eftir í Glasgow, og hesi kundu so ikki sleppa til songar fyrr enn klokkan var farin av hálvgum átta í morgun. Í skrivandi løtu, klokkan gott níggju, er hetta flogfarið úr Glasgow ætlað at koma í Vágar [...] ferðafólk úr Íslandi sluppu ikki heimaftur til Føroya um midnáttarleitið, sum ætlað, tí fyrst varð fráferðin úr Reykjavík seinkað, og síðani gjørdi mjørki í Vágum, at tað ikki bar til at lenda. Longu undan [...] at tað var nokk so grátt og myrkt í Vágum, og tað skuldi eisini vísa seg at vera so, tá ferðalagið nærkaðist. Kortini varð roynt at gera eina innflúgving um eitttíðina í nátt, men nærri flogfarið kom vøllinum
Men, tað ber ikki til uttan nakað at leggja ringar út, tí aliloyvi skal sjálvandi fáast fyrst. At fáa aliloyvi, er ikki bara sum at siga tað, tí eitt aliloyvi, sum kortini ikki er aktivt í løtuni, er longu [...] viðgerðar í Vinnumálaráðnum. Sørin Pram Sørensen, løgfrøðingur, sigur við heimasíðuna hjá Fiskaaling, at fyri at fáa loyvi at ala á sjónum í Hvalba, má kunngerðin broytast, og hetta arbeiðið er í gongd í løtuni [...] Nú liðugt er at taka alifisk í Lopra, verður kryvjivirkið stongt, til tikið verður aftur á aðrari alistøð hjá Faroe Farming í Suðuroy. - Tað er rættiliga óheppið, at neyðugt er at senda eini 30 fólk til
tað spælir man ikki hund við. So Poul, eg vil bert takka tær fyri eitt sera gott og tætt samstarv í politikki og fyri títt stóra hjarta í leiðslu og fyri at hava givið mær inspiratión bæði í ítrótti og politikki [...] hevur verið ikki minni enn fantastiskur fyri HB og fyri havnina og fleiri onnur ítróttarfeløg. Vit hava arbeitt saman í politikki, og hann er gløggur um, hvussu avbjóðingar skulu loysast, tak ikki feil, hann [...] eisini fylla sera nógv í einari samráðing og til tíðir verða ein ”Pain in the J ”. Men hann kemur altíð við menniskjaligum kapasiteti til eina loysn, hann hevur altíð verið mær hollur í ráðum, serliga tá eg
Í løtuni ber til at lata seg kanna fyri koronu í Havn, í Klaksvík og á Tvøroyri, og nú ynskja fólk í Vágunum eisini at hava sama møguleiki. Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, vísir á, at fyritøkan [...] at finna aðra loysn í oynni. Tað hevði samstundis stytt bilrøðirnar í Havn, sigur Aimé Jacobsen í áheitan til politikkararnar. Samstundis ger Aimé Jacobsen vart við, at bygdafólkið í Mykinesi óttast, at [...] koronusmittan kann fara at gera um seg í bygdini. – Í Mykinesi eru fleiri gomul og veik fólk, sum ikki mugu útsetast fyri smittu. Átta av teimum 10 fastbúgvandi fólkunum í oynni eru yvir 60 ár. Mykinesfólk
eg inn í kommunustýrið sum seinast vald við 19 atkvøðum. Í VikuskiftisSosialinum, sum kann keypast í sølubúðunum kring landið, er ein størri samrøða við Maritu Sumberg, sum las sjúkrarøktarfrøði í Danmark [...] Hin 1. januar setti 39 ára gamla, Marita Sumberg, seg í borgarstjórastólin í Viðareiðis kommunu. Seint í heyst tók kommunustýrið avgerð um, at borgarstjórastarvið skal vera fulltíðarstarv. Tí hevur nývaldi [...] skeiðið í bygdarráðnum hjá Maritu Sumberg. - Jú, eg gjørdist rættiliga ovfarin av góða valúrslitinum. Eg eri viðingur, men okkara familja er ikki serliga stór. Vanliga plaga tveir listar at vera her í kommununi
