Føroyska fótbóltslandsliðið og onnur ferðafólk úr Íslandi sluppu ikki heimaftur til Føroya um midnáttarleitið, sum ætlað, tí fyrst varð fráferðin úr Reykjavík seinkað, og síðani gjørdi mjørki í Vágum, at tað ikki bar til at lenda.
Longu undan fráferðini úr Reykjavík gjørdi flogskiparin greitt, at tað var nokk so grátt og myrkt í Vágum, og tað skuldi eisini vísa seg at vera so, tá ferðalagið nærkaðist. Kortini varð roynt at gera eina innflúgving um eitttíðina í nátt, men nærri flogfarið kom vøllinum, verri gjørdist sýnið, so har var ikki annað at gera, enn at seta ferð á uppaftur.
Mestsum beinanvegin varð avgerð tikin um at fara til Glasgow, sum var einasta floghavn, ið kundi taka ímóti flogfarinum, og har lendi tað so klokkan trý. Boðini vóru, at nú skuldu øll innkvarterast á hotelli, og so skuldi bussur koma har eftir teimum klokkan 12.30, men tað vísti seg, at hetta við hotellinum ikki var nøkur skjót avgreiðsla.
Eitt felag, ið rópar seg Servisair, skuldi taka sær av hesum fyri Atlantsflog, men illa gekst at finna teimum um 100 ferðafólkunum innivist, og tey blivu spjadd á fleiri hotell. Serliga argaði tað nógv av teimum ferðandi, at alt gekk seint fyri seg og at lítil vilji sást frá starvsfólkunum hjá Servisair veruliga at loysa uppgávuna.
Síðstu av ferðafólkunum noyddust ta longu leið til Edinburgh at gista, tí einki hotellkamar segðist vera eftir í Glasgow, og hesi kundu so ikki sleppa til songar fyrr enn klokkan var farin av hálvgum átta í morgun.
Í skrivandi løtu, klokkan gott níggju, er hetta flogfarið úr Glasgow ætlað at koma í Vágar klokkan 15.15, men kemur helst ikki leiðina fram fyrr enn í fyrsta lagi klokkan 18.15.