Í kvølda verða tvær av fyrru 1/8 finalunum í Champions League. Í Bukarest í Rumenia tekur Atletico Madrid móti Chelsea, og á Stadio Olimpico í Rom tekur Lazio móti Bayern Munchen.
Atlético – Chelsea (20.00)
“Heimaliðið” er oddalið í La Liga, men orsaka av koronu verður dysturin spældur í Rumenia. Atletico Madrid verður uttan enska høgra bakkin, Kieran Trippier, tí hann hevur fingið leikbann í tíggju vikur, eftir at hann hevði latið information um skiftið hjá sær til fólk, sum síðani tippaðu.
Gestirnir hava ikki tapt undir nýggja venjaranum Thomas Tuchel. Chelsea verður uttan Thiago Silva í miðverjuni. Hartil er ungi áleyparin, Tammy Abraham, eisini ivasamur.
Uppstilingar:
Atlético: Oblak; Llorente, Savić, Felipe, Hermoso, Ñíguez; Koke, Kondogbia, Lemar; Félix, Suárez
Ikki við: Trippier (leikbann), Herrera, Giménez, Carrasco, Vrsaljko
Chelsea: Mendy; Azpilicueta, Zouma, Rüdiger; James, Kanté, Kovačić, Alonso; Mount, Giroud, Werner
Ikki við: Thiago Silva Ivasamur: Abraham
Lazio – Bayern (20.00)
Heimaliðið verður uttan Stefan Radu, Luis Felipe og Thomas Strakosha. Tað er nakað síðani, at Lazio hevur verið ein stórur spælari í Evropa. Við Ciro Immobile hevur liðið just rætta mannin, sum kann skjóta Lazio víðari, men tað er sterk mótstøða.
Lazio tekur nevniliga móti Bayern Munchen, sum í løtuni er vinnari av seks steypum. Har í millum eru teir verandi Champions League vinnarar, men alt er ikki bara gott. Gestirnir eru uttan Pavard, Müller, Tolisso, Gnabry, Costa, Nübel og Nianzou. Tó er ársins spælari, Robert Lewandowski, við.
Uppstillingar:
Lazio: Reina; Patric, Acerbi, Musacchio; Lazzari, Milinković-Savić, Lucas Leiva, Luis Alberto, Marušić; Correa, Immobile
Ikki við: Radu, Luis Felipe, Strakosha
Bayern: Neuer; Süle, Boateng, Alaba, Davies; Kimmich, Roca; Sané, Goretzka, Coman; Lewandowski
Ikki við: Pavard, Müller, Tolisso, Gnabry, Costa, Nübel, Nianzou
Champions League 1/8:
Atlético – Chelsea (20.00)
Lazio – Bayern (20.00)