Verkfallið: Tað hendur ikki meiri í kvøld

Enn er einki semingsuppskot komið, men partarnir hittast aftur í morgin

Enn hevur tað ikki eydnast at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar í eini roynd at fáa ein enda á verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Og nú hendur ikki meiri í kvøld, tí partarnir eru farnir hvør til sítt

Semingsmenninir ger nú eina roynd afturat at fáa semju í lag ímillum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, soleiðis at ein endi kann fáast á verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum sum nú hevur vart í 16 dagar.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at teir hava tosað við báðar partar í allan dag, og vónin var, at tað fór at eydnast  at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar í kvøld.

Men tað eydnaðist ikki, tí einki semingsuppskot er lagt fram. Hinvegin sigur semingsmaðurin, at hann hevur lagt nakrar tekniskar orðingar fyri partarnar, sum teir nú eru farnir heim at sova upp á.

– Ætlanin er so, at partarnir skulu svara okkum aftur eina ferð í morgin, og so taka vit tað haðani frá, sigur Terje Sigurðsson.

Semingsmenninir hava áður sagt, at teir gera ikki meiri, fyrr enn teir fáa eitt greitt tekin frá øðrum partinum, ella báðum pørtum, um, at teir eru sinnaðir at geva seg.

Men Terja Sigurðsson segði furr í dag at tað høvdu teir ikki fingið, tað er ikki tí, at teir fóru undir eina semingsroynd afturat.

Hinvegin segði, hann, at teirra vón er, at nú verkfallið hevur vart í 16 dagar, er støðan mýkt so frægt, at tað ber til at leggja eitt semingsuppskot fram, sum báðir partar kunnu liva við.  

Tá ið hann verður spurdur um hann hevur fingið nakað tekin í kvøld um, at partarnir nærkast hvørjum øðrum, sigur hann, at tað hevur hann onga viðmerking til. Men hann leggur afturat, at tað er gongd í málinum, so hildið verður fram í morgin.