r framvegis lógu í karminum uttanborðs - og inni í salongini var ikki ein dropi. Tey, sum dagliga hava siglt við Erlu Kongsdóttir, lata sera væl at skipinum, og tað hevur heldur ikki víst seg, at skrokkurin [...] - ella mest sum slett ikki. - Hetta er eitt fantastiskt skip. Men, nú má so okkurt gerast sum ger, at túrarnir ikki brotna aftur, tí hendingin í dag kann koma at gera, at fólk ikki tora at seta seg við [...] á vitjanini í morgun. Tað er eftir øllum at døma trupult at siga, hví hetta hendi, men rútarnir eru báðir brotnaðir miðskips. Tí er tað ikki óhugsandi, at tað júst er her, at rørslurnar í skipinum eru
Enn hevur tað ikki eydnast at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar í eini roynd at fáa ein enda á verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Og nú hendur ikki meiri í kvøld, tí partarnir eru farnir [...] Sigurðsson segði furr í dag at tað høvdu teir ikki fingið, tað er ikki tí, at teir fóru undir eina semingsroynd afturat. Hinvegin segði, hann, at teirra vón er, at nú verkfallið hevur vart í 16 dagar, er støðan [...] at teir hava tosað við báðar partar í allan dag, og vónin var, at tað fór at eydnast at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar í kvøld. Men tað eydnaðist ikki, tí einki semingsuppskot er lagt fram
Tað er ein stór misskiljing, at meirilutin í Rættarnevndini ikki ynskir barnaváttanir í Føroyum. Høvuðsorsøkin til slíkar misskiljingar er, at fleiri ikki kenna praktiska týdningin av einum uppskoti til [...] samtykt ella ikki. Jenis fer at koma við einum LÓGARUPPSKOTI, og tað er tað vit øll bíða eftir. So hendan øsingin má koma av, at fleiri føroyingar ikki skilja “uppskot til samtyktar”. Um hetta ikki er tilfeldið [...] spælið frá Djóna, og royna at billa øllum føroyingum inn, at samgongan ikki ynskir barnaváttanir... Steffan Klein Poulsen, limur í Rættarnevndini
siga, at leiðslan ikki er dugnalig. Men samstundis vita vit, at leiðslan alla tíðina hevur kent aldurin á øllum ferjunum kring landið. Hetta kann ikki koma óvart á! Hví skal ódugnaskapur í SSL-leiðsluni hava [...] , heldur enn at tryggja framburð? Tað kann ikki bera til, at tunnilsætlanir køva visiónir um trygt og álítandi ferjusamband millum oyggjarnar. Tað kann ikki bera til, at tá ið tað almenna skipar tunnlar [...] hóskar til Nólsoyar í 2021 og nøkur ár fram? Ternan sýntis øgiliga stór fyrstu dagarnar. Men hon hevur roynst væl og vónandi kunnu hesar 18 mió. kr. tryggja okkum nøktandi farleið í 1½ ár (tað er tíðin
Í kvølda verða tvær av fyrru 1/8 finalunum í Champions League. Í Bukarest í Rumenia tekur Atletico Madrid móti Chelsea, og á Stadio Olimpico í Rom tekur Lazio móti Bayern Munchen. Atlético – Chelsea (20 [...] “Heimaliðið” er oddalið í La Liga, men orsaka av koronu verður dysturin spældur í Rumenia. Atletico Madrid verður uttan enska høgra bakkin, Kieran Trippier, tí hann hevur fingið leikbann í tíggju vikur, eftir [...] skiftið hjá sær til fólk, sum síðani tippaðu. Gestirnir hava ikki tapt undir nýggja venjaranum Thomas Tuchel. Chelsea verður uttan Thiago Silva í miðverjuni. Hartil er ungi áleyparin, Tammy Abraham, eisini