einsamallir skuldu goldið. Tá fingu vit eitt føroyskt hús ístaðin fyri eitt Norðurlandahús. Og so var ætlanin við húsinum burtur. Tað er væl hugsandi, at sama fíggingarmynstur kann nýtast í øðrum høpi. Kanska til ein norrønan háskúla ella granskingarstovn. Men hetta eru bara leysir tankar, sum eg taki úr egnum brósti.
Sum politikari og limur í Norðurlandaráðnum, hvussu ert tú nøgdur við tað virksemi, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum í skjótt tjúgu ár? Hevur tú havt nakra løtu, sum hevur verið serliga framúr, í hesum húsi?
Norðurlandahúsið hevur havt ómetaliga stóran týdning: Tað er okkara mentunarvindeyga úteftir. Tað hevur fingið kunstnarar til Føroya, sum annars ikki vóru komnir: musikarar, sjónleikarar høvundar, myndlistafólk og onnur. Tað er eisini karmur um eitt ríkt føroyskt mentunarlív, sum ikki kundi verið húsið fyriuttan. Eg vil ikki draga nakað tiltak fram um nakað annað fyri ikki at forsmáa nakran. Men tá ið Føroya Synfoniorkestur hevur sína nýárskonsert, so hevur man kensluna av, at vit eisini eiga ein ?Albert Hall?. Og tað eiga vit at vera stolt av og glað fyri.
Meira kaffi?
Jú takk. Svart, uttan sukur.